Fiskaaling skal hava nýggjan stjóra

Fiskaaling søkir nú eftir nýggjum stjóra til fjølbroytta virksemið hjá stovninum.

Fiskaaling søkir í hesum døgum eftir nýggjum stjóra, og umsóknarfreistin er sett til 1. mars 2016. Øystein Patursson er settur fyribilsstjóri á Fiskaaling. Stjórin skal ganga á odda og saman við nevndini seta út í kortið kós felagsins.

 

Virksemið hjá Fiskaaling er fjøltáttað við rogna-og yngulframleiðslu til vinnuna, eins og stovnurin fremur vinnuvenda gransking, sum sagt verður og veitir vinnuni aðrar tíðarbundnar tænastur.

 

- Vit hava tætt samstarv við alifyritøkur, myndugleikar og granskingarstovnar í Føroyum og uttanlands.

 

Á Fiskaaling siga tey, at nýggi stjórin skal hava viðkomandi royndir og útbúgving og hava ein mennandi leiðslustíl. Stjórin skal stuðla og vegleiða starvsfólkunum og hava góð samstarvsevni.

 

- Eisini er umráðandi, at stjórin er nýhugsandi og ágrýtin og hevur førleikar at útinna í verki tær hugsanir og ætlanir, sum lagdar eru. Stjórin skal hava kunnleika til gransking og vinnulív og arbeiðsroyndir í alivinnuni, og vitan um aling er ein fyrimunur, verður lagt aftrat.