Íslendingar arbeiða mest

Íslendingar eru teir norðurlendingar, sum arbeiða mest. Í meðal arbeiddu íslendingar 1.732 tímar í fjør, og tað var trý prosent meiri enn árið fyri. Talið er kortini minni enn í árunum undan kreppuni.

Onnur arbeiða meiri enn norðurlendingar. Sambært tølum hjá OECD arbeiða meksikanar og suðurkoreanar mest ella ávikavist 2.250 tímar og 2.090 tímar um árið.

Norðurlendingar eru millum teirra, sum arbeiða minst. Eitt nú arbeiða norðmenn 1.379 tímar um árið og danir 1.522 tímar.

Meðal arbeiðatímatalið í OECD-londunum er 1.776 tímar um árið.