Tí er spell og kennist tað ikki sørt hugstoytt, at tað finnast fólk, sum breiða út haldleysar skuldsetingar móti teimum, sum royna at eggja fólki til at fara væl um málið. Eg haldi ikki, at hesir hava uppiborið slíkt heiti so sum málpávar, puristar o.tl, tá ið hugsað verður um alt arbeiðið, ið komið er frá hond teirra. Tað er ikki ov nógv sagt, at Jóhan H. W. Poulsen saman við øðrum góðum fólki hevur savnað og skrivað týdningarmesta bókaverk, sum nakrantíð er givið út í Føroyum - Móðurmálsorðabókina. Slíkt er ikki nakað. tú setir teg niður við borðið og setur saman í nakrar dagar. Tað gerst ikki upp í tímum, hvussu nógv tíð og orka er løgd í hetta mikla mentannarverk.
Nú bókin er teldutøk, er lætt at sláa upp í henni hjá tí, ið fæst við at skriva. Úrvalið av orðum er ovurhonds, orð, sum eru snøgg og liggja væl á tunguni, umframt at neyv kunning verður givin um bendingar, føll og annað. Tí skuldi verið lætt hjá blað- og fjølmiðlafólki og øðrum, sum fáast við at skriva at gjørt sær ómak at kaga í hana, so at málburðurin gerst betri enn hann ofta er.
Ikki minst átti teldutøka bókin at komið lærarum og næmingum væl við. Tí ljóðar tað øvut, at hesir atfinnarar geva sær sjálvum heitið málrøktarar, tí orðið røkta merkir sum kunnugt at taka sær væl av, hjúkla um, ansa - og ikki minst røkja. Eg ivist ikki í, at somu menn hava tikið til sín mong av nýggju orðunum og nøvnunum, sum gjørd eru. Neyvan vilja teir venda aftur til tey útlendsku. Hvussu mong munnu í dag nevna farteldu sína berbarur computari?
Hann má vera framasøkin, ið fær undirlutakenslur av at lata seg rættleiða av øðrum. Eins og tað er sjálvfylgja at læra næmingar at rokna rætt, skuldi tað verið sjálvfylgja at lært næmingin at skriva og tosa rætt. Man nakar næmingur kenna seg happaðan, tí lærarin roynir gera hann dugnaligan í støddfrøði, lívfrøði, alisfrøði o.ø.? Sama má vera galdandi, tá ið talan er um at læra næmingin málfrøði, at skriva og tosa rætt.