n Havana, og Che varð tilnevndur tjóðbankastjóri og ídnaðarmálaráðharri í tí nýggja Kuba. Men sum tann ektaði hugsjónarmaður hann var, veik Che ongantíð frá hugtøkum sum morali og trúgv, og tað vardi heldur [...] hevur gloymt hann, og boliviski kommunistaflokkurin PCB hevur svikið hann. Sjúkur, særdur og skitin, men við einari turkatrúgv upp á ta marxistisku kollveltingina. Che Guevara var deyður, og ein nýggj ímynd [...] muninum á ríkum og fátækum. Heimafturkomin til Argentina gjørdi hann seg lidnan við lesnaðin, stakk í sekkin og fór av landinum. Hann kom ongantíð heimaftur. Terningarnir vóru kastaðir, og eitt lív í ko
var tað Suez-kreppan og uppreisturin í Ungarn, ið kastaðu sínar skuggar yvir leikirnar. Egyptaland, Irak og Libanon noktaðu at luttaka orsaka av Suez-kreppuni, og Holland, Spania og Sveis noktaðu at taka [...] Indonesia og Norður-Korea, og tá bleiv Suður-Afrika stongt úti frá leikunum, orsakað av Apartheid-politikki teirra. Olympiski leikirnir í Mexico City í 1968 vóru hart raktir av mótmælum. 10 dagar áðrenn [...] steðgaði mótmælisgonguni við valdi, og drupu teir 200 studentar. Tveir av amerikonsku rennarunum, teir littu Tommy Smith og John Carlos lótu seg í ein svartan handska, og heilsaðu fjøldini við ”Black Pow
sitið inni í eina viku, og tað nærkaðist endanum á karantenuni, ringdi brádliga aftur úr Danmark. - Henda mikudagin ringdu tey (danska kontórið hjá AFS, blm.) og søgdu: Pakka taskuna og sig farvæl, tí tú skal [...] tosa við nakran um tað, og gjørdi bara sum eg varð biðin. Soleiðis greiðir 17 ára gamla Katrin Johannessen frá hennara reaktión, tá hon brádliga fekk boð um at pakka taskuna og siga farvæl, orsakað av [...] spennandi tíð í møti. Hon hevði søkt, og var sloppin inn sum skiftisnæmingur í Meksiko. Har búði hon í býnum Queretaro, umleið tríggjar tímar við bussi úr Meksiko Býi, og gekk á einum katólskum privatskúla
berginum og vóru á veg aftur í bátin. Eitt sindur høgt var at loypa, og hann var tann fyrri maðurin, sum leyp. Tað gekk væl, men tá tann seinni skuldi loypa, var báturin farin frá, og hann fór í havið og líka [...] undan samstundis. Og á eini fles lógu teir og hugnaðu sær. Tað var hugtakandi og stuttligt at síggja, at ikki bara fuglur er fram við landinum. Men fuglurin var har. Larmurin av ritu og karrandi lomviga [...] úr berginum. Har ferðast bæði fuglur og seyður í erva. Og meðan vit gingu, kom ein lítil steinur sendandi í helluna ikki langt frá okkum. Men hann rakti ongan, og vit komu væl nøgd aftur í bátin. Fyri
ikki og trilla tumlar og bíða eftir, at klokkan skal gerast trý seinnapartin í dag. Men teir siga seg vera klárar at taka ímóti teimum 58 manningunum, sum hava boðað frá luttøku í FM kappróðrinum og teimum [...] so merkja vit einki til streym, og eg rokni ikki við, at hetta fer at hava nakran týdning fyri avrikini og úrslitini í kappróðrinum. Málini Í Klaksvik varð róð á 1000 og 1500 metrum. Í Hósvík verður umframt [...] Startmálið hjá 10-mannaførunum er innanfyri Blásenda, sum teir rópa tað, ella sagt við øðrum orðum yviri ímóti Selatrað. 1500 metra málið er í Buginum, sum er frá Veðranesi og inn ímóti Selatrað, og 1000 metra
KÍ brotstegin, og bæði Karstin og Høgni Madsen eltu bóltin, og tá Karstin tveitti seg, tók hann samstundis beinini undan Høgna. Brotssparkið skeyt Høgni Zachariassen flatt til vinstru, og nú kom av álvara [...] var ikki til staðar, og so kundu KÍ og sertakliga Hjalgrím av álvara fara í gongd. Málið til 5-2 var ein sonn perla. Staddur beint uttan fyri brotsteigin fekk Hjalgrím eina sending, og eftir at hava sett [...] Kappingini um sonevnda Thomas Dam steypið. Luttakararnir vóru KÍ og ÍF, sum høvdu leikt seg fram til finaludystin við sigrum á ávíkavist HB og NSÍ. Kanska var luttøkan hjá ÍF eitt sindur óvæntað, tí tá há
hevur verið trupult at orða nakað um útstykkingar og sethúsabygging í Kollafirði, tí kommunan átti og eigur onga jørð í bygdini. Alt var landsjørð og privat. Seinasta stóra útstykking í Kollafirði var [...] matrikkul 203 á Lygnesi, atkoman er umvegis Grønagil. Her var pláss fyri bæði raðhúsa- og íbúðarbygging og bæði eigara- og leigaraloysnum. Men tað kom bara eitt tilboð inn. ##med2## Tíverri vóru treytirnar [...] landsjørð ella ognarjørð og tí annaðhvørt trupul ella kostnaðarmikil at útvega. Millum kollfirðingar vóru fleiri sum mettu, at kommunan óansæð átti at útvega lendið og gera tað byggibúgvið, og onkursvegna útluta
hetta gott og neyðugt, og eiga vit at brúka kjakið til at uppbyggja eina enn betri tænastu í framtíðini. Tó haldi eg, at kjakið og lýsinganar higar til av eldraøkinum, ”tekna” eina heldur óneyðuga og dapra [...] einsemi, og av tí sama hungra eftir nærverðu og samverðu við onnur fólk. Hetta gerst ein tvístøða fyri starvsfólkini Sjálvandi føla hesi dugnaligu og samvitskufullu starvsfólkini tað kalt og hart, tá tey [...] Føroyum í framtíðini. Fakfeløg og áhugafeløg hava longu melda klárt út, hvussu vit skulu loysa avbjóðingina í framtíðini. Teirra uppskot til loysn er einføld, og hon er hægri og lógarfest normering á økinum
einki við leveransir av vørum og tænastum at gera. -Men vit hava hinvegin eitt innlit í, hvat hvør kann og ikki, og hvat ber til í Føroyum og ikki, nakað, sum øll oljufeløg og samtøk hava brúk fyri at vita [...] annar á tekniskum stigi og hin á leiðslustigi. Her vórðu seinastu úrslitini løgd fram av rættiliga ungum jarðfrøðingum, geofysikarum og øðrum og vórðu so umrødd av teimum meira royndu og garvaðu serfrøðingunum [...] verður undirskrivað og tíansheldur heilt neyvt, nær útbjóðingin verður latin upp. -So skjótt vita nær markið kemur uppá pláss og nær útbjóðingin verður, ber til hjá okkum at seta tíð á, og fara vit tá at søkja
Sjómansskúlan í Klaksvík og fyri skúlan á Ziskatrøð og Ósáskúlan. Hóast ein skuldi trúð, at virksemi einans er í einum slíkum seglskipi um summarið, so er tað ikki heilt rætt. Í roynd og veru er virksemi umborð [...] seglini tikin niður og alt riggað av. Og síðani byrja vit undirvísingina umborð, greiðir Hans Eli frá. Áhugin fyri hesi undirvísingini er so mikið stórur, at í ár eru fýra hold við eini 10 næmingum í hvørjum [...] samband við føðingardagar, útferðir hjá arbeiðsplássum, familjutúrar og mangt annað. - So hendir tað eisini av og á, at menn taka seg saman og vilja sleppa út at fiska nakrar tímar. - Tað ordna vit eisini, sigur