11 inn at sova

Í Havn hevur verið rímiliga friðarligt um vikuskiftið, verður sagt av politistøðini. Tó hava heili 11 fólk verið í kjallaranum, sum teir kalla tað, og sovið rúsin av

? At fáa 11 fólk inn á støðina at sova, er rættiliga nógv, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. ? Tað er í øllum førum meira enn vanligt. Tey, ið komu inn at gista, vórðu tikin síðani seinnapartin fríggjadagin, og tey flestu fyri fyllskap.
Annars hevur verið rættiliga friðarligt. Eitt sindur av herverki her og har, onkrir brotnir rútar, og eisini hevur onkur brotið bakrútin á einum politibili. Hetta hendi náttina til sunnudagin í miðbýnum.
Í Klaksvík og í Vágunum hevur annars verið stak friðarligt. Politistøðin í Klaksvík hevði havt ein yvirnáttandi gest, og tað var ein hundur.
? Tá hundar ganga og mala leysir í býnum, so taka vit teir inn, sigur vakthavandi í Klaksvík. ? Men vit fingu ongar uppringingar um vikuskiftið, so ein kann róliga siga, at tað hevur verið ógvuliga friðarligt.