Í fjør vórðu 117 blførarar tiknir í Føroyum fyri at koyra við kenning. Tað upplýsir løgreglan, sum akkurát hevur gjørt tølini upp, fyri in.fo
Av teimum 117 bilførarunum sum vórðu tiknir, vórðu fimm tiknir í sambandi við ferðsluóhapp við persónsskaða. Hinvegin vórðu 24 bilførarar tiknir í sambandi við ferðsluóhapp, uttan persónsskaða og 88 vórðu tiknir í vanligum kanningum hjá løgregluni, ella á hjólum, sum løgreglan kallar tað.
Sostatt er árið í fjør eitt av teimum frægu til rúsdrekkakoyring, tí vanliga eru tølini eitt sindur hægri, okkurt árið eru tey væl hægri.
Men ein góð gongd er í øllum førum, at talið á bilførarum, sum eru tiknir við kenning í samband við ferðsluóhapp við mannaskaða, hevur ikki verið so høgt hei síðstu árini.
Hesi síðstu árini hevur talið á bilførarum, sum eru tiknir við kenning í samband við ferðsluóhapp við persónskaða, ligið ímillum tríggjar og fimm um árið. Men árini frammanundan, frá 2003 til 2008, lá talið ímillum 10 og 19 um árið.
Eisini talið á teimum bilførarum, sum eru tiknir fyri at koyra við kenning í sambandi við ferðsluóhapp uttan persónsskaða, hevur verið fallandi hesi síðstu árini.
Tey fyrstu árinii hesi øldino lá talið ímillum nøkur og tríati, upp í nøkur og fýrati, men seinni árini er tað heldur lægri við tað, at tað hevur ligið upp ímóti teimum tríati.
Annars hevur talið á teimum, sum eru tikin fyri rúsdrekkakoyring hesi síðstu árini, verið: 2002:159 2003:194 2004:168 2005:160 2006:179 2007:199 2008:165 2009:140 2010:99 2011:115 2012:126 2013:117
|