Fiskaaling
Alt broytist og flytir seg, og tað hevur Fiskaaling, sum hevur sítt virksemi við Áir, Nesvík og Skopun, eisini gjørt. Sum árini eru gingin, er felagið í nógv størri mun farið undir granskingarvirksemi á altjóða støði innan aling og við atliti til aling.
Í dag hevur Fiskaaling granskingarvirksemi við Áir og í Nesvík, har royndarvirksemi eisini er við toski og kalva. Í Skopun hevur felagið lívfisk við laksi og sílum, meðan lívfiskaarbeiði annars og rogna- og yngulframleiðslan fer fram við Áir.
Visjónin hjá Fiskaaling er at økja um dygdina í føroyskari aling við gransking og menning á altjóða støði.
Felagið leggur dent á altjóða granskingarsamstarv við granskingarstovnar og vinnulív.
Høvuðsøkini
Sum høvuðsgranskingarøkir, ið felagið ynskir at menna, kunnu eitt nú nevnast: 1) Aling av fiski og øðrum sjódýrasløgum, 2) Aling á streymasjógvi, 3) Fóður, vatn og framleiðsluhættir, 4) Ílegugransking og biotøkni, 5) Matvørugóðska úr aldum fiski og 6) Sjúkufyribyrging, fiskaheilsa og aliumhvørvi.
Hetta eru stór mál at seta sær, og ein liður í øllum hesum er ISO-góðkenningin innan góðskustýring, sum felagið júst hevur fingið.
Góðskustýringin er ein leiðsluskipan fyri framleiðslu- og prosesstýring, sum tað verður rópt. Hendan fevnir eitt nú um politikk, mannagongdir, vegleiðingar og oyðibløð fyri alt virksemi hjá felagnum.
Stjórin í Fiskaaling, Ingolf Joensen, vísir á, at felagið leggur áherðslu á góða verkætlanarstýring innan gransking og menning og á lívfrøðiliga trygd innan lívfiskaarbeiði, rogna- og yngulframleiðslu.
Veksandi áhugi
Áhugin fyri eitt nú toskaaling er vaksin munandi tey seinastu árini í londunum rundan um okkum.
- Vit hava tí ment eina royndarframleiðslu av yngli undan toski av Føroyabanka, sum er kendur fyri sínar góðu vakstrareginleikar og góðu eginleikar annars.
Stjórin vísir á, at ílegur og vakstrareginleikar hjá toski av Føroyabanka og landgrunninum verða nærri kannaðir í nýggjari Ph.D.-verkætlan, sum verður rópt ”Genetic studies of Atlantic Cod”.
Fiskaaling arbeiðir eisini við at menna royndar- og starvsstovuumstøður til altjóða støði.
- Innan ílegugransking hava vit bygt eina framkomna starvsstovu við útgerð til ílegukanningar av føroyskum alitilfari. Nú verður starvsstovan eisini víðkað til at fevna um góðskukanningar av aldum fiski. Næsta stig er at seta í gongd gransking innan framleiðsluhættir og aliumhvørvi við feltroyndum og teldumodellum, sigur Ingolf Joensen, stjóri.
Tríggir granskarar
Á Fiskaaling starvast tríggir granskarar við granskaraútbúgving, ein Ph.D.-lesandi, umframt tvey fólk við kandidatútbúgving. Eisini eru tveir granskarar uttanlands knýttir til felagið. Harumframt starvast 14 fólk við drúgvum royndum og ymiskum útbúgvingum og førleikum innan røkt, lívfiskaarbeiði og framleiðslu.
Fiskaaling framleiðir tosk, síl og laks og selir rogn og yngul til føroysku alivinnuna.