Út at renna fyri Haiti

Leygardagin 27. mars verður høvið at renna ella spáka, og samstundis stuðla hjálpararbeiðinum sum Reyði Krossur ger á Haiti. - Vit vilja líkasum seta Haiti í perspektiv, so fólk ikki gloyma tað sum hendi 12. januar, sigur ein av fyriskiparunum, Katrin á Neystabø

Føroyar/Haiti:“Eg renni fyri Haiti”.

Soleiðis er heitið á tiltakinum, sum Reyði Krossur fer at skipa fyri henda dagin.

Møguleiki verður hjá fólki í Havn, Klaksvík og í Vági at renna ella spáka ein ávísan tein fyri Haiti.

Hetta verður í fyrstu atløgu gjørt fyri at savna inn pening, soleiðis at bæði hús, sjúkrahús, skúlar, samferðslukervið - ja, landið alt - kann verða endurreist.

Men eitt annað endamál er fólk og neyðhjálparfelagsskapir ikki gloyma ta hjálp, ið fólkið hava fyri neyðini, soleiðis at gerandisdagur teirra kann gerast so vanligur aftur sum gjørligt.

- Í Haiti er - og verður - framvegis brúk fyri nógvum peningi at endurreisa landið. Og her kunnu vit eisini verða við, slær Katrin á Neystabø fast.


Endurreisa landið

Katrin á Neystabø vísir á, at eftir hesa og aðrar ógvusligar hendingar, er nógv fokus á landið og tað sum er hent. Men so líðandi hvørvur hesin sami áhugin.

- Við hesum átakinum vilja vit minna á, at fólkið í Haiti framvegis hevur brúk fyri hjálp til at endurreisa landið, greiðir hon íðin frá.

Tiltakið verður skipað sum ein renning, har fólk við at tilmelda seg lata eitt gjald, sum fer óskert til hjálpararbeiðið í Haiti.

Í Havn verður runnið av Tórsbreyt, í Klaksvík frá KÍ-høllini, meðan tey í Vági renna rundan um Vatnið.

Umframt fólk frá Reyða Krossi skipa rennifeløgini Bragdið í Havn og Treysti í Klaksvík, saman við VILT í Suðuroy fyri tiltakinum.

Sagt verður, at allir rennararnir eru við í lutakastinum um ymiskar vinningar. Tey sum melda til áðrenn 14. mars, fáa eina T-skjúrtu við áskriftini “Eg renni fyri Haiti”.

- Vit vóna, at bæði einstaklingar og nógv arbeiðspláss, skúlar og fyritøkur kring landið fara at luttaka, sigur Katrin á Neystabø.

Tá Kvinnurenningin var í fjør í Havn luttóku 1100 kvinnur. Nú verða bæði menn og børn boðin við, og tí er ikki óhugsandi, at talið av luttakarum kann fara at nærkast teimum 3000.





76 mia at endurreisa Haiti

Tað fer at kosta einar 14 milliardir dollarar ella einar 76 milliardir krónur at endurreisa Haiti eftir tann ógvusliga jarðskjálvtan 12. januar.

Tað er metingin hjá Alamerikanska Menningarbankanum, IDB, sum samstundis staðfestir, at jarðskjálvtin í Haiti er tann mest oyðileggjandi náttúruvanlukkan í nýggjari tíð.

Bankin hevur kannað umstøðurnar og sigur, at tað fer at kosta millum átta og 14 milliardir dollarar, ella millum 44 og 76 milliardir krónur at byggja hús, skúlar, almennar bygningar og samferðslukervið uppaftur.

Mett verður, at 150.000 fólk lótu lív, 600.000 liva á gøtunum í Port-au-Prince og at 235.000 fólk eru rýmd úr høvuðsstaðnum.

Reyði Krossur í Danmark hevur higartil sent 9 mió krónur til Haiti, harav tær 500.000 vóru úr Føroyum. Umframt hetta eru 400 fólk send frá felagsskapinum til Haiti, og eini 2000 lokal fólk hjá Reyða Krossi eru knýtt at hjálpararbeiðinum í løtuni.