føroyskum, 25 teirra á Sjómansskúlanum. Hann fór úr starvi á nýttárinum, og tekst nú við at týða m.a. sjóvinnu- og oljulógir fyri føroysku landsumsitingina. Harumframt lesur hann rættlestur í onkrari skaldsøgu [...] har hjúnini Jóannes og Óluva Skaale húsast. Í túninum stendur grái Mercedes 190 bilurin, men hann man kenna seg einsamallan, tí úrvalið í túninum, sum randar stóru vinkulbygdu húsini er litríkari enn so [...] línurulluna og fáa endan á kjaftin púra óvæntað. Tá stendur tú sum kánus, sigur Jóannes og smírist. ? M.a. hetta ber til at sleppa undan, um ein tímir at læra seg føroyskt, ljóða hyggjuráðini frá Jóannesi til
slagi. Hesi hava øll royndir hvør á sínum øki, og nógv teirra hava eitt sera gott umdømi uttanlands m. a. tí, at tey eru partur av altjóða samstarvi vegna Fiskirannsóknarstovuna. Toskakanningar og merking [...] denturin lagdur á toskakanningar. Kortini var hetta ikki tað einasta, sum teir fingu av skafti, tí m. a. vóru gjørdar sildakanningar norðanfyri, umframt at tað rættiliga skjótt varð farið undir at merkja [...] leiðina, og við tí byrjaði føroyski fiskiskapurin við Eysturgrønland. Umstøðurnar broyttar Sum vera mann eru nógv viðurskifti hjá Fiskirannsóknarstovuni broytt síðani hon varð sett á stovn í 1959. Tað hevur
kona” og íborna ynskið um avkom. Og so hevur tað verið, og tað í allar ævir. Av hesum er tað bara hennara business, skal atdráttarmikla og stabiliserandi hjúnabandið umdefinerast — og tí, gevur [...] hann giftast borgara, sum ikki er sama kyn sum hann—nettupp tí at hjúnalagið bert kann vera millum mann og konu. Hetta er einasti felagsnevnari, ymisk kyn, ikki kærleiki. Var tað so, var love einasta [...] og havi inntonktan samhuga við tí kristnu forkláringini um, hví hjúnabandið bert kann vera millum mann og kvinnu, er tað tann kulturella forkláringin, eg leni meg at. Ikki neyðturviliga tí hon er mest
at Marita Pállsdóttir Mohr hevur alzheimer-sjúku. Ein sjúka, sum tey einki annað kenna til, enn at mann gerst í ørviti og doyr av. Túsund spurningar hanga í luftini: Hvat nú? Hvat skulu tey gera? Hvussu [...] heild væl at, vælvitandi at alt hendir ikki beinanvegin, men tað er framvegis langt eftir á mál, um mann yvirhøvur kann tosa um at røkka einum ávísum máli, tí tað henda so nógvar broytingar, sigur hon. Ein [...] Tað er øgiliga ymiskt, hvussu alzheimersjúka og demensur rakar fólk. Talan er um eina sjúku, sum m.a. ávirkar heilan hjá fólki, og hvør einstakur heili er sum kunnugt sín heilt egni. Tí er torført at
sjálvberandi búskap - eisini hevur hetta forbidna minusi framman fyri tær 600 mió. kr.?« Ja, hvør man leggja navn til hetta kompotenta kommersið? Lomborg og Auken Politiskt var gjørd ein roynd at lýsa [...] tjóð!« (Hóast undirskriftin helst verður við »påholden pen«). Og, mín tolni lesari: »Hvat signalvirði man vera í einum signali um givin lyfti, sum ikki kunnu haldast?« Jú, púra rætt svarað: »Júst tað øvuta [...] tí kann fólkatalið sum býtislykil – um ikki verður lagt upp fyri tær ymsu klimatisku umstøðurnar o.a. – tykjast bæði at vera heilt av leið og órættvíst. Frostbitna land Okkara orkunýtsla fyri hvønn íbúgva
in í fiskivinnumálum hjá Javnaðarflokkinum, saman við Gerhardi Lognberg, man lítið vera eftir av tí konstruktivu semjuni um m.a. burðardygga veiði, sum vit skrivaðu undir suðuri í Tinganesi hin 20. apríl [...] stendur bara fyri mína egnu rokning, og hon er skrivað, tí valstríðið kennist á sama hátt, sum táið mann í dagavís sigldi ígjøgnum ístokuna við vesturstrond Grønlands. Alt er lopið saman í mjørkanum. Tá [...] hevði hvørki mið ella mál í nøkrum samfelagsmáli, laissez faire var hevdin, lat standa til, best man vera sum er, var rásin, stjórnað varð eftir. Tað ráddi bara um ikki at koma sær til illnar við nakran
Símuni í Nesi, sum Stein Næs, ið ikki var við hendan dagin, hevur arvað. Upp Fuglastíggj fara 12 manns, sum skulu reka Røkurnar og Kollin. Mín uppgáva var, at ongin seyður slapp upp nú reksturin var byrjaður [...] var undir ullaroytingina, so er ábit. Á Hellirókini er komið eitt gott hús, Jákupsastova, har 40 manns kunnu yvirnátta. Í dag sita øll úti, tí sólin skínur so fagurliga. Rættin liggur norðanfyri og er [...] Lombini verða lyft úr rættini, har nakrir menn hava til uppgávu at marka tey og geva teimum heilivág, o.a. Ærnar, sum onki mark hava, fáa mark, hvør árgangur hevur felagsmark, og árgangin sær tann seyðakøni
tola meiri atfinningar samanborið við ein mann. Hetta havi eg t.d. fingið smíðað á mín rygg í mínum leiðandi sessum, meðan vit ongantíð høvdu sagt um ein mann, at hann var skrappur og agressivur, bert [...] teimum, og sum teir kunnu identifisera seg við. Við øðrum orðum vil ein maður í flestu førum velja ein mann, eins og ein kvinna vil velja eina kvinnu, og hetta er mynstrið og óndi sirkulin, um eitt øki fyrst [...] stórasystir eru tvær útbúgvingar fingnar til høldar. Eftir eitt tíðarskeið í danska BG Bank gjørdist hon m.a. marknaðar- og projektleiðari í Føroya Sparikassa, síðani vóru boð eftir henni á Løgmansskrivstovuni
ikki um nakar við fáum orðum kann siga hvat henda risatóra og peningasterka maskinan vil hava.Men man kann altíð royna eit git. Fyrst og fremmst má havast í huga,at tað er ein komersiellur heimur vit eru [...] at borðreiða við. Bólkar sum eru sprotnir úr,ella hava havt tætt tilknýtið til hetta umhvørvið eru m.a. Mold,Mc Hár,Hatespeach,All that rain,Fluffy toys,Gó Gó blues,ÐIÐ,HTV,Makrel,Krit.Sideeffect,onkika [...] Speaker,Monkey Mongolia,Paradox,the story ends,Lama Sea.o.s.v. Mær vitandi er bert eitt annað stað har man miðvíst strembar eftir tí sama sum ART,tað er Grót í Gøtu. Meðan ART stendur fyri venjingarhølum og
uppgerð við latínskúlarnar, har alt ljós lá í Hellas og í Rom. Hjá Grundtvík eru fleiri "gullaldrar", m.a. ein hjá forfedrum okkara í víkingatíð. Seinni komu Grieg, Munch, Strindberg, Ibsen og Sibelius at spæla [...] tí hesi vildu síggja okkurt upprunaligt, okkurt mergjað, og føroyingar hava spælt við. Mangan tosar man um, at antropologar fyrr komu at skapa tað teir fóru út at granska. Tey, sum hava folkloriserað Føroyar [...] Føroyar, hava gjørt stóran skaða, tí enn er tað sum um hetta hevur ov stóran týdning. Tosar man við íslendingar, so hava teir ikki nógv gott at bera tíðini frá t.d. 1800 til 1940. Tað er sum um teir hava