Todi Jónsson hevur verið nógv darvaður av skaða, síðani norska kappingarárið endaði í november mánað. Hóast hann spældi onkran dyst í Royal League í desembur mánað, so var hann skaddur størsta partin av bæði desembur og januar mánað. Vit hittu Toda á SAS-Arena í Herning eftir ein dyst hjá Start móti FC Midtjylland í Royal League. Tá hevði Todi spælt eitt gott korter, og tað var fyrsta dystarvenjingin hjá klaksvíkinginum í 2006.
Trívist væl í Noregi
- Tað hevur verið tungt í vetur, tí eg havi verið nógv skaddur. Men nú gongur tað rætta vegin hjá mær og fleiri øðrum leikarum, tí vit hava havt heilt nógvar skaðar í vetur, sigur Todi Jónsson.
Start var ómetaliga nær við at gerast norskur meistari í fjør, men gjørdust akkurát ov stuttir.
- Vit høvdu fýra skot á stengurnar í seinasta dystinum og hevði bara eitt av teimum farið inn, so vóru vit meistarar. Men hóast tað vóru fólk fegin um silvurið, tí tað var nógv meira, enn nakar hevði væntað undan kappingarárinum. Tað var stórt fyri bæði felagið og býin Kristianssand. Í ár haldi eg, at felagið miðjar ímóti at gerast millum fýra tey fremstu í Tippeliguni. Vit hava so at siga sama hópin sum í fjør, og nú hava nógvir av spælarunum fingið meiri royndir, sigur Todi Jónsson.
Normenn meiri eyðmýkir
- Í Noreg verður spælt meiri beinleiðis í Danmark, og tað dámar mær væl. Somuleiðis haldi eg, at normenn sum heild eru eitt sindur meiri eyðmýkir í sínum fótbóltshugburði. Donsk lið fáa ofta at vita, at tey spæla góðan tekniskan fótbólt og hava góðar spælarar, og tí haldi tey seg kanska verða betur, enn tey í veruleikanum eru. Hinvegin vita norskir spælarar, hvør teirra leiklutur er á vøllinum, og teir vita eisini, at teir noyðast at stríðast, um teir skulu fáa nakað burturúr. Tað er kanska ein av høvuðsorsøkunum til, at norsk lið standa seg betur í Evropa enn donsk lið, heldur Todi Jónsson.
Ferðast millum Danmark og Noreg
Hóast Todi spælir fótbólt í Noreg, so býr føroyski framherjin framvegis í Keypmannahavn saman við konuni Andreu og teimum trimum børnunum.
- Tað riggar væl. Um vit til dømis spæla sunnudag, so eri eg í Keypmannahavn mánadag, týsdag, fríggjadag og leygardag, og tað tekur ikki meiri enn ein lítlan tíma at flúgva millum Kastrup og Kristianssand, greiðir Todi Jónsson frá.
Todi hevur í løtuni tvey ár eftir av sáttmála sínum við IK Start, men møguleiki er eisini fyri at uppsiga sáttmálan um eitt ár. At hetta ivaleyst er seinasti yrkissáttmáli hjá Toda, dylur klaksvíkingurin ikki fyri.
- Fyri einum ári síðani hugsi eg nokk so nógv um tíðina eftir fótbóltin, men nú havi nøkur ár eftir, so eg bíði eitt sindur við at hugsa um tað. Men eg havi áður nevnt, at eitt venjarastarv er ein møguleiki, og tað fari eg helst eisini at royna, sigur Todi Jónsson.
Sjálvur vil Todi Jónsson ikki útihýsa møguleikanum fyri at virka sum venjari í Føroyum, men hann heldur tó, at tað verður trupult at fáa familjuna at flyta til Føroya.