Havnamenn duga best at telva

Landskappingin í talvi endaði um vikuskiftið. Allir dystirnir í seinasta umfari vórðu telvaðir á Finsen í Havn leygardagin.

 

Í 1. deild endurvann Havnar Telvingarfelag meistaraheitið. Avgerandi dysturin millum oddaliðini Havnina og Sandavág endaði javnur 2-2. Javnleikurin tryggjaði havnarmonnum FM-heitið. Hjá vágamonnum kravdist ein 3-1 sigur, skuldu teir ogna sær meistaraheitið.

 

Sandavágsmenn góvu havnarmonnum ein skarpan gang, og leingi stóð á gomlum nøglum. Hvirluvindurin Høgni Egilstoft Nielsen vann sín áttanda sigur í átta dystum, og eldri beiggin Rógvi fekk aftur remis móti stórmeistaranum á 1. borði. Silas trýsti Martin í hættisligum álopi á triðja borði, men royndi mótstøðumaðurin loftaði sær og fekk talvið javnt. Á 4. borði vann Sjúrður Thorsteinsson ógvuliga sannførandi á Torkil Nielsen.

 

Klaksvíkingar taptu fyri øðrum liði hjá Havnini, men høvdu styrkt seg í 2. deild til avgerandi dystin um uppflyting. Kollfirðingar vunnu á gøtumonnum í dystinum millum aftastu liðini. Steðgurin gjørdist tí stokkutur hjá gøtumonnum, sum noyddust úr aftur fremstu deildini eftir eitt ár.

 

Havnin - Sandavágur 2 - 2

Helgi - Rógvi ½-½

Olaf - Høgni 0-1

Martin - Silas ½-½

Sjúrður - Torkil 1-0

 

Úrslit 1. deild

Havnin - Sandavágur 2-2

Havnin 2 - Klaksvík 3-1

Kollafjørður - Gøta 2½-1½

 

Endaliga støðan í 1. deild

Havnin 31½

Sandavágur 29 ½

Klaksvík 21

Havnin 2 18½

Kollafjørður 11½

Gøta 8

 

Spenningur í 2. deild

Tað kom til ein avgerandi dyst í 2. deild millum Klaksvíkar Talvfelag og Sandavágs Talvfelag um hvat av teimum skuldi fáa eitt lið aftrat upp í fremstu deildina. Klaksvíkingar vunnu tepurt. Vestmanna Talvfelag gjørdist ov stutt. Komandi kappingarár fara tí bæði Havnin og Klaksvík at hava tvey lið í fremstu deildini. Runavíkar Talvfelag endaði aftast og flytur niður. Tað kemur helst dátt við hjá teimum, sum royna at fáa gongd á aftur telvingina í felagnum og í kommununi, og eru farnir at skipa fyri stórari árligari altjóða talvkapping - Runavík Open - í Løkshøll.

 

Endaliga støðan í 2. deild

Klaksvík 25½

Sandavágur 24

Vestmanna 22

Havnin A 19

Havnin B 16½

Runavík 13

 

Veteranar flyta upp

Í 3. deild var eisini spenningur um uppflytingina. Tíggju lið vóru í deildini, men kappingin stóð millum tvey feløg, sum fyrr hava vunnið FM í bestu deildini - Talvfelagið Streymur og Tofta Talvfelag. Sundalagsmenn í Streymi vunnu hesa kappingina við toftamenn. Á liðnum hjá Streymi leygardagin telvaðu Finnbjørn Zachariassen, Hanus Brekká, Martin Brekká og Gunnar Joensen - júst sama manning, sum í 1986 vann FM-heitið í fremstu deildini. Hanus Brekká býr í Danmark, men var komin heim til seinasta dystin. Talvfelagið Streymur í Hvalvík/Streymnesi hevur verið óvirkið í nøkur ár, men er nú vaknað aftur.

 

Endaliga oddastøðan í 3. deild

Streymur 29

Toftir 27

Sandavágur 24