Uppskotið, sum Bjørn Kalsø og aðrir tingslimir nú eru á veg í Løgtingið við um at skerja tingmannatalið, verður kanska meiri umfatandi enn upprunaliga ætlað.
Tað staðfestir tingmaðurin fyri Sambandsflokkin fyri Portalinum
Tað var í summar at Bjørn Kalsø fortaldi, at hann ætlar at leggja uppskot fyri Løgtingið um at skerja tingmannatalið úr 33 niður í 25.
Men hóast onki frættist aftur, merkir tað ikki, at ætlanin er slept.
Tvørtur ímóti er líkt til, at uppskotið, sum fer at leggja fyri Løgtingið verður meiri umfatandi enn.
Kanna møguleikar
Bjørn Kalsø sigur, at hann ætlar at fáa fleiri tinglimir at leggja uppskotið fram fyri at tryggja, at tað fær undirtøku.
Upprunaliga ætlaði hann at leggja eitt einfalt uppskot fram, sum einans hevði til endamáls at skerja tingmannatalið niður í 25.
Men tinglimir, sum umhugsa at leggja uppskotið fram saman við honum, vilja hava aðrar spurningar upp í.
Eitt nú er ynski frammi um at broyta minstamarkið fyri, hvussu nógvar atkvøður ein flokkur skal hava fyri at fáa umboð á ting.
Men ynski er eisini frammi um at ein partur av pengunum, sum verður spardur við at lækka tingmannatalið, skal brúkast til at seta fólk í starv, sum skulu verða skrivarar hjá tinglimunum fyri at styrkja tingarbeiðið.
Bjørn Kalsø sigur, at hann kannar hesar møguleikar.
Hann dugir ikki at siga, hvussu leingi hann ætlar at bíða eftir eini avgerð.
Men hann ætlar undir øllum umstøðum at leggja uppskotið fyri Løgtingið áðrenn síðstu freist einaferð í vár fyri at leggja uppskot fyri Løgtingið í hesi tingsetuni, sum endar á ólavsøku.
Bjørn Kalsø sigur, at orsøkin til at uppskotið verður lagt fyri Løgtingið, er rætt og slætt tí at tey halda, at tað er ov nógv at hava 33 løgtingslimir í einum lítlum landi sum Føroyum.
Men hann hugsar eisini um hetta sum eitt sparitiltak.
- Tað er ónetaliga dýrt at reka hetta samfelagið og samstundis tosa øll um at rationalisera og effektivisera. Og verða tað færri tinglimir, verður tað kanska eisini lættari at avmarka talið á landsstýrisfólkum.
MYND AV LØGTINGINUM
Uppskotið um at lækka tingmannatalið fer kanska eisini at bera við sær, at minsta atkvøðutalið fyri at fáa umboð á ting, skal hækkast. Tað er eisini ein møguleiki, at ein partur av sparingunum skulu brúkast til professionellar skrivarar til tingfólk