kunnu ávirka góðskuna á flakinum. Tað vita tey á Fiskaaling at siga. Lagt verður aftrat, at vegleiðarar eru Jonhard Eysturskarð, granskari á Fiskaaling og Stefan Wittke, professari á Fróðskaparsetrinum [...] Tvær lesandi úr Bremerhaven í Týsklandi arbeiða í hesum døgum á Fiskaaling. Malin og Julia lesa biotøkni í Týsklandi og fara komandi 3-4 mánaðarnar at taka lut í granskingini, sum fer fram á stovninum
Fiskaaling hevur keypt útróðrarbátin Norðhavið til ymiskar uppgávur hjá stovninum. Norðhavið loysir gamla bátin hjá felagnum - Írland - av. - Írland varð onkuntíð í spølni nevndur heimsins minsta havr [...] ein 26 fót glastrevjabátur. Norðhavið er eitt væl størri og betri egnað far, enn Írland var. Á Fiskaaling siga tey, at Norðhavið er merktur 11. bt. og er smíðaður úr stáli. - Uppgávurnar, sum Norðhavið [...] uppmátingum og royndartøkum. Eisini hava alifyritøkur brúk fyri ymiskum tænastum, sum bátar hjá Fiskaaling hava verið førir fyri at veitt. - Nú vit hava fingið størra bátin, eru umstøðurnar at gera ymiskar
aliringunum, sum Fiskaaling hevur lagt út har, sum liður í verkætlan. - Henda verkætlan hevur til endamáls at kanna, um tað ber til at ala fisk á opnum havi undir Føroyum, sigur Fiskaaling. [...] Aldumátiboyan, sum sleit eystan fyri Nólsoynna á jólum, er løgd útaftur í dag. Tað veit Fiskaaling at siga. - Nýggjur teymur er gjørdur, og í morgun vóru veðurlðíkindini til vildar, og boyan varð løgd
Fiskaaling hevur latið gjørt kanning um modellering av laksalýs í føroyskum alibrúkum. Úrslitini av kanningini eru nú útgivin í vísindaligari grein, sum tekur støði í lúsateljingum hjá Fiskaaling. Greinin [...] alivinnuna í Norðuratlantshavi.” Sum granskari, knýttur at Fiskaaling, hevur Hannes Gislason hagfrøðisliga greinað og modellerað lúsateljingar hjá Fiskaaling. Endamálið var at simulera gongdina í lúsatølunum og [...] støðuni viðvíkjandi laksalús í føroyskum alibrúkum. Í september í fjør, tá Hannes Gislason umboðandi Fiskaaling helt fyrilestur á altjóða ráðstevnu í Írlandi um laksalús, varð hann boðin at skriva grein til
Fiskaaling Alt broytist og flytir seg, og tað hevur Fiskaaling, sum hevur sítt virksemi við Áir, Nesvík og Skopun, eisini gjørt. Sum árini eru gingin, er felagið í nógv størri mun farið undir granskin [...] granskingarvirksemi á altjóða støði innan aling og við atliti til aling. Í dag hevur Fiskaaling granskingarvirksemi við Áir og í Nesvík, har royndarvirksemi eisini er við toski og kalva. Í Skopun hevur felagið [...] sílum, meðan lívfiskaarbeiði annars og rogna- og yngulframleiðslan fer fram við Áir. Visjónin hjá Fiskaaling er at økja um dygdina í føroyskari aling við gransking og menning á altjóða støði. Felagið leggur
uppihaldið í Føroyum (fiskaaling.fo) Grein um kanningararbeiði á Sørvágsfirði (fiskaaling.fo) Grein og webinar um kanningararbeiði í Føroyum (aquavitaeproject.eu). Á www.fiskaaling.fo er neyvari kunning [...] ið eru við í verkætlanini. Frá Fiskaaling luttóku Gunnvør á Norði og Sandra Ljósá Østerø. Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, var eisini við á fundinum. Hetta skrivar fiskaaling.fo. AquaVitae er ein EU Horizon [...] føroyskar fyritøkur luttaka í verkætlanini, Ocean Rainforest, Sjókovin og Fiskaaling umframt at stórur partur av arbeiðinum sum Fiskaaling hevur gjørt er í samstarvi við Hiddenfjord. AquaVitae er ein 4 ára long
er kostnaðarmikið. Tí hevur Fiskaaling arbeitt við at finna eina loysn, sum inniber at fáa uttanhýsis fígging til hetta arbeiðið. Komið er nú á mál við hesum, og Fiskaaling og Marine Harvest hava gjørt [...] møguleika fyri at keypa eitt avmarkað tal av lívfiskarognkelsum frá Fiskaaling. Á hendan hátt fáa tey gagn av tí menningararbeiði, sum Fiskaaling hevur gjørt seinastu árini. [...] rognkelsum hevur koyrt á einum lágum blussi seinastu árini, verður nú aftur ferð sett á hetta arbeiðið. Fiskaaling og Marine Harvest hava gjørt eina tvey ára avtalu, sum inniber, at arbeiðið at menna lívfiskastovnin
Heidi S. Mortensen, granskari á Fiskaaling, ið hevur staðið fyri kanningunum og er høvuðsrithøvundur á greinini. Afturat Heidi hava Elin Jacobsen og Amanda Vang frá Fiskaaling verið partur av arbeiðinum umframt [...] Science. Úrslitini í greinini eru liður í granskingararbeiðnum hjá Fiskaaling, ið hevur til endamáls at røkka visjónini hjá Fiskaaling, sum er vitan til varandi aling. Vísindagreinin við drúgva heitinum [...] Greinin greiðir frá kanningararbeiði, sum granskarar á Fiskaaling hava staðið fyri, har kannað verður, hvussu innihaldið av nitrit í vatni á smoltstøðum ávirkar laksin. Nitrit stavar frá ótørvum, ið laksurin
vóru tey og vitjaðu okkum á Fiskaaling við Áir og á iNOVA. Á vitjanini fingu tey kunning um virksemi hjá Fiskaaling og framløgur um ymiskt granskingararbeiðið, sum Fiskaaling stendur fyri. Birgitta Andreasen [...] deildarleiðari á Fiskaaling, vísti teimum runt á deildini. Vitjanin í Føroyum er tann fyrsta eftir at Føroyar í januar 2023 fingu sjálvstøðan limaskap í NordForsk stýrinum, skrivar fiskaaling.fo, og har eru [...] hugsandi, at onnur lond fara at nýta somu mannagongd til at menna líknandi flokkingarskipanir. Fiskaaling hevur fleiri virknar granskingarverkætlanir, ið kanna fiskavælferð, bæði á alistøðum á landi og
Fiskaaling søkir í hesum døgum eftir nýggjum stjóra, og umsóknarfreistin er sett til 1. mars 2016. Øystein Patursson er settur fyribilsstjóri á Fiskaaling. Stjórin skal ganga á odda og saman við nevndini [...] nevndini seta út í kortið kós felagsins. Virksemið hjá Fiskaaling er fjøltáttað við rogna-og yngulframleiðslu til vinnuna, eins og stovnurin fremur vinnuvenda gransking, sum sagt verður og veitir vinnuni aðrar [...] hava tætt samstarv við alifyritøkur, myndugleikar og granskingarstovnar í Føroyum og uttanlands. Á Fiskaaling siga tey, at nýggi stjórin skal hava viðkomandi royndir og útbúgving og hava ein mennandi leiðslustíl