Orkupolitikkur skal eggja nýhugsan

Ingi Olsen
løgtingsmaður
???????????
Verandi einkarættur hjá SEV eggjar ikki til nýhugsan, - hvørki hjá SEV ella øðrum. Vit mugu orða ein orkupolitikk, sum opnar fyri møguleikum at royna alternativa orku.
SEV hevur einkarætt til gagnnýta nærum alt vatn í Føroyum fram til 2013. Hesin rættur verður helst longdur.
Tað er ikki heppi at, SEV er í eini monopolstøðu innan orkuveiting. Monopolið tryggjar SEV kundar og forðar fyri kapping er um prís og góðsku.
Hevði tað ikki verið natúrligt, at SEV missir einkarættin í 2013 og samstundis fær álagt at taka móti alternativari orku, um henda annars lýkur krøv um góðsku og er undir skipaðum viðurskiftum?
Eins og á so mongum øðrum økjum, so hevur heimurin kring okkum framt stórar broytingar viðvíkjandi teirra orkupolitikki. Kapping er komin í, og hevur hetta natúrliga havt við sær lægri prísir. Vit hava enn onga kapping, og ein kann bara gita um, hvørt tann prísurin vit gjalda er tann rætti. Tað er helst ein sannroynd, at tað er sera trupult at fáa at vita, hvat tann rætti prísurin er. Og um nøkur kanning verður gjørd, hvør skal so gera hesa? SEV?
Hví hava privat framt
so fá orkutiltøk?
Havi sett mær spurningin, hvussu tað ber til, at so fá tiltøk eru framd av privatum, sum hava sum endamál at framleiða alternativa natúruvinarliga orku.
Skal eg koma við einum stuttum boðið - ja so kundi tað verið, at tað er eingin yvirskipað lóggáva, sum undirbyggir nakað sum helst hjá einum privatum at fara í gongd við.
Um einstaklingur ella vinnuvirki ætlar sær at gera íløgur í vinnutól til útvegan av orku, er ongin trygd fyri, at nakar avtakari er til framleiðsluna. Væl at merkja um ikki SEV stend-ur fyri hesi. Og enn minni er trygd fyri, at prísurin stendur í mát við tann prísin, sum SEV fær burtúrúr at framleiða.

Orkupolitkkur í Løgtingi
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í orkumálum, hevur nú lagt frágreiðing um orku fyri Løgtingi. Henda var til aðalorðaskifti týsdagin 15. februar.
Tað er gleðiligt, at fyrsta stigið nú er tikið at fáa orða ein yvirskipaðan orkupolitikk.