Sverre skulkar mest og Alfred er duksur

Sverre Midjord hevur seinasta hálva árið forsømt flest tingfundir, meðan Alfred Olsen møtir hvørjaferð. Sverre Midjord sigur, at avmarkaðir ferðamøguleikar úr Suðuroynni og onnur politisk álitisstørv eru orsøkin til, at hann ikki møtir í tinginum hvørjaferð

Allir uttan ein løgtingslimur hava forsømt ein ella fleiri tingfundir seinasta hálva árið.
Gerðabókin hjá løgtinginum vísir, at tað er munur á, hvussu væl tingfólk møta til tingfundirnar. Summir eru javnan burturi uttan nakra serliga orsøk, meðan aðrir møta trúliga næstan hvørjaferð.
Og so er tað tann eini, sum altíð er á tingfundi ? Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum.

Tey flestu møta væl
Frá ólavsøku í fjør og fram til jólaferiuna í desember vóru 38 tingfundir á skránni, og tað var bara undantakið, at øll tingfólkini vóru á fundi samstundis.
Meginparturin av tingfólkunum møtir væl, og tey flestu eru bara burturi nakrar fáar fundir ? ein ella tveir ? í einum hálvári.
Men so eru tað eisini onnur, sum er oftari burturi.
Tann, sum seinasta hálva árið hevur førsømt flest tingfundir, er javnaðarmaðurin Sverre Midjord, sum er valdur í Suðuroynni.
Hann var ikki á tingfundi 11 ferðir av teimum 38. Tað merkir, at hann skulkar næstan triðju hvørja ferð, tingfundur verður hildin.
Onnur tingfólk, sum hava verið ofta burturi seinast hálva árið, eru fólkatingslimirnir Høgni Hoydal og Lisbeth L. Petersen og Gerhard Lognberg.

Tímir ikki sjónleik
Sverre Midjord er millum teir av núverandi løgtingslimunum, sum hevur flest politiskar royndir. Hann hevur verið virkin í politikki í yvir 40 ár og hevur bæði sitið í løgtinginum og í býráðnum á Tvøroyri.
? Tað eru fleiri orsøkir til, at eg var nakað burtur frá løgtingsarbeiðnum áðrenn jól. Eg havi onnur politisk størv at røkja, og í heyst var kommunuval, sum fór við nógvari tíð, sigur hann.
? Sjálvandi skal eg møta í tinginum, men við hvørt eru tað bara bagatellir, sum eru á skránni. Fyrispurningar til løgmann og landsstýrismenn upp í saman um ymisk mál. Tað er ein sjónleikur uttan nakran týdning, og tá havi eg ikki altíð møtt, sigur Sverre Midjord.
Hann vísir eisini á, at ferðsambandið úr Suðuroynni er sera avmarkað, og tað ber ikki til hjá honum at ferðast aftur og fram fleiri ferðir um dagin.
? Eg havi bara ein kjans at sleppa til Havnar, og tað er tíðliga á morgni, og fari eg avstað tá, so eri eg allan dagin burturi. Tað kemur javnan fyri, at arbeiðið í býráðnum og í løgtinginum rennir saman, og tá má eg velja millum míni politisku størv, tí suðuroyingar hava ikki somu ferðamøguleikar sum onnur í landinum, sigur Sverre Midjord.

Ein skylda at møta
Alfred Olsen brillierar við sínar uppmøting í løgtinginum, men tað eydnast okkum ikki at fáa hann at taka telefonina fyrrapartin í gjár fyri at spyrja hann um hetta.
Ein annar, sum møtir so at siga hvørja ferð, er tingmaðurin hjá Miðflokkinum, Bill Justinussen, og hann heldur, at tað er ein skylda hjá tingfólki at møta hvørjaferð.
? Um tú gongur upp í títt arbeiðið, so er tað púra nátúrligt, at tú møtir hvørja ferð, sigur hann.
? Eg var burtur ein fund, og eg haldi meg minnast, at tað var ein framløga. Í einum slíkum fundi skuldi eg til Havnar at vera í løgtinginum í fimm minuttir og so avstað aftur.
Men eru tað ikki nógvir slíkir dagar, har fyrispurningar, sum bara fá tingfólk hava áhuga í, eru á skránni, og so kann tað verða líkamikið at møta?
? Eg haldi, at eitt tingfólk skal lyfta seg upp um tað støðið, at tað bara gevur einum kjaki ans, tá ið tað snýr seg um eitt mál, sum hann hevur áhuga fyri, og annars ikki hevur hug at møta. Sjálvandi skulu vit møta til øll orðaskifti og vísa teimum ans, tí Føroya fólk hevur krav upp á eitt gott orðaskifti, og at vit halda lív í fólkaræðinum, sigur Bill Justinussen.

Johan Dahl betrar seg
Sosialurin gjørdi í fjør eitt yvirlit yvir, hvussu tingmenninir høvdu møtt í tinginum fyrra hálvár í 2004. Tá var Johan Dahl toppskorari sum skulkari, men hann var eisini nógv í andgletti tá.
Johan Dahl hevur eisini betrað seg nógv síðani, tí seinasta hálva árið hevur hann bara forsømt 5 av 38 fundum afturímóti 12 av 39 fundum í seinasta yvirlitinum.
Seinast vóru tað fýra løgtingsmenn, sum ongan tingfund høvdu skulkað, men bara ein av teimum yvirlivir sum lýtaleysur hesaferð, og tað er Alfred Olsen.
Hinir tríggir, Olav Enomoto, Vilhelm Johannesen og Heðin Zachariasen, hava allir verið burturi onkran tingfund seinasta hálva árið.