veruligum hospis í Føroyum, sigur Ingun Gaardbo. Yvirlæknin á medisinsku deild, Erik Wandall, er samdur við Ingun í, at eitt hospis hevði verið ynskiligt, og hann nevnir gomlu dreingjadeildina í Hoydølum sum [...] B6 á landssjúrkahúsinum hevur ligið bakk í útvið eitt ár nú. Hølini eru umvæld, og í hesum sambandi eru tvær av stovunum innrættaðar av nýggjum, so tær frameftir kunnu virka sum ein palliativ deild. Fyrr [...] tíðarbil ov tíðliga, at hon kemur. Hetta hevur verið mítt hjartamál í tjúgu ár, sigur Ingun Gaardbo. Sosialurin vitjaði á deildini í gjár, og tá gjørdu tey seg kláran at taka ímóti sjúklingum á medisinsku
síðan er og verður í enn størri mun ein liður í kunning um heilsu í Føroyum. Samfelagið í dag er soleiðis bygt upp, at fólk vilja hava kunning her og nú, tá ið tey hava tørv á tí, og í hesum sambandi er [...] sær alskyns kunnning um heilsu, heilsuverk, heilivág og annað, sum hevur við hetta at gera. Ein liður í kunning um heilsu Richard Schwartson, apotekari, er ein av teimum, sum hetta seinasta hálva árið hevur [...] heilivági, so sum prís, hjáárin og annað. Eisini kanst tú sum brúkari seta spurningar viðvíkjandi heilsu. Í fyrstu atløgu roynir apoteksverkið sjálvt at svara spurningunum, men er talan um so mikið umfatandi
orku. SEV hevur einkarætt til gagnnýta nærum alt vatn í Føroyum fram til 2013. Hesin rættur verður helst longdur. Tað er ikki heppi at, SEV er í eini monopolstøðu innan orkuveiting. Monopolið tryggjar [...] minni er trygd fyri, at prísurin stendur í mát við tann prísin, sum SEV fær burtúrúr at framleiða. Orkupolitkkur í Løgtingi Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í orkumálum, hevur nú lagt frágreiðing um orku [...] lóggáva, sum undirbyggir nakað sum helst hjá einum privatum at fara í gongd við. Um einstaklingur ella vinnuvirki ætlar sær at gera íløgur í vinnutól til útvegan av orku, er ongin trygd fyri, at nakar avtakari
er givið út í Føroyum - Móðurmálsorðabókina. Slíkt er ikki nakað. tú setir teg niður við borðið og setur saman í nakrar dagar. Tað gerst ikki upp í tímum, hvussu nógv tíð og orka er løgd í hetta mikla [...] minst røkja. Eg ivist ikki í, at somu menn hava tikið til sín mong av nýggju orðunum og nøvnunum, sum gjørd eru. Neyvan vilja teir venda aftur til tey útlendsku. Hvussu mong munnu í dag nevna farteldu sína [...] mikla mentannarverk. Nú bókin er teldutøk, er lætt at sláa upp í henni hjá tí, ið fæst við at skriva. Úrvalið av orðum er ovurhonds, orð, sum eru snøgg og liggja væl á tunguni, umframt at neyv kunning verður
umhugsað svar. Óhugsandi er ikki, at hetta bert er byrjanin til ein útvikling í øðrum støðum kring landið hesa komandi tíðina. Í blaðnum í gjár varð nógv gjørt burtur úr hesum málinum. Har varð tosað við fólk [...] kundi gjørt hetta økið til ein sannan vinnumiðdepil í Føroyum. Framtíðin fer at vísa, hvussu samstarvshugurin verður. Grundarlagið og fortreytirnar eru í øllum førum til staðar. So má agg, fordómar og misálit [...] kommunurnar báðar verða lagdar saman. Borgarin fær fyrst høvið at siga sína hugsan, áðrenn bygdaráðini í báðum støðum taka endaligu avgerðina út frá teirri vegleiðandi fólkaatkvøðuni. Hóast spurningurin er
økið. Tá ið kreppan var størst í Føroyum, var Jógvan ein sum kempaði fyri Sandoyarætlanini, og má sigast, at tað var eitt satt bragd, hóast ikki teir stóru pengarnir vóru í hesi ætlan, sum tó eydnaðist til [...] farin um tey sjeyti. Eg kom at kenna Jógvan, tá hann bleiv lærari í Skopun. Jógvan var ein góður lærari, tað skotsmál hevur hann her í bygdini. Eisini syrgdi hann fyri sum fyrstilærari, at skapa ein góðan [...] ella við jólahaldið á Torginum. Jú, tað tíð Jógvan búði í Skopun, var hann virkin partur av bygdini. Jógvan var kommunuskrivari, tá eg var valdur inn í bygdarráðið, og kom eg uppaftur betur at kenna henda
øllum førum nógvar pengar í pengabankanum harúti, sigur Hákun og peikar móti vindeyganum. Gulak heldur, at Jógvan politiovastin í Trølla Pætur filminum átti at bestemmað í Føroyum. ? Hann er ræðuliga strangur [...] havi sæð hann í nýggja Trølla Pætur filminum, men eg veit ikki, hvussu hann eitur. Eg haldi, at hann eitur Jógvan, sigur Hákun. Og tá kemur lív í hini trý. Tey hava eisini sæð løgmann í Trølla Pætur filminum [...] næmingarnir í fyrsta flokki siga øll, at tey vita onki um politikk, og ei heldur kenna tey nakran politikkara. Ella rættari sagt næstan ongan. ? Eg kenni ein. Eg haldi, at hann eitur Jógvan. Hann eigur í øllum
smæstu longu duga enskt, tá tey byrja í fólkaskúlanum. Lítið man tað hava at siga, at í sjónvarpi eru nær um allar tær ensku rásurnar maldar í donsku kvørnini. Ella at í handlunum eru nær um øll bløð og tíðarrit [...] Petur í Gong Formaður í Brúkarasamtakinum Nú verður sagt, at enska ávirkanin á okkara ungu er so mikið stór, at ikki er neyðugt við frálæru í hesum máli longu frá triðja flokki. Djúptøknar kanningar av [...] enska málinum. Men hetta hongur snøgt sagt ikki saman. Sannleikin man heldur vera tann, at vit í Føroyum sjáldan hava møguleika fyri at velja nakað annað enn danskt. Ein sera ónøktandi støða hjá einum
fyritøkur í Føroyum og í Danmark nýta ISUUS-skipanina, ið má sigast at vera rættiliga slóðbrótandi. Skipanin hevur verið sýnd á stórum vinnumessum í Danmark við góðum úrsliti. Í samfelagnum í dag skal alt [...] um tey eru til arbeiðis, hava frí, ella eru eitt ørindi í býnum og senda boð ímillum teldurnar, tvs. at sjálvt um starvsfólkini eru upptikin í telefonini, so fáa tey altíð boð við vekslarin. Skipanin [...] fyri at spyrja um bilin, fær hann umgangandi svar. Hetta ger hann við at skriva nummarið á bilinum í fartelefonina og senda SMS til bilasøluna. Tær bilasølurnar sum higartil hava ognað sær ISUUS-skipanina
næstu tíðina, so at hann kann fáa eitt størri innlit í føroyskan fótbólt. Sáttmálin millum Brian Laudrup og Fótbóltssamband Føroya kemur í gildi í dag 1. apríl. [...] hevur til føroyskan fótbólt, sigur Brian Laudrup: - Eg havi spælt móti Føroyum einaferð, og so havi eg spælt saman við Toda Jónsson í FC Keypmannahavn eitt skifti. Annars veit eg ikki tað stóra um føroyskan [...] sigur Brian Laudrup. Ætlar at hava landsliðsvenjing í næstum Av tí at nýggi landsliðsvenjarin ikki veit so nógv um teir føroysku spælararnar enn, hevur hann í samráð við hjálparvenjaran, Jógvan Martin Olsen