Mátiboyan er nú løgd útaftur

Aldumátiboyan, sum sleit eystan fyri Nólsoynna á jólum, er løgd út aftur í dag.

Aldumátiboyan, sum sleit eystan fyri Nólsoynna á jólum, er løgd útaftur í dag.

 

Tað veit Fiskaaling at siga.

 

- Nýggjur teymur er gjørdur, og í morgun vóru veðurlðíkindini til vildar, og boyan varð løgd út aftur eystan fyri Nólsoynna.

 

Lagt verður aftrat, at her liggur boyan saman við aliringunum, sum Fiskaaling hevur lagt út har, sum liður í verkætlan.

 

- Henda verkætlan hevur til endamáls at kanna, um tað ber til at ala fisk á opnum havi undir Føroyum, sigur Fiskaaling.