Úrslitið er verri men gjaldførið er betri

Hálvársúrlitið hjá Sparikassanum uppá 27,5 mió. krónur er 5 mió. verri enn tað var somu tíð í fjør. Men hóast tað, so væntar leiðslan í Sparikassanum, at ársúrslitið fyri 1998 fer at liggja á leið á sama støði, sum tað gjørdi í 1997

Nú helmingurin av hesum árið reiðiliga er farin afturum, koma hálvársroknskapirnir hjá peningastovnunum.

Roknskapurin hjá Føroya Banka var framlagdur fyri stuttari tíð síðani, og í hesum døgum verður sparikassaroknakapurin lagdur fram.

Og tað sær út til, at føroysku peningastovnarnir hava tað gott, og at teir eru fíggjarliga væl fyri.

Roknskapurin hjá sparikassanum fyri fyrsta hálvár 1998 vísir eitt yvirskot uppá 27,5 mió. krónur.

Men hóast úrslitið er heldur verri enn tað var fyri fyrra hálvár 1997 so er Sparikassin peningaliga betri fyri enn hann var tá.

Gjaldføri hjá Sparikassanum er frægari nú enn tað var fyri einum árið síðani.

Tá var gjaldføri hjá Sparikassanum 945 mió. krónur. Nú er tað 982 mió.


Fimm mió verri

Sammett við árið fyri er úrslitið fimm mió. krónur verri enn tað var í fjør, men tað eru nakrar skilagóðar frágreiðingar til tað.

Rentuinntøkurnar hjá Sparikassanum eru á leið tær somu, sum tær vóru í 1997. Men tá hugsað verður um, at m. a. útlánsmassin er 100 mió hægri enn hann var somu tíð í fjør, so merkir tað at rentuinntøkurnar eru falnar.

Rentuútreiðslurnar eru hinvegin hækkaðar við umleið trimum mió. krónum.

Hóast tað ikki hevur so stóra ávirkan á ársúrslitið, so gongur striltið hjá Sparikassanum at fáa nøktandi úrslit burtur úr virðisbrævahandli og útlendsku gjaldoyrunum.

Seinastu árini hava viðurskiftini á alheims virðisbræva- og gjaldoyramarknaðinum verði sera ótrygg, og torført hevur verið at gita nakað sum helst um nakra gongd. Hetta hevur óiva eisini gjørt seg galdandi í Sparikassanum og tí er hálvársúrslitið av hesum virksemi Sparikassans givið eitt hall upp á umleið eina millión krónur.


Færri starvsfólk -

hægri løn

Samlaðu útreiðslurnar hjá Sparikassanum fyrsta hálvár 1998 eru tríggjar mió. krónur hægri enn tær vóru sama tíðarskeið í fjør.

Í frágreiðingini frá leiðsluni í Sparikassanum stendur at lesa, at tað serliga eru útreiðslurnar til sáttmálatreytaðu lønirnar og edv-útreiðslurnar, sum eru orsøkin til hækkingina.

Samstundis stendur, at starvsfólkatalið ultimo juni 1998 var 176 ímóti 181 ultimo juni 1997


Broytt

avskrivingarháttin

Avskrivingarnar hjá Sparikassanum eru hækkaðar við 700 túsund krónurm sammett við fyrra hálvár í 1997.

Ein av frágreiðingunum er, at Sparikassin hevur broytt avskrivingarreglurnar fyri innbúgv og tól.

Nú er her ikki talan um ársroknskap, men tað hevði nú veri greiðari um leiðslan í Sparikassanum, í hálvársroknskapinum, í krónum upplýsti hvat henda broyting merkti.


Burturleggingar

verða afturførdar

Tað gongur framá í føroyska búskapinum.

Hesin setningur er sagdur ofta í seinastuni og av nógvum persónum.

Hyggja vit í roknskapirnar hjá peningastovnunum, so fáa vit sjón fyri søgn.

Ársroknskapurin hjá bankanum fyri 1997, sum ikki hevur sæð sín líka í Føroyum áður, var í sera stóran mun ávirkaður av afturførdum burturleggingum.

Sparikassin hevur ikki havt so stórar burturleggingar sum bankin, men tað vísir seg nú, at ein góður partur av hesum burturleggingum verður afturførdur sum tíðin gongur.

Hetta merkir, at tað, sum fyri nøkrum fáum árum síðani var mett at verða ein tapsvandi fyri peningastovnarnar, ikki er so ótrygt longur.

Tó skal sigast at peningastovnarnir hava mist og avskrivað pening.


Sparikassin er tryggur

Tað er - og hevur ikki verið - nøkur orsøk at óttast fyri at Sparikassin er í nøkrum vanda.

Gjaldføri Sparikassans er gott. Nógv betri enn lógarkrøvini siga og solvensurin er eisini nógv betri.

Lógarkravið er 8 prosent, men hálvársroknskapurin vísir at solvensurin hjá Sparikassanum er 32,5 prosent.


Virksemi økist

Síðani sparikassalógin varð broytt hevur Sparikassin gjørt nógv burturúr at fáa fatur á vinnulívskundum og tað sær út til at ganga eftir ætlan.

Útlánini og innlánini øktust við umleið 130 mió. krónum.

Tað merkir bara at kappingin á okkara peningamarknaði er vaksandi og at peningastovnarnir verða noyddir at gera eitthvørt fyri at tekkjast kundunum.

Vaksandi virksemi í Sparikassanum hevur við sær, at útlánsprosent er vaksið úr 89 prosentum upp í 89,5 prosent. Ikki so nógv, men tó ein vøkstur.


Útlitini fyri seinna

hálvár eru góð

Nú hálvársroknskapurin er framlagdur er tíðin komin at meta um samanlagda úrslitið fyri 1998.

Ársúrslitið fyri 1997 var heldur verri enn tað hevði verið árini frammanundan, men leiðslan var nøgd kortini.

Viðvíkjandi restini av árinum sigur leiðslan, at teir meta at úrslitið av vanliga rakstrinum fyri 1998 fer at liggja á sama støði sum úrslitið gjørdi í fjør.

Tað skuldi merkt, at Sparikassin kemur at hava eitt ársúrslit, sum liggur ímillum 50 og 60 milliónir.

Og tað er nú ikki so galið kortini ...