Hetta snýr seg um at tryggja øllum fólkum í Føroyum somu borgarlig rættindi.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, er ikki samdur, tá ið tinglimir í andstøðuni føra fram í eini grein her á www.in.fo fyrr í morgun um at verða ætlaðu broytingarnar í hjúnabandslógini samtyktir, verða verjugarðarnir rundan um kirkjuna brotnir niður, og kirkjan verður gjørd politiskt.
Les eisini: Nú fær kirkjan fulla heimild at signa samkynd
Eitt uppskot er lagt fyri Løgtingið um, at broyta nógv umrødda stykkið tvey í grein 14 í hjúnabandslógini, soleiðis, at hjún, sum eru borgarliga vígd kunnu lata sóknarprest signa hjúnalagið, um so er at kirkjan hevur eitt løggilt ritual til tað.
Sum er hevur kirkjan onki ritual til at signa samkynd eftir, og sostatt kunnu samkynd hjún ikki fáa hjúnabandið signað í eini kirkju, fyrrenn kirkjan sjálv tekur stig til tað.
Í hesum sambandi legði løgmaður dent á týdningin av skilja tað verðsliga og tað andaliga sundur.
– Tað verðsliga skal politiska valdið taka sær av og tað andaliga skulu kirkjan og samkomur taka sær av, sigur løgmaður
– Blanda vit alt saman, fara vit at líkjast øðrum londum við prestastýri og tað er ikki rætt, leggur hann afturat.
– Vit eru eitt fólkaræðið og tí skal tað verðsliga og tað andaliga skiljast at, og tað skal løgtingið hava fulla virðing fyri og tí skal Løgtingið heldur ikki áleggja kirkjuni hvat er er rætt ella skeivt, tí tað er ein avgerð, kirkjan eigur einsamøll.
Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin tekur undir við løgmanni. Hon sigur, at verður hetta samtykt, stendur tað til kirkjuna sjálva at gera av, um hon vil signað samkynd hjúnaløg, ella ikki.
Endamálið við uppskotinum er at forða fyri at kirkjan verður tvingað til at signa samkynd hjúnalag. Men vil kirkjan tað, skal hon sjálv taka stig til tað, sigur Kristianna Winther Poulsen.
Eisini Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi, tók tráðin upp.
Hetta uppskotið tryggjar, at tað er fólkakirkjan sjálv, sum ger av, hvørji hjúnaløg hon signar.
Løgtingskvinnan fyri Tjóðveldi vendir eisini spurninginum við, og spyr um tað nettupp ikki er at gera seg inn á kirkjuna at nokta henni at signa samkynd hjúnaløg og gera ritual til tað, um so er, at kirkjan vil tað .
– Tað nevniliga kirkjan sjálv, sum skal gera tað av, sigur Annita á Fríðriksmørk.