serligt, at ein kommuna útvegar sínum borgarum og øðrum áhuganum, grundstykki at byggja á. Men á Tvøroyri er hetta nakað serligt, tí hetta verður fyrstu ferð, at kommunan eigur eitt grundstykki at lata til [...] óvanligt. Og tað er at útvega grundstykki til tey, sum hava hug at seta búgv á Tvøroyri. Nú Tvøroyrar Býráð hevur lagt fíggjarætlan fyri næsta ár, hava tey sett tvær milliónur krónur av til at gera grundstykki [...] hvar grundstykkini verða. Ein møguleiki er at gera nøkur stykki á Heiðatrøðini og nøkur stykki í longur úti í kommununi, so at fólk fáa tvær staðsetingar at velja í.
tingast teir nú um at lata fangar hjá hvør øðrum leysar, skrivar spanska blaðið El Pais. Spania, Frakland og Sveis hava teir seinastu tíggju mánaðarnar roynt at fáa partarnar at samráðast um at enda borgarakríggið [...] borgarakríggið, og londini eru væl nøgd við, at stjórnin og FARC eru sinnað at lata fangar leysar. Í fyrsta umfari skal FARC hava játtað at lata 59 burturflutt fólk leys aftur fyri 500 uppreistrarmenn, sum kolombiski [...] fleiri ár eru nú vónir um, at endi kann fáast á tí drúgvasta borgarakrígnum í Suðuramerika. Í hvussu er hava stjórnin hjá Álvaro Uribe, forseta og uppreistrarrørslan FARC játtað at koma til samskifta, og sum
blaðið Financial Times, at roykjarar hava fingið so nógvar ávaringar um, hvussu vandamikið tað er at roykja, at hava tey ikki skil fyri at leggja av, eru tey heldur ikki egnað til at arbeiðs hjá fyritøkuni [...] samtykt eina kunngerð, sum gevur arbeiðsgevarum loyvi at vraka starvsumsóknir frá fólki við teirri grundgeving, at tey roykja. Tað ber í sær, at í framtíðini kunnu fyritøkur søkja eftir fólki, sum ikki [...] ES-kommiserur í arbeiðsmarknaðarmálum. Hann vísir í svari sínum á, at ES-reglurnar eru greiðar, tá tað snýr seg um at gera mun á fólki, men at hesar reglur umfata ikki royking. Írski arbeiðsgevarin, sum søkti
skrivar, at Fuglafjarðar býrað hevur havt ætlanir um at byggja eitt skýlið við 600 sitiplássum, men hendan ætlanin er slept. Ein orsøk var kostnaðurin, og ein onnur orsøk var, at skýlið fór helst at gera meira [...] gerast á Kambsdali. Ætlanin er, at hetta skal verða eitt nýtt stadion, sum fer at kosta minst 15 milliónir krónur. Sambært leikskránni hjá ÍF ætlar Fuglafjarðar býráð at senda pengar av til hesa bygging næstu [...] Fuglafirðingar arbeiða nú við at gera sitipláss við vøllin í Fløtugerði. UEFA setir krøv til øll síni limalond, og næsta ár er eitt krav til feløg í fremstu føroysku fótbóltsdeildini, at tey skulu hava sitipláss
um, at tann hávaksni maðurin var Osama bin Laden, og fregnartænastan boðaði alt fyri eitt Bill Clinton, forseta frá, at nú høvdu amerikanararnir møguleikan at beina fyri yvirgangsleiðaranum við at bumba [...] atsóknina at World Trade Center í 1993. Hesi álopini kravdu 230 mannalív. Ein fyrrverandi amerikanskur generalur, Gary Schroen, sigur við NBC, at amerikanararnir vóru ikki fyrireikaðir til at søkja at leguni [...] ongantíð boð um at bumba, tí hann vildi hava bin Laden tiknan á lívi, sigur ein CIA-kelda við sjónvarpið NBC, sum almannakunngjørdi myndirnar fyrrakvøldið. Amerikanararnir vóru longu tá farnir at leita eftir
útvarpið, at tað var skeivt av lastbilaførarunum at leggja seg at sova niðri á bildekkinum, men at eftirlitið heldur ikki virkaði, sum tað átti. Sambært danska bilførarafelagnum er tað vanligt, at lastbi [...] Formaðurin, Per Petersen, sigur, at sambært bilførarunum er bilhúsið tað einasta staðið, har teir fáa frið at sova, meðan teir eru umborð á ferjunum, tí á nógvum ferjum noyðast teir at sova saman við fimm ella [...] øðrum, tí ongar smærri kahúttir eru. Danski bilføraraformaðurin sigur kortini, at felagið fer at ráða sínum limum frá at sova á bildekkinum.
fyri, at sjúkan skal fara at gera um seg av álvara, sigur heilsumyndugleikarnir. Á Filipsoyggjunum kunngjørdu myndugleikarnir í gjár, at teir hava eftirlit við einari kvinnu, tí illgruni er um, at hon kann [...] kinesisku heilsumyndugleikarnir frá, at teir kannaðu ein 32 ára gamlan mann, tí illgruni var um, at maðurin hevði ta herviligu lungnasjúkuna SARS, og nú er staðfest, at talan er um ta sjúkuna. Tá SARS gjørdi [...] gjørt av at avlíva fleiri túsund kettur av hesum slagnum, samstundis sum teir eggja fólki til at beina fyri so nógvum rottum og kakerlakkum, sum tey yvirhøvur kunnu. Á tann hátt kann tað eydnast at forða
varðhald. Aðrir royna at fjala seg, tí tað ljóðar, at løgreglan og herurin hava fingið boð um at taka teir eisini. Gyanendra kongur kunngjørdi í einari sjónvarpsrøðu, at hann hevði gjørt av at koyra stjórnina [...] væntaðu mótmælisgongur í gjár, men myndir úr býnum hava víst, at løgreglan og herurin standa tilbúgvin. Annars er tað at kalla ómøguligt at fáa upplýsingar um støðuna í landinum, tí myndugleikarnir hava [...] Nepal fjala seg, eftir at Gyanendra kongur hevur koyrt stjórnina frá og sett seg sjálvan til stjórnarleiðara. Ein av andstøðupolitikarunum segði við AP-tíðindastovuna í gjár, at umleið 50 andstøðupolitikarar
Amerikonsku myndugleikarnir siga, at tað verður ikki neyðugt at hava vápnaðar vaktarmenn umborð altíð, men bert tá illgruni er um, at yvirgangsmenn ætla at søkja at málum í USA ella aðrastaðni. Skandinaviska [...] Talskvinnan hjá SAS, Siv Meisingset, sigur við norska útvarpið, at tað er ikki siðvenja at hava vápn umborð á flogførunum. Hon dugir tó ikki at siga, hvørjar avleiðingar amerikanska kravið kann fáa. Sambært [...] Amerikanararnir ætla ikki, at tað, sum hendi tann 11. september í 2001, skal endurtaka seg, og tí hava teir nú sent fleiri útlendskum flogfeløgum krav um, at tey skulu hava vápnaðar vaktarmenn umborð á
er til, at russiski forsetin, Vladimir Putin, ætlar at sissa tey mongu, sum hava funnist at russisku framferðini í Kekenia. Tá Putin kom á almenna vitjan í Týsklandi mánadagin, segði hann, at hann er sinnaður [...] sinnaður at tosa við onnur um, hvussu kreppan í Kekenia kann loysast. Putin segði, at hann hevði fingið eitt uppskot, sum millum annað ber í sær, at Týskland og ES skulu virka við til at loysa kreppuna [...] embætismenn søgdu, at Putin sipaði til eitt uppskot, sum ein týsk sendinevnd hevði við sær til Moskva í november. Sambært embætismonnunum er ES sinnað at spæla ein týðandi leiklut í arbeiðinum at fáa frið í Kekenia