einum máli um, at arbeiðið hjá HSF hesum viðvíkjandi er nóg gott, og ein teirra er formaðurin í StÍF, Andrass Danielsen. - Eg skal ikki siga, at tað er lygn, tá formaðurin í HSF sigur, at tey gera eitt [...] av, at foreldur og onnur uttanfyri so finnast at dømingini. - Tá talað verður at hesum, so verður bara ypt øksl, og standard-svarið er bara, at »tað er bara ein dómari. Vit fáa ikki fleiri« og hetta er [...] ikki í iva um, at einasti hátturin at toga hondbóltin úr hesi óhepnu støðu er, at krøv verða sett feløgunum. - Sjálvandi skal mann vara seg fyri sjálvrósi, men eg tori at siga, at til 99% av okkara heimadystum
hava fólk so møguleika at stuðla feløgunum, og familja og onnur kunnu nýta høvið at síggja, hvar tað er, tey ungu halda til í frítíðini. Hetta er alt nakað, sum er við til at skapa ein felags trivnað [...] yder og nyder? er lágt, og soleiðis skal tað eisini vera, tí vit eru øll saman um at skapa Norðoyastevnuna. - Tað kann vera, at alt ikki er so professionelt, men vit eiga at minnast til, at tað í høvuðsheitum [...] Fá munnu duga at ímynda sær eina Norðoyastevnu uttan ein túr oman á keiina at fylgja við, hvussu tað gongur hjá teimum ymsu bátunum og at hitta fólk. - Um veðrið er til vildar, er hetta eisini løtan, tá
Liverpool síðsta kappingarár, og hetta tykist sum ein politiskt avgerð, at Luis Suarez ikki er á listanum. So haldi eg eisini, at David Alaba væl kundi verið á listanum. Hann er ein fantastiska fleksibul leikari [...] haldi faktiskt, at listin er alvorliga sterkur, og teir hava rakt flestu av leikarunum, sum hava havt eitt gott ár. Er tað ein leikari, sum eg kundi funnið uppá at tikið av listanum, er tað Basti Schweinsteiger [...] fyrst leggi til merkis manglar á listanum, er Luis Suarez. Tú kanst siga nógv um mannin, men at hann ikki skal vera millum 25 teir bestu leikararnar í heiminum er tað reina møsn – eisini um mann tekur langa
hugsaði, hvat er tað sum ger, at vit skulu hava alt at passa inn í fýrakantaðar karmar. Eg veit væl, fólk siga tað er effektivt og praktiskt, men tað er snedigt, at vit gera tað við alt. Heimurin er rundur, [...] alt víst á einum fýrakantaðum sjónvarpsskíggja. Formurin er eftir Annika greiðir frá,. at hon valdi at vísa myndirnar í somikið høgari ferð, at fýrakantaði formurin gjørdist tað avgerandi. Tá tú sært ein [...] sjónvarp er fýrakantað, og tú fært eisini fýrakantaði eygu av at hyggja at sjónvarpi, sigur Annika. - Eg vildi gjarna sýna tað fram her inni á Glyptotekinum, greiðir hon frá. - Vetrargarðurin er organiskur
politikkur snýr seg um at skapa vælferð fyri fólkið, her býr. Nú er líkt til, at hetta einans er farið at snúgva seg um at bora tunlar. Sjálvt flokkar, sum siga seg arbeiða fyri fólksins vælferð, eru farnir við [...] nógv sum gjørligt. Tað er líkt til, at hetta er ein sjálvforsterkandi prosess, har flest allir politikkarar luttaka so ella so. Men álvaratos, hvat er tað, sum hevur slíkan skund, at politikkarar blaka alt [...] til í skundi at ganda eina loysn fram, soleiðis at hasir tunlarnir Norður um Fjall kunnu gerast; heldur í dag enn í morgin, skrivar Jóannes Eidesgaard. - Einaferð var tað gott latín at siga, at politikkur
nátúrliga er tað so, at har innlitið er lítið ella avmarkað, har økist vandin fyri manglandi virðing, og tí er so umráðandi, at høvuðsvinna okkara og tey, sum virka í henni, ikki gerast ósjónlig. Her er nógv [...] málsøkið. - Tí er tað so umráðandi, at vit hava tiltøk sum Føroya Sjómannadag, har bæði sjófólk og aðrir samfelagsborgarar fáa høvi at hittast, og har møguleikar eru at síggja og uppliva hetta umhvørvið á [...] leygardagin. Í setanarrøðu sínari vísti hon á, at virðingin fyri vinnuni má ikki fara fyri bakka. - Vit vita øll, at so satt sum vit liva, so fara vit at uppliva broytingar eisini í fiskivinnuni. Hinvegin
haraftrat er Skálaberg bygdur til at gera meira burtur úr tí tilfeingi, sum annars hevði farið í havið aftur. Hetta er eisini nakað, sum eg fari at hefta meg við, nú eg ætli mær at halda fram at skriva dagbók [...] eg ikki at siga í løtuni, men tað vil eg ikki útiloka. Hetta veldst eisini um, hvussu heilsan verður. Høgni vísir á, at tá hann í slíkum starvi sum landslækni hevur hug at royna okkurt annað, er neyðugt [...] tað er, sum dregur hann út á hav. - Í fyrsta lagi er tað dreymurin um veruliga at royna sjólívið og spenningurin at uppliva okkurt nýtt og forvitnisligt. Eg kenni meg ógvuliga væl umborð, og tað er gevandi
postrutu. Mest týsdag At ganga soleiðis við posti krevur sína tíð, og tíðin, ta tekur at bera allan postin út, er eisini ójøvn. - Tað er minni at gera mánadagar nú - nei, tað vil siga, at soleiðis var tað fyrr [...] tilboðsblað. Hetta tilboðsblaðið frá handlinum skal berast út í øll húski í Hósvík, Hvalvík, Streymnesi og Saksun, nú Sundalagsstevnan stendur fyri framman. Klokkan er farin at nærkast 10 og Lis er klár at fara [...] arbeiðið hjá Lis er at hon í verleikanum er fastur avloysari hjá hinum postboðunum á Posthúsinum á Oyri. Tað hevur so aftur havt við sær, at hon mangan hevur skulað brúkt nógva tíð at seta seg inn í tær
vinir,¹ at tosa um medábyrgd og kom eisini við ábreiðslum, hóast hann samstundis helt, at ríkisfelagsskapurin ikki var í vanda. Føroyingar geva okkum skyldina fyri alt - Tað er einki at dylja, at eg ofta [...] stjórnina og føroyingar. Tað er ið hvussu so er veruleikin í andstøðuni, sum áhaldandi hevur funnist at tørvandi samskiftinum millum forsætisráðharran og Landsstýrið. - Hetta verður ikki góðtikið, um danska [...] støðan hjá stjórnini ikki broytist, og hon heldur fram við at vera so negativ mótvegis føroyingum, er ikki óvist, at Vinstriflokkurin fer at royna parlamentarisku heimildina hjá stjórnini í hesum sambandi
Marita Petersen, vísir aftur, at barnagarðurin á stovninum nakrantíð er latin aftur. - Tað er ikki rætt, at barnagarðurin er niðurlagdur. Virksemið í smábarnadeildini er lagt nakað um. Eini fimtan børn [...] Lillemor Jernquist um at koma til Skotlands at síggja, hvat tey hava at bjóða, og tað hevði uttan iva verið áhugavert. Men tað er umráðandi at vita áðrenn, hvør tørvurin í Føroyum er og hvørja orku vit longu [...] hesi børnini. Eg dugi ikki at siga, um Petø-viðgerðin er tað einasta rætta, men nógv av tí, hon er kend fyri, hevur í nógv ár verið og verður enn brúkt her. Vit arbeiða við at skipa virksemið í smábarnadeildini