sær til, at tá hesi húsini vóru bygd, vóru tey næststørstu hús í Føroyum, einans Amtmannsborgin var størri. Inni har fingu vit nógv at síggja og vita, blíðskapurin var góður, oman á fingu vit kaffi, te og [...] hugsandi, at menn, ið hava havt hug til at velta upp úr nýggjum, hava búsett seg har. Lendið hevur verið dragandi á so mangan hátt. Úr Æðuvík gekk leiðin til Runavíkar, har fingu vit ein góðan døgurða á [...] at bíta merki í. Seinasta savnið, vit vitjaðu, var í Fuglafirði, har vóru vit inni í Piddasa handli og Riberhúsi, har eisini var áhugavert, eins og í teim plássum, vit høvdu verið í frammanundan, og har
arbeiðsmegi óansæð um tíðirnar eru góðar ella ringar. Altso, bæði tá vit eru í toppinum í konjunkturinum og tá vit eru í aldudalinum, skulu vit seta lærlingar við. Í juni 2019 rukku partarnir á arbeiðsmarknaðinum [...] til eftir korona. Tí eiga vit at kanna møguleikarnar fyri einum fjarlestraumhvørvi í Føroyum. Ikki har fólk sita heima við hús við ein telduskíggja ein og ein, men har vit hava heili hold og klassar, sum [...] hægri lestur. Vit eru á eini sunnari og góðari leið við lutfallinum millum akademiskar útbúgvingar og yrkisútbúgvingar. Tað er skeivt at seta útbúgvingarnar upp ímóti hvørjari aðrari, tí vit hava brúk fyri
Danmark. Hetta var tá ikki ein møguleiki, sum stóð øllum í boði, sum tað tíbetur ger í dag. Fyri okkum unglingar var hetta nakað av eini mentanarkollvelting at fara burtur í onnur lond. Vit sluppu heim til [...] til jóla og í summarfrí við Tjaldrinum, men annars máttu vit búleikast fjart frá familju, vinum og heimi hesi týdningarmiklu árini frá tí, vit vóru 16 til 19 ár. Men fyrst í sjeytiárunum var spurningurin [...] í Havn. Landsstýrið, sum tá sat, tók ta støðu, at skuldi tilboðið víðkast, so skuldi nýggja útbúgvingin bjóðast út eisini uttan fyri høvuðsstaðin. Soleiðis gekk tað til, at vit fingu HF- skeið í Klaksvík
fer fyri bakka. Hugsa vit okkum at ein møguligur »Basi« fyri oljuvirkseminum verður í Suðuroy, skulu so fólk úr Norðdepil og Gjógv, flyta til Trongisvág. Problemið Nei, problemið vit standa yvir fyri at [...] tyrlu og tá sleppa fólk úr Fugloy og av Viðareiði við eisini. Hví kunnu fólk í Sandavági ella Sumba ikki sleppa ørindi til Havnar, Klaksvík ella Runavík, at avheinta Gekkavinningin, og til hús aftur sama [...] sama dag, tá tú kanst ferðast av Norðskála til Keypmannahavn og aftur sama dag. Niðurstøða Við eini skilagóðari útbygging av tyrlutænastuni og væl skipaða tyrluferðaætlan um alt landið, kunnu vit, fyri rímuligan
sleppa at keypa hús inn undir seg, sum tískil ikki eru tøk. Vit gera øllum okkara borgarar eina tænastu við at menna økini runt um landið, og tá fáa vit ein sethúsamarknað sum ber fíggingar. Tá fáa allir okkara [...] borgaran uppá sikt. Vit muga økja eftirspurningin eftir húsum uttanfyri meginøkið, so at marknaðarprísurin hækkar. Og hetta gerst við at leggja dent á at menna útjaðaran. Í nógv ár hava vit hoyrt um gongdina [...] ikki trupulleikan at fíggja hús í útjaðaranum her og nú . Fólk sum hava fíggjarliga styrki fáa fígging frá verandi bankum. Men aðrir møguleikar eru at seta búgv. Kommunur sum hava grundstykkir kunnu “alliera”
valdsgirnd. Vandi á ferð Um vit taka Kommunusamskipan Føroya (KSF), sum umboðar allar kommunur í Føroyum. Hvør er formaður har - í løtuni er tað borgarstjórin í Havn (kundi eisini veri annar persónur úr aðrari [...] Løgtinginum er tí ein vavgreytur av landspolitikki og lokalpolitikki. Tað sær út til, at løgtingslimir hava lítlar og ongar ambitiónir ella visiónir fyri Føroya land, men eru bara upptiknir av at føra lokalpolitikk [...] høvuðsstaðarkommununi. Men hann skal eisini umboða allar kommunur í Føroyum líka væl. Her hoppar ketan av. Tá talan er um býráðspolitikk og landspolitikk, hvør umboðar hvønn, hvar og hvørji áhugamál skal formaðurin
soleiðis at bæði hús, sjúkrahús, skúlar, samferðslukervið - ja, landið alt - kann verða endurreist. Men eitt annað endamál er fólk og neyðhjálparfelagsskapir ikki gloyma ta hjálp, ið fólkið hava fyri neyðini [...] áskriftini “Eg renni fyri Haiti”. - Vit vóna, at bæði einstaklingar og nógv arbeiðspláss, skúlar og fyritøkur kring landið fara at luttaka, sigur Katrin á Neystabø. Tá Kvinnurenningin var í fjør í Havn luttóku [...] - Í Haiti er - og verður - framvegis brúk fyri nógvum peningi at endurreisa landið. Og her kunnu vit eisini verða við, slær Katrin á Neystabø fast. Endurreisa landið Katrin á Neystabø vísir á, at eftir
úti Hóast nógv hús og virkisbygningar eru á Kambsdali, eru góðir møguleikar hjá børnunum at hava virksemi uttandura. Hetta gera tey nógv av. - Ja, vit eru rættiliga nógv úti. Tá fanga vit síl, ganga túrar [...] saman Tá ein tekur við starvi sum dagrøktari hevur ein ikki beinleiðis ávirkan á, hvørji børn ein fær. Hjá Súsonnu og Anniku var støðan tann sama, men tað vísti seg kortini, at tær í løtuni bara hava gentur [...] at tað er eisini gott bara at hava gentur. Eg upplivi so í øllum førum, at tær spæla sera væl saman, sigur Súsanna við einum brosi. Børnini í dagrøktini Henda dagin vit hittu genturnar á Kambsdali vantaðu
1997 so er Sparikassin peningaliga betri fyri enn hann var tá. Gjaldføri hjá Sparikassanum er frægari nú enn tað var fyri einum árið síðani. Tá var gjaldføri hjá Sparikassanum 945 mió. krónur. Nú er tað [...] Hesin setningur er sagdur ofta í seinastuni og av nógvum persónum. Hyggja vit í roknskapirnar hjá peningastovnunum, so fáa vit sjón fyri søgn. Ársroknskapurin hjá bankanum fyri 1997, sum ikki hevur sæð [...] døgum verður sparikassaroknakapurin lagdur fram. Og tað sær út til, at føroysku peningastovnarnir hava tað gott, og at teir eru fíggjarliga væl fyri. Roknskapurin hjá sparikassanum fyri fyrsta hálvár 1998
átti at gjørt, men tosa vit um týdningin fyri føroyskt mentunarlív, hevur Húsið eftir mínari meting havt grundleggjandi týdning, ótrúligan týdning. Tí fyri tað fyrsta hava vit tvey elementer ting, nevniliga [...] bygningur til hesa listagrein enn nakar annar føroyskur bygningur. Vit hava jú fingið stórar leikir uttanífrá, stórar uppsetingarnar hava verið í Norðurlandahúsinum, og her minnist Dánjal Pauli úr rúgvuni [...] Pauli er góður frásøgumaður, og vit fingu eitt prát við hann um, hvussu ætlanin um at byggja Húsið kom í lag, hvussu undirtøkan var fyri hesum, og hvussu hesi 15 árini hava hilnast. Dánjal Pauli fortelur