Klokkan 21.00 í kvøld verður býráðshøllin í Klaksvík karmur um eitt serligt íslandskvøld, har Bjørn Torsteinsson, mentanarleiðari í Kopavogi fer at greiða frá hvussu býurin verður mentur.
Eisini verður høvi at hoyra íslendskan klaver- og violintónleik á høgum støði.
Íblástur
Klaksvík og Kópavogur eru vinarbýir, og hava býirnir báðir ofta leitað sær íblástur hvør frá øðrum.
Eitt gott høvi til tað verður í kvøld, tá Bjørn Torsteinsson millum annað fer at greiða frá, hvussu Kopavogur ídag er vorðin kendur vegna tónlistaskúla, náttúrusavn, bókasavn og listasavn, innilokaðan fótbóltsvøll, tvær stórar svimjihallir, fleiri nýggjar skúlar og nú ætlar at byggja eina operu fyri 200 mió.kr.
Í Kópavogi búgva umleið 28.000 fólk. Fólkatalið er seinnu nógvu árini økt við umleið 1800 fólkum um árið. Samstundis er tað júst í hesum býi, at Jákup á Dul hevur stóra handilsvirksemi sítt. Hann hevur eitt handilsøki á 30.000 m2 og byggir nú sokallaða Føroyatornið í 22 hæddum.
Tónleikur
Umframt fyrilesturin hjá Bjørn Torsteinsson verður høvi at hoyra íslendingarnar Páll Palomares og Hákon Bjarnason spæla violin og klaver.
Violinleikarin Páll Palomeras hevur verið konsertmeistari í Ungfonia, strúkiorkestur Tónlistarskóla Kópavogs og Symfoniorkestur Tónlistarskúla og var við í Orkester Norden á sumri 2004. Síðani 2006 hevur hann verið free-lance hjá Symfoniuhljómsveit Íslands.
Hákon Bjarnason var ein av fýra teimum bestu næmingunum í í solistakapping sum Listaháskúli Íslands og Symfoniorkestur Íslands skipaði fyri í fjør. Eisini hevur hann tvær ferðir vunnið 1. virðisløn í klaverkappingini hjá islandsdeild EPTE.
Íslandskvøldið í býráðshøllini í Klaksvík er alment.