stig og B36 hevur 40 stig. HB vann flestu nærdystirnar, HB spælararnir vóru skjótari á fótum og í fatan, og teir vóru nógv oftari í álopum, har tað eydnaðist at samanspæla og vinna góðar støður og møguleikar [...] Heri H. Mohr og Daniel Johansen vóru skilagóðir í verjupartinum og framfýsnir og neyvir í álopspartinum, og í fremstu røð vóru Pætur J. Petersen, Dan í Soylu, innskifti Hilmar Leon Jakobsen og Adrian Justinussen [...] Hansen og Bartal Wardum vóru tryggir í miðverjuni, og Teitur Matras Gestsson í málinum var góður bæði í verju, og tá ið hann legði upp til mál. B36 var við til at mynda undirhaldandi grannauppgerð, og í seinna
virkin og væl skipað. Tey hittist í ymsum høpi og samstarvar um ymiskt, har tað er neyðugt. Eisini hava tey skipað seg í eitt felag, Klaksvíkar Vinnulívsráð, sum javnan skipar fyri ymiskum átøkum og tiltøkum [...] orð á sær úti í heimi og fer víða um. Vegan góðu røktina og burðardyggu aliskipanina í øllum liðum, hevur laksurin hjá Bakkafrost fingið so gott orð á sær, at teir oftast fáa kr. 10,- meir pr. Kg, enn aðrir [...] føðsluliga við teimum røttu protein- og feittsýrusamansetingunum, ið spurt verður eftir. Eisini verður granskað í mótstøðuføri fyri ymsk virus og enntá lús. Her liggur áralong og áhaldandi neyv gransking fyri
hvørjum ári, og tað er Executive Committee, sum tekur avgerðina. Pedagogical Committee hevur ta pedagogisku og fakligu ábyrgdina av ráðstevnunum og átekur sær at skipa fyri work-shops og evnislestrar [...] í heiminum. ?at byggja netverk millum samarbeiðspartar og -projektir millum skúlarnar. ?sínámillum orðaskifti millum skúla og ráðharrastovur. ?og at geva møguleika fyri einum socialum umhvørvi til limirnir [...] at formaðurin í SIEC-International er norðmaður og næstformaðurin og formaðurin í Pedagogical Committee eru danir. Hesir báðir danir, Ole Riis-Pedersen og Leif Haar, luttaka eisini undir stovnandi aðalfundinum
stríddust sum leyvur, og tá ið Dagfinn Olsen hevði bríkslað fyri síðstu ferð, og Karl Vidtfeldt handaði steyp og gullkrónur til vinnararnar, var fagnaðurin ógvuliga stórur. Men á Eiði og har á leið høvdu tey [...] Hvalvík, Brian Olsen og Edvard Pauli Andreasen eru úr Tjørnuvík, Bárður Olsen er úr Vík, Róltant Waag Dam og Leif Niclasen eru av Norðskála, og Jens Tonny Egilstrøð, Janus Haraldsen og Tonni Kruse eru av [...] unglingavenjarin. Sosialurin ynskir honum og EB/Streyma unglingunum og øllum teimum omanfyri nevndu bygdunum og øllum hinum - eitt nú við Gjógv, á Oyrabakka og Oyri - sum taka á við EB/Streymi, tillukku
verið um tunlarnar Norður um Fjall, og tað er væl skiljandi. Verandi tunlar eru út ímóti 60 ára gamlir og hava ongan góðan átt. Hetta hóast Norðoyggjar síðan 1998 og til og við 2015 í hvussu er hava havt nóg [...] Anfinn Kallsberg og eftirmaður hansara sum formaður í Fólkaflokkinum vóru greiðir yvir, at teir gomlu, ótíðarhóskandi og vandamiklu tunlarnir fóru at bløða fyri teirra avgerð, sum fyrst og fremst hevði til [...] skund í mun til ferðsluna og størstan búskaparligan týdning. Uppskotið hjá fíggjarmálaráðharranum er bæði láturligt og grátuligt. Við einum pennastrokið ger hann fakligu metingarnar og raðfestingarnar hjá
eins og í almenna rúminum eru við at upploysa Sjálvstýrisflokkin, sum annars hevur bestu hugsjónirnar innan føroyskan politikk, sigur Jógvan Skorheim, sum ikki vil standa óvirkin og hyggja, og tí hevur [...] grundaður á, sigur hann og vísir á: • at virkað verður fyri, at føroyingar taka fulla ábyrgd av tjóðini og fáa fullan avgerðarrætt fyri henni. • at samfelagið byggir á privata ognarrættin og á fyritakssemi hins [...] vælferðina hjá hvørjum einstøkum borgara at fremja rættvísan sosialan politikk og at verja og menna føroyskan siðaarv, mál og mentan. – Eg bjóði meg fram eftir eftir løgtingsvalið av teirri einføldu orsøk
peningastovnarnir hava brúk fyri fólkið og brúkarum sum virka og liva og skapa tann framburð, sum øll liva av. Tí eiga tey rættindi og krøv, sum vit seta ávíkavist brúkarum og peningastovnum at verða á eini javnvág [...] pørtum til frama og á einum rættvísum og rímiligum støði, og so mikið gjøgnumskygd, at eisini kundin hevur eitt reelt frælsi og rímiligt skotbrá at laga síni viðurskifti til tær nýliga íkomnu og broyttu umstøðurnar [...] kundi at vita, at rentan broytist hendan vegin og hinvegin og onnur gjøld kunnu koma og fara. Men júst í hesum konkreta døminum kom rentuhækkingin óvart á, og enntá stutt eftir, at fleiri høvdu bundið seg
munandi og framvegis veksur. Seinast í 1997 varð gjørt av at fara undir at projektera og gera nýggja skúla. -Vit standa so her í dag í einum nýggjum skúla og samkomuhúsi og eru vit sera stolt og errin av [...] m, børnum, ungum, tilkomnum og eldri og umboðum fyri ymsar stovnar og myndugleikar vísti bygdarráðsformaðurin á, at Kirkjubøar kommuna (sum fevnir um bygdirnar Kirkjubø og Velbastað, blaðm.) hevur tikið [...] varð broytt og landið als ikki longur rindar til skúlabygging. Annfinn Brekkstein vísti á, at henda gongdin ber boð um, at fleiri og fleiri øki skulu leggjast út til kommunurnar at umsita og legði aftrat
at manna bátarnar hjá Havnar Róðrarfelag og øðrum feløgum í Havnini, og tað kemur eisini ofta fyri, at fólk kemur úr feløgunum í Havnini og aðra staðni frá og út á Argir at rógva. Vánirnar eru góðar fyri [...] til kappróður og alt tað, sum livir og rørir seg kring eitt kappróðrarfelag, eru góðar á Argjum. - Vit eiga góð felagshølir. Bátarnir standa væl, og tað er lagaligt at draga bátarnar og at klæða um í sambandi [...] eftir ársskiftið, og frá síðst í januar og til eftir Ólavsøku er nógv lív í neystinum. Vit hava hesa seinastu tíðina gjørt eitt sindur fyri at hækka støðið soleiðis, at tað er so reint og nossligt, at tað
kjansir afturat, og málið til 2-0 var frágera gott. Uppspælið byrjaði væl, og frammi ímóti brotsteiginum spældu Tomislav Sivic og Kurt Mørkøre bandaspæl. Endin var, at Sivic prikaði Kurt leysan, og so sparkaði [...] varisliga, og fyrsta hálva tíman vóru tað fáir málmøguleikar. KÍ fekk ein kjans tíðliga í dystinum, og hann avgreiddi Alexander Djordjevic í VB-málið. Alexander slapp leysur inn í brotsteigin, og so var hann [...] tamarhald á støðuni, og tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at VB-álopsmenninir bitu eitt sindur frá sær. Niclas Niclasen og Símun Joensen vóru báðir farnir av landinum, og tí spældi Harley Bertholdsen