Ársfundur í Norðurlandahúsinum:
Jóhan Christiansen (nýggi landsstýrismaðurin í Fiskivinnu- og samferðslumálum) setti dagin. Jóhan vísti til ótroyttiliga arbeiðið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd og tær broytingar, sum eru hendar hesi árini, síðani RFF varð sett á stovn. Eisini vísti hann á ítøkilig stig á ferðslutrygdarøkinum, sum aðalráðið hevur tikið stig til eftir áheitan frá RFF. Millum annað um skaðanevnd at kanna álvarsligar ferðsluvanlukkur og klipp í koyrikoyrtið fyri handhildna teleútgerð. Í løtuni verður eisini arbeitt við at herða reglurnar fyri rúsevnakoyring – ein ítøkilig avleiðing av vaksandi avbjóðing í samfelagnum, har alt fleiri verða tikin fyri rúsevnakoyring.
Jónhild Rasmussen, forkvinna og Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri, løgdu fram ársfrágreiðing fyri 2024. Ongin læt lív í ferðsluni í 2024 og tað er fjórða árið í nýggjari tíð. Okkara tøl eru smá og tí eru tey eisini sera viðbrekin og einhvør álvarslig vanlukka kann tí hava stóra ávirkan, tí brúka vit altíð eitt 5-ára miðal, tá vit samanbera okkum við grannalondini. Lágu tølini seinnu árini hava við sær, at vit í meðal hava frægastu tølini í norðurlondum.
##med2##
Tann 29. maj 2024 komu broytingar í ferðslulógini í gildi, sum ávirka nýtslu av handhildnari teleútgerð (millum annað fartelefon). Bótin varð hækkað og nú fært tú eisini klipp í koyrikortið fyri hetta brotið. Seinnu árini hevur løgreglan skrivað sera nógvar bøtur fyri júst fartelefonnýtslu í bilinum – bæði trý- og fýrahundrað um árið. Tað er minni enn eitt ár síðani lógarbroytingina, og tí er heldur tíðliga at siga alt ov nógv um møguliga broyting í mynstrinum. Men fyrstu tølini geva orsøk til varligt bjartskygni.
Í alt 91 klipp vórðu givin teir sjey mánaðarnar í 2024 frá juni til desember (í meðal 13 um mánaðin). Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár eru 29 klipp givin (góð 9 í meðal um mánaðin). Um vit framhaldandi fara at síggja hetta rákið, eiga vit eisini at síggja tað aftur í einum lækkandi tali av ferðsluóhappum. Hetta fer tíðin at vísa og vit fylgja gongdini.
Á ársfundinum hesaferð varð spildurnýggja granskingarverkætlanin ”Z-ættarliðið og bilurin” løgd fram. Firouz Gaini hevur staðið fyri verkætlanini, sum er eitt samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og RFF og Betri Stuðulsgrunnurin hevur stuðlað arbeiðinum. Eftir eina stutta framløgu um verkætlanina, varð skipað fyri kjaki um evnið og nógv áhugaverd sjónarmið komu í ljósmála.
Kanningin byggir á fokusbólkasamrøður við ung, sum hoyra til sonevnda ”Z-ættarliðið” – hetta er felagsheitið fyri tað ættarliðið, sum er frá uml. 1997-2012.
##med3##
Høgni í Jákupsstovu stýrdi kjakinum. Í panelinum vóru: Firouz Gaini (granskari), Paul Kjartan Matras (lesandi á Fróðskaparsetrinum, og luttakari í kanningini) og Lovisa P. Glerfoss (stjóri í RFF)
Sí ársfrásøgn og ársroknskap her:
(Ólavur Frederiksen tók myndirnar)