Mong mundu verða tey, sum fegnaðust, táið tíðindini bórust um at nú fóru BankNordik at lækka sethúsarentuna við einum góðum prosenti. Og honum á baki kom so eisini Eik við somu lækking. Nakað seinni kom so fram at fyri at fíggja hesa lækking, var gjørt av at hækka lánið til tey við realkreditlánið.
Hækkingin á 0,2 prosent svarar til eina hækking á 2000 kr pr mió pr ár í láni. Og hesa eykarokning skulu føroysku húskini bara rinda, hóast tey .- júst av láni til hús, eru ógvuliga tyngd fíggjarliga longu frammanundan.
Tey, sum fyri kortum vórðu eggjaði til at broyta vanligu sethúsalánini til donsk realkredittlán, vóru í stóran mun tey, sum høvdu stór sethúsalán. Hjá teimum har skuldin var lítil, varð upplýst, at tað loysti tað seg ikki at broyta lánsslag – frá vanligum sethúsaláni til danskt realkredit, tí konverteringin var so kostnaðarmikil.
Tað kann tí hugsast, at serliga ungu barnafamiljurnar, sum frammanundan eru tey mest fíggjarliga tyngdu, tóku av hesum tilboðið. Tað gjørdu tey, tí tey sóu fyri sær munandi fíggjarligar fyrimunir av hesi lækking, hóast tey máttu rinda høgan prís fyri at leggja lánið um. Hinvegin sóu tey eisini fyri sær, at yvir eitt ávíst áramál, var hesin prísur goldin innaftur, tí rentubyrðan lækkaði.
Tá tey so fáar mánaðar eftir dýru umleggingina fáa at vita, uttan nakra ávaring yvirhøvur, at avtalan tey gjørdu við peningastovnarnar, nú hevur við sær, at tey kortini koma at rinda fleiri 10túsund krónur meira í rentu eftir fáum árum, enn tey skuldu um avtalan frá umleggingini var galdandi, so má ein spyrja seg sjálvan um hetta er rímiligt.
Men rímiligt ella ikki, so kunnu peningastovnarnir eftir øllum at døma gera slíkt, uttan at nakar fer eftir teimum. Við rímiligum krøvum áttu peningastovnarnir at havt ávísar avmarkingar við slíkari rentuhækking til hart kroysta kundan. Sjálvsagt eigur ein kundi at vita, at rentan broytist hendan vegin og hinvegin og onnur gjøld kunnu koma og fara. Men júst í hesum konkreta døminum kom rentuhækkingin óvart á, og enntá stutt eftir, at fleiri høvdu bundið seg við ógvuliga strongum treytum til eitt danskt realkredittlán. Og so verður hetta gjørt uttan rímiligt skotbrá, uttan reellan møguleika at siga lánið upp, uttan reellan møguleika at flyta banka osfr.
Til samanberingar kann nevnast, tá ið fólk í vanligum størvum verða søgd úr starvi, so skal hetta gerast við so og langari freist, við ávísum mannagongdum, við møguleika fyri hoyring osfr. Hesi krøv hava fakfeløgini ynskt, tí tað verður hildið órímiligt, at tú bara soleiðis yvir alt ov stutta tíð broytir tilveruna hjá fólkið totalt, uttan at hesi fáa tíð at hugsa seg um.
Politiski myndugleikin eigur bert í avmarkaðan mun at blanda seg í hvørji krøv peningastovnarnir seta kundunum. Talan er um privat virksemi og eiga krøvini at verða lagaði hareftir. Peningastovnarnir í Føroyum hava hinvegin so stórt vald í landinum, og hava møguleika at ávirkað liviumstøðurnar hjá føroysku húskjunum í meira lagi um politiski myndugleikin ikki setir tær røttu treytirnar.
Tað skal sigast peningstovnunum til rós, at teir við síni fíggjing hava verið við til, at flutt tað føroyska samfelagið fleiri fet framá og eiga stóran leiklut í tí framburði, sum hevur verið her á landið gjøgnum árini. Og tað eigur tí at verða okkara ynski, at hesir fáa frítt at virka sum stovnar við møguleika fyri vøkstri, kapping og góðum avkasti. Brúkarin av bankunum er so hinvegin tey, sum eru orsøkin og initiativtakarin til tann framburð, sum verið hevur her á landið, og sum bankin í stóran mun hevur verið við til at fíggja. Brúkarin hevur sostatt tørv á einum væl riknum banka, meðan peningastovnarnir hava brúk fyri fólkið og brúkarum sum virka og liva og skapa tann framburð, sum øll liva av.
Tí eiga tey rættindi og krøv, sum vit seta ávíkavist brúkarum og peningastovnum at verða á eini javnvág, sum er báðum pørtum til frama og á einum rættvísum og rímiligum støði, og so mikið gjøgnumskygd, at eisini kundin hevur eitt reelt frælsi og rímiligt skotbrá at laga síni viðurskifti til tær nýliga íkomnu og broyttu umstøðurnar hjá peningastovnunum til eina og hvørja tíð.
Hendan javnvágin hevur manglað í ávísan mun og eigur tí at koma undir ta røttu sjóneykuna, so hesi viðurskifti fáast í rættlag.
Tí hevur Tjóðveldi lagt uppskot til samtyktar fyri løgtingið, sum heitir á landsstýrið at koma við neyðugum krøvum og reglum til føroysku peningastovnarnar um rentuásetingar og aðrar gjaldshækkingar, so hesi verða brúkarunum meira gjøgnumskygd, og verða ásett undir neyðugum eftirlitið og við rímiligum skotbrái.