Kvinnur og vald

Í juni mánaði skipaði Útnorðurráðið fyri ráðstevnu í Havn undir heitinum: ?Kvinnupolitiskur verkstaður?.

Ráðstevnan endaði við einum almennum fundi, har m. a. umboð fyri bólkar, sum høvdu arbeitt við ávísum evnum, løgdu úrslitini úr arbeiðsbólkunum fram.

Ein av arbeiðsbólkunum hevði arbeitt við spurninginum um kvinnur í politikki. Marita Petersen, fyrrverandi løgmaður hevði sitið í hesum bólki og legði vegna hann niðustøðunar í bólkinum fram. Ein niðurstøða var, at í útnoðrið átti at verða miðja eftir at broyta vallógirnar til lóggevandi tingini soleiðis, at uppstillingin gerst kynskvoterað. Bólkurin helt tó hesa niðurstøðu vera rættiliga kontroversiella.

Beint frammanundan høvdu umboð fyri landdagin í Kiel vitja løgtingið. Í tinginum spurdi ein av limunum, hvussu tað bar til, at kvinnurnar eru so illa umboðar á tingi, og fingu vit frá teimum at vita, at í Schleswig-Holsteinska landdegnum eru 75 limur og av teimum eru 29 kvinnur, tað eru 39%.

Í løgtinginum eru 4 kvinnur ella 12,5%.

Eg fór síðan at kanna hvussu umboðanin hjá kvinnum er í tingunum kring okkum. Í Altinginum eru 21 kvinnur ella 33%, í grønlendska Landstinginum eru 6 kvinnur ella 19%, í álendska Løgtinginum eru 7 kvinnur ella 28% , í Fólkatinginum eru 59 kvinnur ella 31%, í svenska Ríkisdegnum eru 43 % kvinnur, í norska Stórtinginum eru 60 kvinnur ella 36% og finska Ríksidagnum eru 73 kvinnur ella 37%.

Somuleiðis eru kvinnurnar betur umboðaðar í stjórnunum í hinum Norðanlondunum enn í Føroyur. Í Svøríki 50%, í Ísland 25%, í Danmark.góð 33% (7 av 20), í Noreg 42% (8 av 19), í Finlandi 44%(8 av 18). Sjálvstýrandi økini Føroyar, Grønland og Áland hava øll bert eina kvinnu í landsstýrinum.

Hetta saman við øðrum fekk meg at hugsa um, hvussu lítið vald ella ávirkan kvinnur í Føroyum hava í polikki ella har avgerðirnar verða tiknar. Hetta hóast at føroyskar kvinnur eru minst líka vælútbúnar sum menninir, og er kvinnuparturin á arbeiðsmarknaðinum góð 44%. Men tó, tá hugsað verður um ta mótstøðu, sum kemur til sjóndar bæði á tingi og í fjølmiðlunum, tá mál er frammi, sum snúgva seg um at styrkja støðuna hjá kvinnuni í samfelagnum, er hetta ikki so løgi Sum dømi kunnu nevnast orðaskiftið í sambandi við javnstøðulógina, málið um nevndarval og javnstøðu og seinast orðaskiftið um tilráðingarnar frá útnorðurráðnum. Prestastríðið, skattalógin og samgonguskjalið bera eisini øll boð um, at konufólkini skulu fastlæsast í verandi støðu ella kanska enn betur, at støða teirra verður, sum hon var fyri 50 til 100 árum síðani.

Tað, sum serliga undrar meg, er, at hesin hugburður sleppur at liva víðari í eini tíð sum okkara. Vit standa á gáttini til informatiónssamfelagið ella hava kanska longu fingið annan fótin innum. Eisini verður tosað um at skapa vinnur, sum kunnu verða alternativ til fiskivinnuna, og verður tá serliga hugsað vinnur, sum krevja dýra og vælútbúna arbeiðsmegi, har vøddamegin ikki hevur so nógv at týða.

Føroyska arbeiðsmegin er avmarkað, so um politiski málsetningurin um fáa konufólkini heimaftur skal vinna frama, so mugu okkara ráðandi viðurkenna, at um hin málsetningurin eisini skal vinna frama, mugu vit innflyta fremmanda arbeiðsmegi, og taka teir avleiðingar, sum tað hevur fyri samfelagið.

Sjálv haldi eg, at uppskotið hjá bólkinum ?kvinnur í politikki? er eitt frálíkt hugskot, tí tað ber boð um, at hesar kvinnur hava viðurkent, at okkurt radikalt eigur at verða gjørt, og tað sum gerast skal mugu kvinnurnar sjálvar taka stig til, tí tey (les teir), sum sita har avgerðirnar verða tiknar, fara ikki uttan víðara at lata onnur(les aðrar) sleppa upp í part. Eg haldi tó, at vit eiga at umhugsað at fara enn eitt stig víðari í hesari stremban okkara.

Í hesum døgum verður arbeitt við grundlóg fyri Føroyar. Nevnd er sett at gera uppskot til grundlóg eftir arbeiðssetningi, sum við heimild í lógini um grundlógarnevnd, er ásettur av landsstýrismanninum í lógar- og fullveldismálum. Í arbeiðssetinginum eru ymsu tættirnir í eini grundlóg nevndir, og er m.a. javnrættur nevndur í præamblinum soleiðis:

?Nevndin eigur at viðgera og taka støðu til, um ein inngangur skal vera, ið staðfestir endamálsorðingar fyri føroysku samfelagsskipanina og leiklut Føroya í altjóða høpi. Metast má um, hvørt orðingar skulu gerast um, at fólk og myndugleikar skulu stremba eftir til dømis:

Frælsi, fólkaræði, javnrætti, friði, samvinnu, rættartrygd, felags skyldum og ábyrgd?.

Onki verður nevnt um talan er um javnrætt millum kynini ella javnrætt í víðari merking, men haldi eg, tað hevði verði áhugavert at fingið spurningin um javnrætt millum kynini og eina møguliga grundlógaráseting um kynskvotering í løgtinginum við í viðgerðina av grundlógini.

Eg eri fullvæl greið yvi , at fyrsta reaktiónin er uppá ein slíkan tanka er, at hetta ikki hoyrir heima í eini grundlóg, men tí eri eg ikki samd í.

Ein grundlóg í traditionellari merking ásetur rættindi og skyldur borgaranna í samfelganum, men sanniliga eisini karmarnar fyri valdinum ella ávirkanini í samfelagnum.

Okkara upprunaliga grundlóg er danska grundlógin frá 1849. Tá hon kom í gildi 5. juni 1849 varð valdið flutt frá tí einavelduga konginum til fólkið, men hvat var fólkið.

Konufólk vóru ikki fólk í hesari merking, tí tey fingu ikki valrætt. Valrættaraldur varð settur til 35 ár, og verður lági miðallivialdur tá á døgum havdur í huga, so var tað stórur partur av monnunum, sum heldur ikki fekk valrætt. Ognarleys, revsaði og skuldarar høvdu ikki valrætt. Samanumtikið kann sigast, at talið av teimum við valrætti ikki var stórt.

Hetta broyttist spakuliga. Konufólkini fingu valrætt í 1915 og um sama mundi kom valrættaraldurin niður á 21 ár.

Við at hyggja eftir gongdini serliga frá 1849 til 1915, so hendu hesar broytingar ikki av sær sjálvum. Tí uttan mun til um tú ert einavaldskongur ella ein útvaldur skari av ?rigets bedste mænd?, so letur man ikki av fríum vilja vald frá sær, heldur ikki til kvinnur og ognarleys. At fáa kvinnum valrætt, kostaði sum kunnugt serliga bretsku sufragettunum blóð, sveitta og tár.

Mótstøðan móti javnstøðulóg og mótstøðan móti kvinnuligum prestum eru bæði dømi um tað sama, nevniliga ein roynd hjá teimum, sum sita við valdinum at varðveita tað. Sama ger seg galdandi, tá ført verður fram, at tað er javnstøða millum kynini, at kvinnurnar ikki eru áhugaðar í politikki ella sum tað sum verður ført fram, tá øll hini argumentini eru brúkt: ?Tað er vanvirðisligt fyri kvinnuna?.

Tað eru tí kvinnurnar sjálvar, sum mugu gera eitt miðvíst arbeiði til tess at fáa tað vald í politiska umhvørvinum, sum tilkemur teimum. Ikki fyrrenn hetta er veruleiki fáa tey virðini, sum vanliga verða nevnd tey kvinnuligu ella bleytu virðini tann prioritet, tey hava uppiborið.

Eg vil gera vart við, at tá eg tosi um javnrætt, tosi eg um rætt og ikki um, at menn og konur, gentur og dreingir skulu vera líka, tí tað eru tey ikki. Eg tosi um javnbjóðis viðurskifti millum kynini, sum virðir teir munir, sum frá skaparans hond eru millum mann og kvinnu bæði likamliga og sálarliga. Tað er ikki hugsan mín at kvinnur skulu vera sum Annie í Annie get your gun, sum sang: ?Everything you can do I can do better?, men at vit í felag gera tað, sum gerast skal. Tað, sum skal broytast, er hugburðurin um, at traditionelt mannafólkaarbeiði er meira vert enn traditionelt kvinnuarbeiði. Hesum náa vit ikki uttan bæði kynini eru meira javnbjóðis umboðaði, har ávirkanin og valdið er, og at tað verða sett eins stór ella smá krøv til tær kvinnur sum koma framat, sum til menninar. Í stuttum, at tað verður tikið eins nátúrligt, at ein flakakvinna av Eiði ella húsmóðir úr Sørvági verður tingkvinna sum tað er, tá ein fiskimaður úr Vági ella lærari av Sandi verður valdur á ting.

Niðurstøðan er í stutttum tann, at miðjast má eftir at fáa javnstøðuspurningurin á dagsskrá hjá grundarlógarnevndini herundir spurningin um kynskvotering í løgtinginum. Uttan mun til hvat lagnu grundlógararbeiðið fær, so fer orðaskiftið at føra við sær, at spuringurin verður gjølla viðgjørdur. Hetta fer at flyta nøkur mørk ella bróta niður nakrar garðar á hesum øki, kanska so mikið, at tað ikki verður mett kontroversielt at taka táttin upp í vallógini..

Í minsta lagi vóni eg, at eitt slíkt orðaskiftið kann gera fleiri kvinnur varugar við henda spuring og at bæði kyn kunnu fáa eina fatan av, at málið ikki snýr seg um at vera ímóti kallkyni ella Várharra, men hinvegin opnar møguleikar fyri einum samfelag, har øll kunnu trívast og mennast eftir evnum og førleika.


Súsanna Danielsen