skipið á ein sera óhugnaligan hátt. Á hesum síðsta túri, tá skipið fekk ein sjógv, vóru allir fimm brøðurnir við, teir komu allur frá vanlukkuni við lívinum. Eg havi hoyrt Tummas siga, at har var ein sætti [...] sjúka at nýva henda skilamann, men álíkavæl var hann virkin. Eg havi havt tað gleði av, at koma at kenna henda merkismann sera væl, hann var ein vitandi maður, sum oftast kundi hann greiða frá tí, sum prátið [...] tí ið har til hoyrdi. Við hesi havsins kempu hevur bygdin mist ein góðan mann! Góðu tit, Marita, Irdi, Vivi og Halvard, tit hava mist ein góðan mann, pápa og abba. Má Guð signa og styrkja tykkum í sorgini
og at tað var neyðugt at skerja ein tíma av føroyskum, ein av donskum, ein av rokning og ein av kristni hjá hvørjum flokki, fyri at fáa tímatalvuna at hanga saman. Ein tíma ov seint Fundurin skuldi setast [...] ? Eg havi verið á nógvum fundum gjøgnum lívið, men hetta er ein tann ljótasti, eg havi upplivað. Hesi orðini eigur Jóannes Fonsdal, skúlastjóri í Vestmanna, eftir ein fund við Tórbjørn Jacobsen, lands [...] gunin. Men eingin landsstýrismaður sást fyrr enn klokkan tólv. Lærararnir noyddust tískil at bíða ein heilan tíma, áðrenn teir hittu landsstýrismannin, sum sjálvur hevði kallað inn til fundin. Tá Tórbjørn
bummgjald í hesum báðum tunlunum, rinda í roynd og veru til ein annan tunnil. Ein fløkja Tunnilsgjøldini eru við at blíva ein fløkja. Tað var ein greið avtala, tá Vágatunnilin og Norðoyatunnilin vórðu gjørdir [...] 75 krónur hvønn vegin. Tað merkir, at ein bilur sum skal koyra millum Suðuroynna og Havnina skal rinda 400 krónur í bummgjaldi aftur og fram í nútíðar prísum. Eg havi alla tíðina roknað við, at Suðuroyartunnilin [...] avtalurnar, sum longu eru gjørdar. Men íløgur í framtíðini mugu hava ein nógv greiðari leist. Á tingfundinum mikudagin fari eg at seta løgmanni ein munnligan fyrispurning um hetta. Helgi Abrahamsen løgtingsmaður
tímar síðan eg chekkaði mail seinast. Eg havi lisið 60 síður av skaldsøguni ?Kongens Fald? eftir Johs. V. Jensen, ein tann besta danska skaldsøgan yvirhøvur. Eg havi útgreinað øll hugsandi ættarbond við [...] niðan frá sjóvarmálanum. Nú leika børn á sandinum, tvey børn og ein lítil hundur, ein puddil, tey renna undan aldunum. Tey endurtaka ein leik, sum hevur verið til síðan menniskjan reisti seg upp á afturbeinini [...] num litar aldurnar á sandinum í Sandagerði. Soleiðis havi eg ikki sæð tær fyrr. Aldurnar kela tí blanka sandinum, ið glitrar í veika ljósinum eins og hvøljan á nýdeyðari grind. Og prestagarðurin er myrkur
sigur Niels Helveg Petersen: -Eg havi ein trupulleika við orðinum suverenitetur. Eg havi ilt við at skilja, hvat hetta orðið merkir. Tað verður sagt, at Danmark er ein suverenur statur, men Danmark hevur [...] rættin hjá Kosovo at gerast ein sjálvstýrandi statur. -Kosovo er ein partur av Serbia. Trupulleikin her er, at Milosowitj hevur tikið víttgangandi sjálvstýrið frá íbúgvunum. Tað er ein trupulleiki , og tað er [...] varð tikið frá teimum. -Hyggja vit út yvir ta stóru europeisku myndina, so eigur ein at vera varugur við, at tað er ein grundfestur regul í Felagsskapinum fyri trygd og samstarvi, at markini í Europa í
Allir uttan ein løgtingslimur hava forsømt ein ella fleiri tingfundir seinasta hálva árið. Gerðabókin hjá løgtinginum vísir, at tað er munur á, hvussu væl tingfólk møta til tingfundirnar. Summir eru javnan [...] Fyrispurningar til løgmann og landsstýrismenn upp í saman um ymisk mál. Tað er ein sjónleikur uttan nakran týdning, og tá havi eg ikki altíð møtt, sigur Sverre Midjord. Hann vísir eisini á, at ferðsambandið [...] avmarkað, og tað ber ikki til hjá honum at ferðast aftur og fram fleiri ferðir um dagin. ? Eg havi bara ein kjans at sleppa til Havnar, og tað er tíðliga á morgni, og fari eg avstað tá, so eri eg allan
Hugsa um lívið. Eins og á undanfarnu fløgum hevur Øssur eisini gjørt henda húsan. Á húsanum er ein reyður sirkul á eini svartari bakgrund, nærmast sum ein reyð sól, men hetta er ikki ein reyð sól, hetta [...] Eg fekk ein stóran brævbjálva inn gjøgnum dyrnar ein dagin. Uttan á bjálvanum sá út sum, at hann hevði verið víða um. Nógvar fyrrverandi adressur vóru klistraðar á. Tá ið eg so lat hann upp, gleddist eg [...] lurtaranum nervasamanbrot. Kanska? Tær eru erligar, viðkomandi og eksentriskar. Á fløgunum er ein maður og ein bassur í kolosalum bardaga við hvønn annan. Hesin bardagi lýsir eina sinnisstøðu, sum dregur
hon. - Eg havi ikki vitað, hvat eg vil, men eg havi vitað, hvat eg ikki vil, og av tí at eg onga greiða meining havi havt, so hava fólk roynt at lurta eftir mær og komið við uppskotum. Eg havi brúkt út [...] sonur teirra var tá hálvtannað ára gamal, og síðani ringurin kom á fingurin hjá Heidi, hevur hon átt ein son afturat, sum nú er ársgamal. Hon greiðir frá, at tað kanska ljóðar óromantiskt, men at hon og Bárður [...] onga greiða meining havt í ráðleggingini. Hann vil giftast í Vík, og so vil hann, at øll sum koma fáa ein góðan dag, leggur hon afturat. Men Heidi hevur eina greiða meining. Ikki eina greiða meining um, hvat
Vida Anna Helena Akselsdóttir á Bøgarði Højgaard 1. mai 1945 til 18. Juli 2019 Eg havi ikki tal á, hvussu ofta eg havi roynt at skriva hesi minningarorð. Tað eru nú næstan trý ár síðani foreldrini [...] og hevði nógv upp á hjarta og hópin av ætlanum, sum vant. Men tíðliga í 2019 komu boðini um ein ófrættaskugga í hennara likami. Hon var sterk og djørv, kanska tí hon mátti. Babba hevði brúk [...] doyggja. Babba hevði tosað nógv um himmalin hesa seinastu ferð, hann var innlagdur, og sýntist hava ein varhuga av hvørja leið tað bar, væl áðrenn vit onnur megnaðu at viðurkenna tað. Sjúkan hjá mammu
burtur av er ein jólafløga. Jói er útbúgvin elektromekanikari og hevur siglt sum skipsteknikari við eitt nú Ljósafelli og Ennibergi. Jólaevangeliið Á framsíðuni á húsanum til fløguna er ein reyð jólarósa [...] jólarósa og ein jólastjørna. Samanlagt leiðir myndin okkum á tíðina rundan um jólini við hugna innanfyri vindeyguni og frosti uttanfyri. Á aftasta blaðnum í lítla heftinum, har nøvnini á sálmunum eru í miðjuni [...] høvuðsstaðarøkið at búgva longu í 1976. Tey fluttu nevniliga á ólavsøku fyri stívliga 29 árum síðani. - Eg havi búð størra partin av lívi mínum í miðstaðarøkinum, men eg kenni meg framvegis sum sandoying, sigur