. Luttøkan er heldur minni, enn hon hevur verið tey seinnu árini, men talan er um sterkar súkklarar, so helst verður tað so mikið hendingarríkari. At hetta er seinasta árið, at kappingin er fyri einstaklingar [...] og spurningurin er eisini, um eitt nú Gunnar Dahl-Olsen ella aðrir kunnu gera ein vørr. Her eru fleiri, ið vilja nakað, og so sæst, hvussu langt tað røkkur hjá teimum. Geyr Gilsteinsson er kappingarleiðari [...] bilum til allar fýra kappingardagarnar, so talan er um nakað, ið minnir ikki sørt um Tour de France, sum somuleiðis er í gongd í hesum døgum. Somuleiðis er Statoil, sum trúliga hevur verið við í mong ár
at kenna. Nú verður farið um Lorvíkina við einum fari, sum er fleiri ferðir størri enn Polaris. Dávur Winther stóð á brúgvarendanum og tók ímóti, og bjóðaði hann ein kaffimunn, áðrenn farið varð í kirkjuna [...] mansbarnið? Jú, hann er tað. Klaksvíkingar! Sleppið ikki endanum her, men setið hetta saman og gevið hetta út í bók, tí so frálíkt var hetta. Hetta er tykkara og okkara ogn. Her er gróður. Grør um gangandi fót [...] Klaksvíkingar tóku saman um Jógvan Waagstein um vikuskifti og bóru hann fram í sangi og tónleiki, framsýning og fyrilestri. Hetta sømir seg mentanarfólki, og serliga eiga vit at hugsa um hetta og taka undir
jólaaftan, fari eg at hugsa um, hví póllendingar eru so trúgvandi. Hvat hava tey Gudi fyri at takka? Tey, sum nú liva. Fyrst gav hann teimum nasismuna, so kommunismuna og nú hava tey fingið ES og ivaleyst [...] niður í einum, tá altargongdin er liðug. Kalikurin verður turkaður, sum siður er, og settur aftur í skápið, har hann stendur í ein tíma til næstu jólamessu. Undirtøkan er so góð, at øll sleppa ikki inn [...] fingið Guds orð á pólskum. Gud dugur øll mál, eisini føroyskt síðani 1937. Uppi yvir einari hálvsterkari bjór hugleiddi eg um, hví fólk, sum hava havt so nógvar líðingar, framvegis seta sítt álit á Gud og
spyr samstundis hvønn prís vit tosa um. Er tað í krónum fyri at sleppa at bora, ella er tað í umhvørvi, sum vit seinni skulu liva við? Sjálvur er hann ikki í iva um, at myndugleikarnir eiga at seta krøv [...] eftir. Tað er eingin ivi um tað, sigur Geir Nordahl-Pedersen. Men tað kunnu eisini vera pengar at spara hjá oljufeløgunum, um tey hava slíka útgerð. Eitt, sum søkjast skal um, er vanliga eitt loyvi til at [...] skuldi verið til. Men tað kann skaða øgiligt, um vit ikki, beinanveg farið verður undir boringar, hugsa um, hvussu verður í framtíðini. Tí drepa vit umhvørvið nú, verður einki at vinna seinni. Og her kann
annars ber ikki til at kanna eftir, um alt er farið rætt fram, um onkur av umsøkjarunum til dømis ikki er nøgdur við setanartilgongdina. Leiklistaráðið bjóðaði til samstarv um menning Leiklistaráðið valdi í [...] helst hevði verið gott at endurskoða lógina. Men sum vit hoyrdu dømi um í einum morgunlestri nú í vikuni, ræður um at kortið er rætt, um ein skal koma hagar, ein ætlar sær. So tann sum ætlar sær at broyta [...] 2020 sendu í gjár út tíðindaskriv um viðurskifti, tey eru ónøgd við, Leiklistaráðnum og Tjóðpallinum viðvíkjandi. Tað er virðismikið fyri fólkaræðið, at kjak er um, hvussu lógir verða fyrisitnar, og hvussu
satt at siga, er rættast at siga, at meðan Eyðbjørn og Marner og teir spæla undir, so skipar Nikolina, og vit taka undir. Hundraðtals fólk taka undir armin á hvørjum øðrum og tjaldið er um at fara omanav [...] í summar. Sum so mong smá tungumál, var eisini føroyskt farið aftur í ommu sína, um ikki bólkar sum Tey av Kamarinum fóru at syngja popp-løg. Nú hava vit so nógvan tónleik á føroyskum, at Frændur og Terji [...] Tveimum - fyrr Teimum - av Kamarinum er sum at fara at á konsert saman við ótilvitskuni hjá sær. Tá Nikolina syngur: "Tann vinurin kæri, hann elskar meg ei..." er tað sum at eg kenni roykin og cecil í
Um vikuskiftið verður aftur farið undir at kappast um meistaraheitið í flogbólti. Eftir summarsteðgin, sum fleiri leikarar brúktu til at vera við í Oyggjaleikunum á Gotlandi, verður nú aftur farið til [...] Hetta er fyrsta árið hjá teimum í bestu deildini, og tað kann gerast eitt »hart« ár. Leikararnir á Fleyr b eru ungir, men tað er einki yvir at dylja, at teir hava evnini, men spurningurin er, um tað er [...] framtíðini, og tað er kanska júst tað sum vísti seg um vikuskiftið. Fleiri nýggj andlit vóru við á liðnum sum vann finaluna móti Fleyr, og tað er kanska besta ábendingin um, at tað er rættast at seta ungu
Streymur í Hvalvík/Streymnesi. Eitt ættarliðsskifti er farið fram í Havnar Telvingarfelag. Allir á FM-liðnum eru í góðum árum; tann elsti, Carl Eli Samuelsen, er 37 ár. Hann kom á 1. lið í seinnu hálvu í 90-árunum [...] føroyskari telving. Tað er í roynd og veru tankavekjandi, tí felagið var í nógv ár elevatorlið millum 1.- og 2. deild. Brádliga kom vend í, skrivar talvsambandið. Kollveltingin Søgan er í stuttum tann, at fremsti [...] ikki avgerandi týdning, tí hann var bara við í tveimum dystum. Hevði hann verið fastur maður, er ivasamt, um stórvegis spenningur hevði verið í kappingini. Tveir aðrir telvarar høvdu stóran týdning. Olaf
inni undir. Í erva fleyg lundin. Og hann er nógvur í ár, láta teir at. At okkurt skip er farið at selja íslendskan lunda, halda teir ongan vanda vera. Tann føroyski er bíligari og man fara at verða seldur [...] South Island í miðal fingið 275 tons um mánaðin. Og hendan sætta túrin hevur fiskiskapurin verið tann sami, so nú fara teir skjótt innaftur. Hesin South Island er tann báturin, sum vágbingar í ár keyptu [...] sum í fjør varð seldur til USA. Talan var um navnframa íslendska trolaran ?Bessi? sum tá kom undir føroyskt flagg. Bessi kostaði um 60 milliónir. Nýggi trolarin er nógv størri enn tann gamli var og umstøðurnar
nýtti gamlaárskvøld høvi til at heita á føroyingar um at vera siðiligir í orðaskiftinum um føroyskt fullveldi. ? Tað er einki dulsmál, at ósemja er um hendan spurning millum føroyingar. Tað hevur tað altíð [...] nýta hetta høvi til longu nú at heita á øll tey, sum fara at taka lut í orðaskiftinum upp undir fólkaatkvøðuna, um at vera saklig, siðilig og fólkalig. Eg fari at heita á øll um at minnast til, at vit skulu [...] neyðugt var at fara frá samráðingarborðinum, um landsstýrið ikki skuldi siga frá sær aldargomum rættindi hjá føroysku tjóðini. Men løgmaður er kortini glaður um, at landsstýrið áhaldandi royndi at fáa nakað