Munurin á nummar 113 og 114 er risa stórur. Ítróttarliga og ikki minst fíggjarliga kann tað fáa ovurhonds stóran týdning.
Tá FIFA fer at gera av, hvussu liðini í komandi HM-undankapping skulu spæla, verður styrkislistin fyri julimánað brúktur sum útgangsstøði. Hvørki Føroyar ella Wales spæla í juli, Liktinstein, sum ikki er langt aftanfyri okkum, spælir ikki fyrr enn í august og hini evropeisku liðini aftanfyri Føroyar og Wales, hava ikki møguleika at vinna seg upp um okkum, hóast tey avtala ein venjingardyst í juli. Tí verður lítil og eingin broyting á listanum fyri juli, sum so aftur hevur við sær, at vit longu nú vita, hvussu liðini verða styrkismett næstu ferð.
Listin fyri junimánað gevur Føroyum og Wales eins nógv stig og somu plasering, nummar 114, men FIFA velur at seta Wales omanfyri á listanum. Brúka vit sama lista og einans hyggja at evropeisku londunum, hevur FIFA sett Wales sum nummar 46 og Føroyar 45. Munurin á hesum báðum tølunum, er sera stórur.
Munurin millum 45 og 46 er munurin millum styrkisbólk 5 og styrkisbólk 6. Tað er nevniliga soleiðis, at átta tey veikastu evropeisku liðini verða koyrd í ein og sama pott, styrkisbólk 6, tá lutur skal kastast um, hvussu skal spælast til komandi HM-undankapping. Liðið omanfyri tey kemur í styrkisbólk 5 og tað merkir, at tað liðið eisini kemur at spæla í móti liðum, sum eru styrkismett veikari. Føroyar høvdu sostatt møtt liðum sum Malta, San Marino, Andorra og Luksemburg.
Við hesum mótstøðuliðum, hevði møguleikin fyri at vinna vaksið munandi. Hetta hevði aftur bøtt um umdømið hjá føroyskum fótbólti uttan í heimi, fleiri áskoðarar høvdu komið til dystirnar og føroyska fótbóltslandsliðið hevði eisini verið meiri áhugavert hjá stuðlum. Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá Fótbóltssambandinum, sær nógvar fyrimunir í hesum.
– Virðingin fyri okkara landsliðið hevði beinanvegin vaksið. Tað hevði verið lættari at fingið venjingardystir. Fíggjarliga hevði tað sjálvandi havt stóran týdning eisini, og fleiri áskoðarar høvdu ivaleyst eisini komið til dystirnar, har vit hava ein góðan møguleika at vinna, metir Virgar Hvidbro.
Tí letur Fótbóltssambandið tað ikki fara aftur við borðinum, at Wales – tilvitað ella ikki – liggur omanfyri á styrkislistanum, hóast útrokningar hjá øðrum parti siga nakað annað, sum tað verður greitt frá aðrastaðni á hesum síðum.