endamál: at geva børnum grundleggjandi førleikar í fyrstuhjálp og soleiðis við tíðini hækka trygdarstigið í føroyska samfelagnum. Betri-samtakið hevur í nógv ár verið ein trúgvur og hollur stuðul hjá Reyða [...] karmarnar um hetta arbeiðið, millum annað við útgerð og tilfari. Við Ársins fyrstuhjálpara og Ársins barnaheiðri varpar Reyði Krossur ljós á vaksin og børn, sum hava framt serlig avrik innan fyrstuhjálp [...] stuðulin gjøgnum nógv ár. Langtíðar samstarv gevur okkum betri møguleika at leggja arbeiðið til rættis og tryggja, at hesi átøk kunnu halda fram. Mynd: Evy J. Jacobsen, forstjóri í Betri P/F, og Jóannes
ári – dagin fyri ukrainska sjálvstýrisdagin 24. august. Í ár verður dagurin aftur hildin, meðan landið er í kríggi. Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022, og síðan hevur blágula flaggið fingið serligan [...] Zelenskyj, var við til hátíðarhaldið í Kyiv saman við ukrainskum hermonnum, politikarum og útlendskum gestum. Við hátíðarhaldið varð eisini mint á tey, sum hava latið lív í verjuni av Ukraina. ##med2## Ukrainski [...] Ukrainski tjóðarflaggdagurin varð settur á stovn í 2004. Dagurin sipar millum annað til 23. august 1991, tá ein bólkur av tjóðartingslimum bar blágula flaggið inn í tingsalin hjá ukrainska tjóðartinginum. ##med2##
Markus Hellisdal var púra tryggur, tá ið hann sendi bóltin í málið. Hetta var aðru ferð í ár, at 23 ára gamli Markus Hellisdal var málskjútti í ár. Fyrra ferðin var, tá ið Skála ÍF á heimavølli 6. apríl tapti [...] Tað endaði við 1-0 sigri til gestirnar, tá ið B68 í kvøld hevði vitjan av Skála ÍF. Hetta var annar sigur á rað hjá skálamonnum, sum hava vunnið fulla úrtøku, síðani teir skiftu venjara. Fyri einari viku [...] eldhugaða Jákup Jakobsen undir liðini á sær. Í kvøld var Ari Ó. Ellingsgaard aftur hjálparvenjari, og Poul N. Poulsen var nýggjur ábyrgdarmaður á beinkinum. Úrslitið í kvøld ber við sær, at Skála ÍF hevur 20
útboðnum. Ætlanin er at gera ein rammusáttmála, sum skal galda í trý ár. Eisini aðrir almennir stovnar kunnu koma upp í sáttmálan, um teir hava áhuga. Yvirlitið, sum fylgir útboðnum, vísir ein fjølbroyttan [...] Har eru millum annað bilar frá Ford, Toyota, Volkswagen, Skoda, Hyundai, Citroën, Renault, Fiat og Peugeot. Bæði bensin-, diesel- og elbilar eru í flotanum. 100 dekkskift um árið Príslistin í útboðnum gevur [...] eisini kunna hava dekk á dekshotelli. Her er metta nýtslan 90. Tá nýggj dekk verða keypt, verður kravt góðskustøði sum Continental, Goodyear, Michelin ella líknandi. Prísurin avger alt Í sjálvum útboðnum
verða uppi aftur Eirikur í Jákupsstovu er einsamallur minniluti og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Hann vísir á, at upp ímóti 350 bátar hava verið virknir í bólki 5 B í ár. 750 dagar býttir millum [...] Eirikur í Jákupsstovu er einsamallur í minniluta og ávarar um, at avgerðin kann seta størri virðir í vanda. Vinnunevndin hevur nú skrivað álit í uppskotinum um 750 serstakar fiskidagar til bólk 5 B fyri [...] ávirkan uttan fyri bólk 5 B. Vilja hava 150 kilo sum minstamark Meirilutin heldur tó, at fleiri lýti eru í skipanini. Millum annað verður mælt til, at ein avreiðing skal vera í minsta lagi 150 kilo, áðrenn hon
trivnað í HB-húsinum skal hon seta seg inn í umsitingararbeiðið hjá felagnum. Tað fevnir millum annað um sáttmálar, loyvi, samskifti við Fótbóltssamband Føroya og onnur feløg umframt uppgávur í sambandi [...] Vitalis er 46 ára gomul, úr Havn og útbúgvin fólkaskúlalærari. Hon hevur arbeitt sum lærari í meira enn 21 ár og hevur eisini royndir sum deildarleiðari, samskipari og við ymiskum námsfrøðiligum uppgávum [...] heimasíðuna hjá HB. Sanna Vitalis hevur verið nógv í og kring HB-húsið sum mamma, stuðul, hjálparvenjari og trivnaðarsamskipari. Nú fer hon at nýta sínar royndir í einum nýggjum leikluti. – Eg vil vera við til
Finnland, Føroyar, Ísland, Noreg og Svøríki hava hvør sín film við í kappingini. Filmarnir verða lagdir fram á altjóða filmsfestivalinum í Haugesund í Noregi í dag. Vinnarin verður kunngjørdur 20. oktober [...] Norðurlandaráðsins í Helsinki. Teir seks tilnevndu filmarnir verða í heyst sýndir á filmsstevnum og serligum tiltøkum kring Norðurlond. Í Føroyum verða sýningar í Norðurlandahúsinum 7.–10. oktober. [...] Í kappingini eru ein heimildarfilmur og fimm spælifilmar, ið hvør í sínum lagi viðgera familjubond, kærleika, sjúku, list og leitanina eftir fótafesti í lívinum. Tilnevningarnar til Filmsvirðisløn Nor
kappingartreytirnar ikki reguleraðar í staðin? Hvussu verður rættartrygdin hjá fyritøkum vard, sum í nógv ár hava rikið lógligt gistingarvirksemi og gjørt íløgur í áliti á galdandi reglur? Góð regulering [...] Fyritøkur kunnu hava keypt ognir, tikið lán og gjørt stórar íløgur í áliti á galdandi reglur. Tí eigur at verða viðgjørt, hvussu farið skal verða við vinnuligum gistingarvirksemi, sum í fleiri ár hevur verið [...] smáar fyritøkur og íverksetarar, sum hava sæð ein møguleika í vaksandi ferðavinnuni og ment eitt alternativ til siðbundnu hotellini: vinnuligt gistingarvirksemi í íbúðum. Nú kann grundarlagið undir hesum
um ein fyrimun í kappingini um føroyska arbeiðsmegi. Longri barsil kann raka javnstøðuna Vinnuhúsið er eisini ivasamt um ætlanina at gera tað møguligt at vera í barsli í upp til tvey ár við lægri útgjaldi [...] málsviðgerð í sambandi við matrikulering og størri frælsi hjá kommununum at áseta prísin á grundstykkjum. Vinnuhúsið eftirlýsir kortini eina meiri miðvísa ætlan fyri at økja bústaðarútboðið í samstarvi við [...] hækka partafelagsskattin hjá fíggjarfyritøkum úr 18 upp í 22 prosent. Sambært felagnum er einki, sum bendir á, at føroysku fíggjarstovnarnir hava óvanliga stórt avkast. Tí er grundgevingin fyri skattahækkingini
fólkaríkasti staturin í USA, fær sambært Reuters 2,2 milliardir dollarar. Ákært fyri at gera børn bundin at pallunum Í málinum hava 29 amerikanskir statir ákært Meta fyri tilvitað at hava ment Facebook og Instagram [...] ikki í semjuni at hava gjørt nakað skeivt. Um rætturin góðkennir semjuna, skal felagið kortini seta fleiri nýggj tiltøk í verk fyri at verja børn og ung. Foreldur skulu fáa fleiri amboð til at hava eftirlit [...] ovasti stjóri í Instagram, greiddi týsdagin frá í rættinum. Har noktaði hann fyri at hava biðið starvsfólk halda negativar upplýsingar um pallin frá almenninginum. Eisini var væntað, at stjórin í Meta, Mark