rið endaði í november mánað. Hóast hann spældi onkran dyst í Royal League í desembur mánað, so var hann skaddur størsta partin av bæði desembur og januar mánað. Vit hittu Toda á SAS-Arena í Herning eftir [...] móti FC Midtjylland í Royal League. Tá hevði Todi spælt eitt gott korter, og tað var fyrsta dystarvenjingin hjá klaksvíkinginum í 2006. Trívist væl í Noregi - Tað hevur verið tungt í vetur, tí eg havi verið [...] heilt nógvar skaðar í vetur, sigur Todi Jónsson. Start var ómetaliga nær við at gerast norskur meistari í fjør, men gjørdust akkurát ov stuttir. - Vit høvdu fýra skot á stengurnar í seinasta dystinum og
skyldu til í íslendskum sjógvi. Elmar sigur, at Fiskiveiðieftirlitið í Føroyum blandar seg ikki í uppgávurnar hjá Fiskiveiðieftirlitinum í Íslandi og øvut. - Taka vit íslendsk ella onnur skip í føroyskum [...] "kúrrar", til útspæl kemur úr Íslandi í málinum. Elmar sigur, at Sancy liggur nú á Eskifjørðinum, har íslendska løgreglan kannar málið. - Skipið var inni seint í gjár, og í dag er løgreglan farin at kanna [...] føroyskum sjógvi, er skipið í hondunum á føroyskum myndugleikum, og soleiðis er eisini, tá ið íslendskir myndugleikar taka føroysk skip í íslendskum sjógvi. Hann sigur, at føroyskir fiskiveiðimyndugleikar halda
Fýra fólk í Keypmannahavn Í hesum sambandi fer Sansir tann 1. august í ár at lata upp eina deild í Keypmannahavn. Á nýggju deildini koma fýra fólk at starvast, og trý av hesum fólkum eru longu í starvi hjá [...] farið víðari út í heim við skipanini, siga tey hjá Sansum. Umframt nýggju skrivstovuna í Keypmannahavn ger Sansir eisini aðrar íløgur í Danmark. Lýsingarfyritøkan hevur nevnliga keypt seg inn í donsku fyritøkuna [...] Í góð tvey ár hava fólk á lýsingarfyritøkuni Sansum miðvíst arbeitt við at menna eina nýggja heimasíðuskipan, ein sonevnd CMS-skipan, sum fyrst og fremst er gjørd við brúkaranum í huga. Á tíðindafundi
verður tungt at treða í tínum fótasporum. Takk fyri allar søgurnar, tú las fyri okkum sum børn, áðrenn vit sovnaðu og takk til Hansara, sum fyri okkum hevur fingið so nógv í lag, tí tú í tínum bønum Hann um [...] tað góða, tú hevur lagt í okkum og sum heldur okkum á rætta vegnum, allastaðni, har íð kann traðast av monnum. Nakað, sum vit systkin eru sera glað fyri, nú vit øll trý búgva í Havn er, at tú kanst vera [...] hondum. Eisini sum lærugreinaráðgevi í donskum fyri alt landið royndist tú holl. Álitið á teg var stórt. so m.a. rættaði tú danskar stílar hjá 10.fl. úr øllum Føroyum alt tað, vit minnast. Friðarlig og stillfør
At tað er kalt í veðrinum henda dagin, sær ikki út til at nerva teir eitt einasta petti. Tey eru øll væl ílatin til føroyska veðurlagið. Uttanfyri er helst minsti skúlagarðurin í Føroyum ? bert ein trappa [...] Mállæra Hóast tvey umboð fyri tíðindatænastuna eru í Haraldsundi henda dagin, so órógvar tað ikki undirvísingina. Lærarin kemur innar, og í somu løtu er friður í skúlastovuni. Á tímatalvuni er danskt. -Ja, I [...] Vil du venligst læse på side femoghalvtreds! Tað er danskt á skránni í skúlanum á Haraldsundi fyrrapartin henda kalda hósdagin í apríl. Teir sjey næmingarnir hava allir tikið bøkur sínar fram. Og sum
radiostýrd fóðurskipan í alivinnuni, tól at máta iltinnihald í smolti o.a. Áhugin í vinnulívinum tykist tó vera størstur fyri nýggju KT-útbúgvingini, sum fór í gongd á sumri í 2002, og í næstum kunnu 14 føroyskir [...] bachelorar í kunningartøkni. Hans Pauli Joensen upplýsir, at KT-útbúgvingin aftur verður bjóðað út í 2005. Fyrilestrar Í samband við tiltakið hósdagin vórðu tríggjar almennar framløgur frá fólki í vinnuni [...] viðgjørdi tørvin á útbúnum fólki í fiskivinnuni, Jóhannes Steingrund tosaði um verkfrøði í privatu vinnuni, og Sigurð í Jákupsstovu upplýsti um tørvin á útbúnum fólki í oljuvinnuni. Fróðskaparsetrið fer
heisluverkini í teimum ymsu Norðurlonduum. Hann heldur, at ikki minst hevði eitt slíkt samstarv fingið alstóran týdning fyri heilsuverkið í Føroyum og øðrum útjaðaraøkjum í Norðurlondum. ? Í útjaðaranum í Norðurlondum [...] málið upp í nevndararbeiðið. ? Fyrsta liðið í hesum skal vera at gera støðuna upp í teimum ymsu økjunum í Norðurlondum. Tá ið tað er gjørt, eiga vit, í samráð við læknafgeløg og onur felag í heilsuliga [...] Norðurlendskt samstarv Heilsuverkini í øllum Norðurlondum skulu arbeiða nógv meiri saman. Tað er ætlanin hjá Jógvani við Keldu, løgtingsmanni. Hann hevur júst verið á Norðurlandaráðsfundi, har hann hevur
Hetta verður størsta einstaka íbúðarbyggjarí í Føroyum nakrantíð, tí tað eru ikki færri enn 68 íbúðir í teimum átta blokkunum hann byggir uppi Berjabrekku. Í hvørjum blokki eru 7-9 íbúðir. Arbeiðið at grava [...] byrja við hamaranum í februar næsta ár. Høgni Mikkelsen sigur, at gongst sum ætlað, verða íbúðirnar lidnar og klárar at flyta inn í tíðliga á vári í 2006. Høgni Mikkelsen er gamal í garði tá ið húsabygging [...] ringastu kreppuni í nítiárunum, var hann burtur og tá arbeiddi hann í Noregi, Danmark og í Týsklandi. Blandað fólkaslag Íbúðirnar, sum nú verða bygdar á Berjabrekku eru í trimum støddum. Nakrar eru 63 fermetrar
vit nøkur amerikonsk børn búgvandi miðskeiðis í áttatiárunum. Eg minnist serliga, at hesi ikki hildu, at tað fór at vera møguligt at keypa góðgæti í Føroyum, so tey høvdu tikið ríkiligt við sær. Litríkt [...] Open Day er heitið á tiltakinum, sum var í Hoydølum týskvøldið. Tiltakið myndar eitt kvøld av einari fýra vikur langari legu, sum seinastu vikurnar hevur verið í Hoydølum. Hetta er tó ikki nakað serstakt [...] so fyri tørni at skipa fyri einari legu, meðan føroysk børn á hvørjum ári leita sær út í heim til legur - eisini í ár. Luttakarnir á leguni eru fyrst og fremst 11-ára gomul børn. Tað eru fýra børn úr hvørjum
við føroysku úrslitini. Tey ungu hava víst eldhug í kappingunum her heima í summar, og tey vístu í vikuskiftinum, at tey eisini kunnu gera seg galdandi í altjóða kapping. Tó undirstrikaði føroyska luttøkan [...] einari rennibreyt í Føroyum er serliga harmilig, tá hugsað verður um tey umleið 500 børnini og ungu, ið, nú kappingarárið er hálvrunnið, hava tikið lut í rennikappingum kring landið í ár. [...] og varð hildin sunnudagin. Føroysku luttakararnir í Lyngby Ungdoms Games vóru vinnararnir av Grand Prix kappingini í renning: Esther Rasmussen og Marin í Dali av Tvøroyri, Tróndur Kragesten úr Havn og Álvur