arbeiði og familjulív at passa saman. Víst verður á í uppskotinum, at til dømis í Danmark er arbeiðsvikan stytt niður í 37 tímar. Her skal tó havast í huga, at teir tríggjar tímarnar sum danir brúka minni [...] arbeiða styttri enn vit. Innflyta arbeiðsmegi Vit innflyta í løtuni nógva útlendska arbeiðsmegi, tí vit hava ikki nóg mikið av arbeiðsfólki í Føroyum til at loysa allar uppgávurnar á arbeiðsmarknaðinum. Um [...] átak. Minsta tímalønin er í løtuni kr. 133, 89. Tríggir tímar við hesi lønini kosta góðar 400 krónur. Tað vil siga, at um ein arbeiðsgevari skal seta eitt annað fólk í starv í tríggjar tímar, fyri hvørt
aftur: “Flokkurin (Miðflokkurin) gjørdi seg eisini óheppið bemerktan í vár við at hava eina óvanliga vánaliga ”timing”, har hann fór í tingið við einum máli um pornografi, júst tá Koronakreppan byrjaði.” [...] um at verja børn ímóti porno á internetinum, latin inn einar tvær vikur áðrenn korona breyt út í Føroyum. Eg kundi sjálvandi valt at tikið spurningin aftur, men eg sá onga orsøk til hetta. Eg haldi at [...] sum ikki bara kom frá Jóhan Lützen, botnar allarhelst eisini í, at hesi ikki síggja nakra grund til, at viðgera málið yvirhøvur. Eg havi í øllum førum hug at spyrja Jóhann og co spurningin; um ikki nú
Talan er um eina slóðbrótandi semju, tí í Føroyum hava vit ikki havt siðvenju fyri, at landsmyndugleikar, vinna og fakfeløg gera trípartasemjur. “Hetta er eitt veruligt nýbrot. Skulu vit framhaldandi menna [...] vingarøkið tí eitt tiltrongt frambrot. “Ein stór avbjóðing í byggivinnuni hevur leingi verið, at tað er ótrúliga trupult at taka lærlingar í einum lágkonjunkturi. Nú fáa vit eina konjunkturjavnandi skipan [...] ina lættari at umsita. Eisini skal støðið og góðskan á útbúgvingunum betrast. ”Í dag verða allir lærlingar trýstir inn í somu skipan. Eg fegnist tí um, at øll lærlingaskipanin nú verður nútímansgjørd.
Fríði í Geil Jensen, verkætlanarleiðari, dent á, at hon fevnir um allar sjúklingar, sum hava verið uttanlands til viðgerar fyri eina likamliga sjúku, ikki bara sjúklingar ið krabbameini Fríði í Geil Jensen [...] i, og hvussu teir uppliva at vera í eini aðrari mentan, har tey ikki tosa føroyskt. – Aðalmálið er at lata sjúklingin koma til orðanna og lýsa sínar upplivingar, tí í hesum sambandi er tað sjúklingurin [...] ðarin. Í hesum sambandi hava sjúklingarnir eina heilt serliga vitan um, hvussu tað er at verða sjúklingur á einum sjúkrahúsi uttanands, og kanningin kann verða grundarlagið hjá myndugleikunum í strembanini
gera nakað við hetta. Tó, so eigur landið neyðugu pengarnar! Í staðin fyri at ovurstóru vinningarnir enda í felagskassanum, so enda teir í privatu lummunum hjá ávísum vinnulívsfólki og ein partur verður [...] annað í samgonguskjalinum. At fara frá skipanini við politiskari útlutan til eina marknaðargrundaða skipan fyri fólksins ríkidømi var ein av kjarnuboðskapinum hjá Javnaðarflokkinum til valið. Í alt ov [...] persónar ríkað seg upp av felags tilfeinginum, og hetta hevur skapt eina gjógv millum rík og fátæk í Føroyum. Hesir fáu vinnulívsaktørar hava serliga síðan 2010, tá Føroyar ásettu sær størri part av samlaðu
at tryggja øllum fólkum í Føroyum somu borgarlig rættindi. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er ikki samdur, tá ið tinglimir í andstøðuni føra fram í eini grein her á www.in.fo fyrr í morgun um at verða ætlaðu [...] Eitt uppskot er lagt fyri Løgtingið um, at broyta nógv umrødda stykkið tvey í grein 14 í hjúnabandslógini, soleiðis, at hjún, sum eru borgarliga vígd kunnu lata sóknarprest signa hjúnalagið, um so er at kirkjan [...] samkynd eftir, og sostatt kunnu samkynd hjún ikki fáa hjúnabandið signað í eini kirkju, fyrrenn kirkjan sjálv tekur stig til tað. Í hesum sambandi legði løgmaður dent á týdningin av skilja tað verðsliga
hjá føroyingum. Her má vend koma í. Tað ber ikki til at tosa um vælferð í generellum vendingum, og at vit skulu hava eitt vælferðarsamfelag, tá ið okkara familjur liggja í skeljaskori, tí tær ikki hava ráð [...] forsyrgjarum. Her eru heldur ikki nakrir batar at hóma í ætlanum landsstýrisins, tí sum vit vita, er tað sera trupult hjá hesum bólki yvirhøvur at liva í Føroyum. Tó skal sigast, at eg fegnist um intentiónirnar [...] nakran fólkavøkstur og harvið búskaparvøkstur. Tí skal vælferðin hins einstaka setast í hásæti. Brot úr røðu hjá undirritaðu í samband við viðgerðina av løgmansrøðuni 2011
fer at gera av, hvussu liðini í komandi HM-undankapping skulu spæla, verður styrkislistin fyri julimánað brúktur sum útgangsstøði. Hvørki Føroyar ella Wales spæla í juli, Liktinstein, sum ikki er langt [...] okkum, spælir ikki fyrr enn í august og hini evropeisku liðini aftanfyri Føroyar og Wales, hava ikki møguleika at vinna seg upp um okkum, hóast tey avtala ein venjingardyst í juli. Tí verður lítil og eingin [...] evropeisku liðini verða koyrd í ein og sama pott, styrkisbólk 6, tá lutur skal kastast um, hvussu skal spælast til komandi HM-undankapping. Liðið omanfyri tey kemur í styrkisbólk 5 og tað merkir, at
anninum, við tað at vit í Føroyum ikki hava royndir á slíkum øki. Niðurstøðan er greið, at talan ikki verður um nakra átalu ella brot á marknaðarføringslógina, við tað at Eik í hesum føri hevur fingið [...] samtykkið frá skúlastjóranum. Brúkaraumboðið sannar, at tað er sera óheppið, at sagt verður í blaðskriving í Dimmalætting, at talan verður um átalu, meðan viðgerðin fer fram hjá Brúkaraumboðsmanninum. [...] fyritøkur og stovnar skulu finna sítt stev í mun til lógina. Omanfyri nevnda vegleiðing um marknaðarføring mótvegis børnum og ungum verður send til hoyringar í næstum til Mentamálaráðið, Vinnuhúsið, Felagið
nú eru á veg í Løgtingið við um at skerja tingmannatalið, verður kanska meiri umfatandi enn upprunaliga ætlað. Tað staðfestir tingmaðurin fyri Sambandsflokkin fyri Portalinum Tað var í summar at Bjørn [...] hevði til endamáls at skerja tingmannatalið niður í 25. Men tinglimir, sum umhugsa at leggja uppskotið fram saman við honum, vilja hava aðrar spurningar upp í. Eitt nú er ynski frammi um at broyta minstamarkið [...] øllum umstøðum at leggja uppskotið fyri Løgtingið áðrenn síðstu freist einaferð í vár fyri at leggja uppskot fyri Løgtingið í hesi tingsetuni, sum endar á ólavsøku. Bjørn Kalsø sigur, at orsøkin til at uppskotið