karnitintilskoti, sum tey umleið 150 fólkini hava fyri neyðini, tí tey hava fingið staðfest sjúkuna Carnitin Transporter Defekt, betur kent sum CTD. Afturat teimum koma so tey, sum taka karnitintilskot [...] skot, sjálvt um tey ikki hava fingið staðfest CTD. Tey flestu keypa tilskotið í hondkeypi á apotekunum, men summi fáa tað upp á resept frá teirra kommunulækna. – Hetta verður ikki gjørt eftir viðmæli frá [...] um tey ikki hava tað fyri neyðini, sigur Jan Rasmussen, lækni. Hann er hjálparlækni á Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum og Ph.d. lesandi við verkætlanini: CTD í Føroyum 28.000 kannað Til fyri
Chevron Oljufyrisitingina, har tey greiddu frá fyribils úrslitinum av seinastu kanningunum og gjørdu status yvir teirra virksemi á landgrunninum. Eisini vóru stig tikin til at lata upp skrivstovu í Havn [...] talan er um eina lønandi oljukeldu. Seamus viðgongur, at tey hava brúkt upplýsingar frá Cambo til kanningarnar á Rosebankfundinum. Ein orsøkin til at Chevron søkti um lovyi beint hinumegin markið á føroyskum [...] var nøgdur við fundin, nú vit hava livað upp til okkara forpliktilsi á landgrunninum, har vit longu eftir góðum sjey mánaðum hava gjørt tær kanningar, sum vórðu avtalaðar at gera innan fyri eitt tvey ára
sandurin í Miðvági fyrsti heimavøllur felagsins. Fram til 1969 hevði felagið ikki nakran vøll, sum tey kundu rópa sín egna, men eisini hetta stóð til at broyta. Við sjálvbodnari arbeiðsmegi frá bygdarfólkinum [...] MB at vera eitt lið, sum ferðaðist millum bestu og næstbestu deildina hesi árini. Í 1994 vórðu so stig tikin til stovnanina av FS Vágum. Fyrsta árið eydnaðist væl, og í 1995 skuldi samansetta liðið royna [...] Midvaag Fodboldklub, sum seinni varð broytt til Miðvágs Bóltfelag, MB.« Hesin sami Carl Johansen var eisini formaður í felagnum fyrstu árini. Hann var komin til Føroya í 1893 sum vágaprestur, og hetta tengt
politistøðini í Havn. ? Tað er í øllum førum meira enn vanligt. Tey, ið komu inn at gista, vórðu tikin síðani seinnapartin fríggjadagin, og tey flestu fyri fyllskap. Annars hevur verið rættiliga friðarligt [...] onkrir brotnir rútar, og eisini hevur onkur brotið bakrútin á einum politibili. Hetta hendi náttina til sunnudagin í miðbýnum. Í Klaksvík og í Vágunum hevur annars verið stak friðarligt. Politistøðin í Klaksvík
september, og sama dag flugu vit frá Logan floghavnini í Boston til Montreal. Tveir dagar seinni verða tvey flogfør tikin á somu floghavn til álopið, og tað leyp ein øgiligan hvøkk á meg. Eg vildi bara heimaftur [...] tríggjar vikur, so føstufressarnir nýttu ikki meir enn fimm vikur til fløguna, sum seinni varð kosin til aldarinnar fløgu í Føroyum. Til Íslands Um tað mundið, tá fløgan hjá Føstufressum kom út, vóru greið [...] Eyðun Hansen, Eyðun Nolsøe og Kári Jacobsen vóru í 1988. Vit vórðu kortini yvirtalaðir av Siggi Flosa at fara til Íslands. Leiðin gekk til Reykjavíkar, og á jazzskúlan FíH. Arnold búði í Íslandi frá 1990-1993
Í fjør vórðu 117 blførarar tiknir í Føroyum fyri at koyra við kenning. Tað upplýsir løgreglan, sum akkurát hevur gjørt tølini upp, fyri in.fo Av teimum 117 bilførarunum sum vórðu tiknir, vórðu fimm tiknir [...] tiknir í sambandi við ferðsluóhapp við persónsskaða. Hinvegin vórðu 24 bilførarar tiknir í sambandi við ferðsluóhapp, uttan persónsskaða og 88 vórðu tiknir í vanligum kanningum hjá løgregluni, ella á hjólum [...] løgreglan kallar tað. Sostatt er árið í fjør eitt av teimum frægu til rúsdrekkakoyring, tí vanliga eru tølini eitt sindur hægri, okkurt árið eru tey væl hægri. Men ein góð gongd er í øllum førum, at talið á
verður um eina vídd, sum svarar til einar seks! vanligar ítróttarhøllir. Hartil skulu ljós-, ljóð, hita og luftviðurskifti vera á einum støði, sum ger høllina hóskandi til kappingar, umframt at aðrir hentleikar [...] Nú verður bólturin so latin teimum, sum áður hava luftað eitt ynski um, at tey vilja standa fyri eini komandi fótbóltshøll. Tey, sum higartil hava givið mest konkretu boðini, eru kommunurnar í Sundalagnum [...] ndið hevur boðað frá, at umsóknarfreistin til tær 12 milliónirnar er 15. apríl, og tað verður so ikki fyrr enn eftir hetta, at endaliga avgerðin verður tikin.
nógv longri. Fyri tað næsta verða tey koyrd til hús uttan fyrilit fyri teirra egnu støðu, og fyri tað triðja missa tey ikki bara tilknýtið til arbeiðsplássið, men til arbeiðsmarknaðin yvirhøvur, sigur [...] verða uppsøgd við 1 mánaða freist, um tey gerast sjúk eitt longri tíðarskeið. Fyri tað fyrsta verður tann uppsagnarfreistin, tey annars hava vunnið sær rætt til, tikin frá teimum, tí uppsagnarfreistin í vanligum [...] reglan var galdandi, hevði arbeiðsplássið eina passiva støðu til sjúkrafráveruna og lat standa til. Tá teir 120 dagarnir vóru farnir, vórðu fólk uppsøgd. Nú 120-daga reglan er burtur, og sjúkraráð er skipað
skynsemi ber til at veiða ein part av hesum. Nú um dagarnar lýsti Fiskimálaráðið aftur eftir eftumsóknum til royndarveiðu eftir reyðæti, sum Havstovan mælti til fyri nøkrum árum síðan. - Vísandi til tilmælið [...] Havstovuni vórðu í 2020 givnar fimm tilsagnir um royndarveiðu eftir reyðæti. Tilsagnirnar, sum vórðu latnar í 2020, vóru galdandi til á vári 2025 og eru tí gingnar út. Í Fiskimálaráðnum vísa tey á, at síðan [...] vinnuni at fara undir royndarfiskiskap eftir reyðæti, siga tey í Fiskimálaráðnum um dagarnar, og her lýsa tey nú eftir møguligum áhugaðum til hesar royndir. Um marknaðin fyri reyðæti verður sagt, at hann
møguliga broyting í mynstrinum. Men fyrstu tølini geva orsøk til varligt bjartskygni. Í alt 91 klipp vórðu givin teir sjey mánaðarnar í 2024 frá juni til desember (í meðal 13 um mánaðin). Fyrstu tríggjar mánaðirnar [...] Christiansen (nýggi landsstýrismaðurin í Fiskivinnu- og samferðslumálum) setti dagin. Jóhan vísti til ótroyttiliga arbeiðið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd og tær broytingar, sum eru hendar hesi árini, síðani [...] á stovn. Eisini vísti hann á ítøkilig stig á ferðslutrygdarøkinum, sum aðalráðið hevur tikið stig til eftir áheitan frá RFF. Millum annað um skaðanevnd at kanna álvarsligar ferðsluvanlukkur og klipp í