føroysku songkvinnuna uttan fyri Ísland. - Eg eri sannførdur um at Eivør fer at koma langt. Hon hevur alt, sum skal til, fyri at gerast kend um allan heimin. Og tá hon verður tað, vænti eg at vit íslendingar [...] ljóðroyndini fyri at senda beint undan konsertini. At fylgja sær tónlistarliga hevur Eivør seinasta árið havt tríggjar av frægastu íslendsku tónleikarunum av sínum slag. Petur Grétarsson, ið spælir trummur [...] Eðvarð Lárusson, guitar, og Birgir Bragason, bass, og hesir hava allir fylgt Eivør hetta seinasta árið. Í fyrstu atløgu verður fløgan hjá teimum trimum og Eivør givin út í Íslandi og Føroyum. Fyrst í komandi
n týsdagin tosaði, Ólavur Gregersen, stjóri í Bitland, um nýskapan og hvørjar forðingar eru fyri nýbrotum. Í síni framløgu tosaði hann eisini um, hvørja "strategi" føroyingar eiga at nýta til tess at vinna [...] sum líkist tí føroyska mest. Tí er høgi produktiviteturin í Íslandi ein ábending um, at møguleikar eru fyri at økja um framleiðsluvirðið í Føroyum. Hann vísti á, at tess meira orka verður sett av til nýskapan [...] málum. - Skulu 50.000 føroyingar búgva í Føroyum um 20 ár, skulu vit framleiða annað og við størri inntøku, enn vit gera í dag. Annars tapa vit í kappingini um okkara ungdóm til okkara grannalond. Men, legði
míni evnir í Føroyum. Tey siga, at eg hevði kunnað komið langt, um eg hevði viljað. Sjálvandi hugsi eg eisini um, hvussu tað hevði sæð út, um eg ikki gavst við hondbóltinum sum tannáringur. Men nú havi eg [...] sjónarhornið. Eg angri í hvørt fall einki nú. Droymir enn um útlandið Finnur hevur tó ikki heilt slept dreyminum um at koma uttanlands at spæla. - Um eitt tilboð kom við góðum treytum, hevði eg møguliga tikið [...] Sjónvarpi kom einaferð til eina venjing hjá okkum, tá ið eg var ungur. Teir tóku av mær og tosaðu um, um eg fór at gerast eins góður og pápi. - Pápi var ein gudur í skúlanum. Tað merkti eg eisini væl. Einaferð
størri í ár enn í fjør, og at næsta ár verður hann aðrar fýra milliardir størri enn í ár. Talan er um 9 prosent vøkstur, ið stavar frá størri kvotum, príshækkingum á altjóða fiskamarknaðunum og einum støðugari [...] bankin. Ein munagóð orsøk er eisini, at toskakvotan í fiskiárinum 2011-2012 er 10 prosent størri enn árið fyri. Tað ger góðan mun, tí toskurin eigur umleið ein triðing av útflutningsvirðinum av fiski og
Dagur Sigurðsson er av altjóða hondbóltssamgonguni, IHF valdur til besta venjara í manshondbólti fyri árið 2015. Dagur Sigurðsson er høvuðsvenjari hjá týska manslandsliðnum í hondbólti, sum vann EM-endaspælið [...] Þórir Hergeirsson hevur verið venjari teirra. Atkvøðugreiðslan, sum IHF hevur skipað fyri er helvt um helvt serfrøðingametingar, og ein almenn atkvøðurgreiðsla, har hondbóltsfjepparar kring allan heimin
rækjuvørum til so lítið sum 3000 tons um árið; hetta mótsvarar bert eina góða helvt av framleiðslu orkuni hjá O.C. Joensen. »Realistiskt dugi eg ikki at síggja nakrar ábendingar um at rækjuprísirnir fara at hækka [...] stóra orku vit leggja í og hvussu vit raðfesta við millumtjóða samráðingar um handils- og veiðirættindi. »Vit koma ikki uttan um politiskar tættir sum handils- og veiðirættindi,« helt Hans Johannes á Brúgv [...] møguleikar fyri at bøta um eisini at verið har.« Flaggaðu út Herfyri setti Landsstýrið eina nevnd ið skal arbeiða skjótt at kanna støðuna í rækjuvinnuni og koma við tilmælum um hvørjar ábøtur ið kunnu
tímar um árið. Norðurlendingar eru millum teirra, sum arbeiða minst. Eitt nú arbeiða norðmenn 1.379 tímar um árið og danir 1.522 tímar. Meðal arbeiðatímatalið í OECD-londunum er 1.776 tímar um árið. [...] sum arbeiða mest. Í meðal arbeiddu íslendingar 1.732 tímar í fjør, og tað var trý prosent meiri enn árið fyri. Talið er kortini minni enn í árunum undan kreppuni. Onnur arbeiða meiri enn norðurlendingar
umleið eina milliard dk. kr. um árið, skrivar blaðið. Hvørgin partur ynskir at siga nakað um prísin, men serkøn, sum Ekstra Bladet hevur tosað við, meta, at prísurin liggur um 200 milliónir. Peder Hornshøj [...] Bravo Tours í 1998, og felagið er alsamt vaksið hesi árini, til at avgreiða umleið 90.000 ferðandi um árið. Hetta er teirra lívsverk, og hóast teir hava selt Bravo Tours verða teir sitandi sum stjórar og
Í Kópavogi búgva umleið 28.000 fólk. Fólkatalið er seinnu nógvu árini økt við umleið 1800 fólkum um árið. Samstundis er tað júst í hesum býi, at Jákup á Dul hevur stóra handilsvirksemi sítt. Hann hevur [...] Klokkan 21.00 í kvøld verður býráðshøllin í Klaksvík karmur um eitt serligt íslandskvøld, har Bjørn Torsteinsson, mentanarleiðari í Kopavogi fer at greiða frá hvussu býurin verður mentur. Eisini verður
limur í býráðnum síðani 1982, men til býráðsvalið 29. mai stillar hann ikki upp aftur. Hann hevur skrivað fleiri bøkur um søguna hjá Norðfjørðinum, eisini eina sum serliga er um fiskiskap og fiskivinnu [...] veit meira um hann at siga, vilja vit fegin frætta. Kristianna Jacobsen búsettist eisini á Norðfirði um 1900. Hon var sína síðstu tíð elsta fólk á Norðfjørðinum. Vit vilja eisini fegin frætta, um nakar veit [...] talan er um frændatjóðir. Smári skrivar eisini um norskan fiskiskap í hesi tíðini. Men hetta var mest eftir sild, og kom henda norska veiðan at hava stóran týdning fyri Ísland. Her var serliga talan um Siglufjørðin