Norðurlendskt samstarv
Heilsuverkini í øllum Norðurlondum skulu arbeiða nógv meiri saman.
Tað er ætlanin hjá Jógvani við Keldu, løgtingsmanni.
Hann hevur júst verið á Norðurlandaráðsfundi, har hann hevur umboðað Føroya Løgting og har reisti hann møguleikan fyri størri samstarvi ímillum heisluverkini í teimum ymsu Norðurlonduum.
Hann heldur, at ikki minst hevði eitt slíkt samstarv fingið alstóran týdning fyri heilsuverkið í Føroyum og øðrum útjaðaraøkjum í Norðurlondum.
? Í útjaðaranum í Norðurlondum býr lítið fólk og sostatt er tað trupult at kunna veita borgarunum nóg góða tænastu á ymsum økjum, sigur Jógvan við Keldu.
Hann vísir til eitt álit, sum Norðurlandaráðið hevur gjørt um útnorður og hann gjørdi ráðnum greitt, at hann kundi hugsað sær at lagt stóran dent á tann partin av álitinum, sum umrøður samstarv ímillum heilsuverkini.
? Tað hevði fingið alstóran týdning fyri útjaðaran, segði Jógvan við Keldu við Norðurlandaráðið.
Løgtingsmaðurin sigur, at Norðurlond seta heilsupolitikk og vælferð í hásætið og hann fegnaðist um teir møguleikar og teir fyrimunir, sum útjaðaraøkini høvdu av, at viðgerð við telemedisini varð so nógv ment.
Tí mælti hann til, at hesin parturin av norðurlendska samstarvinum verður tikin upp til serliga viðgerð fyri at menna samstarvið ímillum heilsuverkini í útjaðaðraøkjunum og teimum framkomnu, stóru Norðurlondini.
Landamørk brótast niður
Jógvan við Keldu sigur, at hóast telemedisin er eitt stórt framstig, skal týdningurin av beinleiðis sambandi ímillum sjúkling og læknar ella onnur starvsfólk í heilsuverkinum, als ikki undirmetast.
Tí heldur hann, at tað hevur týdning at bróta landamørkini ímillum norðurlond niður á hesum øki og at gera øll Norðurlond til ein stóran, innmarknað á heilsuliga økinum.
Hann sigur, at hetta at bróa mørk niður, er rákið allastaðni.
? Hetta at taka marknaðforðingar eru frammi á hvørjum einasta fundi í Norðurlandaráðnnum, bæði tá ið vit tosa um mentan, umhvørvi, vinnulív og annað.
Og hann heldur, at hetta eisini eigur at víðkast til til heilsuliga økið, so at mørkini eisini verða niðurbrotin har.
Hann hugsar bæði um samstarv á sjúkrahúsøkinum og um samstarv á kommunulæknaøkinum.
Tað, hann hugsar um, er bæði at fáa læknar út í útjaðaran og samstarv ímillum sjúkrahúsini um viðgerðir.
?Tað er ongin loyna, at útjaðaraøkini hava stórar trupulleikar at fáa læknar, eins og tað ikki er sjálvsagt, at tað ber til hjá londunum í útjaðaranum at bjóða borgarum sínum góðar viðgerðir, sum eru á hædd við tey stóru norðurlondini.
Tí vónar hann, at tað hevði verið ein stórur fyrimunur at bróta mørk niður á heilsuliga økinum, tí tað hevur so stóran týdning sum nakað annað.
Ein stórur trupulleiki er trotið á læknum
? Læknatrotið ger, at tað er trupult at fáa ein stóran samanhang í heilsuverkið, tí læknar skifta so ofta.
Løgtingsmaðurin sigur, at tað kann vera, at eitt slíkt samstarv eisini kann miðja ímóti at fáa fleiri fólk at lesa til lækna.
Jógvan við Keldu sigur, at tað hann nú fer at royna, er at fáa Norðurlandaráðið at taka málið upp í nevndararbeiðið.
? Fyrsta liðið í hesum skal vera at gera støðuna upp í teimum ymsu økjunum í Norðurlondum. Tá ið tað er gjørt, eiga vit, í samráð við læknafgeløg og onur felag í heilsuliga økinum, at kanna eftir, hvussu samstarvið kann byggjast út.










