Løgmaður bíðar eftir Miðflokkinum

– Tað snýr seg ikki um at fáa Miðflokkin at hjálpa samgonguni at fáa fiskivinnunýskipanina. Men tað snýr seg um at víðka samgonguna, so hon hevur breiðari og tryggari undirtøku í Løgtinginum

– Tað snýr seg ikki um at fáa Miðflokkin at hjálpa samgonguni at fáa fiskivinnunýskipanina. Men tað snýr seg um at víðka samgonguna, so hon hevur breiðari og tryggari undirtøku í Løgtinginum.

 

Tað sigur Aksel V. Johannensen, løgmaður, sum annars ikki hevur viðmerkingar til samgongusamráðingarnar.

 

Men hann vil tó siga so mikið, at einki er hent síðani samráðingarnar leygarkvøldið, og at Miðflokkurin skal venda aftur og svara, um flokkurin er sinnaður at koma í realitetssamráðingar um skipan av landsstýri, har Miðflokkurin verður við.

 

Sum er telur samgongan 16 tingfólk pluss Sonju Jógvnasdóttir.

 

– Tað hevur gingið væl higartil, og tað kann eisini ganga væl restin av valskeiðinum. Royndin við Miðflokkin er fyri at vita, um tað ber til at skipa eina breiðari samgongu við tryggari grundarlagi, sigur løgmaður.

 

Hann sigur eisini at tað framvegis verður arbeitt í Vinnunevndini við at fáa semju millum samgonguumboðini – og sjálvandi samskifta floksformenninir við síni umboð í Vinnunevndini. Men um ósemjan hjá teimum báðum suðuroyartingmonnunum eisini er við politiska baklandið hjá teimum í Suðuroy, veit løgmaður ikki at svara.