viðurskifti. Sum dømi kunnu vit nevna, at skal skúlin vera fyri øll, er neyðugt, at øll sleppa inn í skúlan og frítt kunnu flyta seg runt í skúlanum, eisini tey í koyristóli. Neyðturvilig tímajáttan má eisni vera [...] vit okkum skilja. Tað er eisini neyðugt við kunning til skúlan, tá næmingur við breki kemur í skúla, so at skúlin fær høvi at fyrireika seg. Her hevur samstarvið millum skúla og heim stóran týdning. Hetta [...] MBF vísir á, at skal skúlin vera fyri øll, so mugu teir komandi lærararnir fáa dyggan kunnleika til ymisk brek og til serundirvísing. Tað er ikki minni átroðkandi, at lærarar í starvi fáa holla eftirútbúgving
seg hvørja fer. Jonhild, sum í dag er 59 ára gomul, hevði sín fyrsta arbeiðsdag sum heimahjálpari 18. august 1974 í Hvalba. Hon hevur luttikið á nógvum skeiðum og verið í nevndini hjá Heimahjálparafelaginum [...] Tvøroyri 58 ára gomul í 2002, og kláraði hon hetta gott. Hon hevði gott mót og kláraði skúlan fyrimyndarliga. Hon er so heilsuhjálpari í dag og arbeiðir á Eldra Sambýlinum í Hvalba. Jonhild er gift við
juli Knút Sigurskjold Ellingsgaard, ættaður úr Klaksvík, búsitandi í Leirvík, 66 ár. Jóhanna Jacobsen í Hvalba, 77 ár. Margith Hansen í Klaksvík, 74 ár. Jóhan Marius Johannesen, vanliga nevndur Hanne, Norðskála [...] Beinta Biskopstø, 68 ára gomul. 16. juli Schønning Jensen, Hvalba, 82 ár Oluf Dam, Sandav., búsitandi í Havn, 78 ár Ella Hermansen, Tvøroyri, búsitandi í Havn, 86 ár 17. juli Mourentza Hansen, Sandavági, 94 [...] Norðskála, 83 ár. 20. juli Símin Mikkelsen, Klaksvík, 85 ár. Albin Jacobsen í Vatnsoyrum, 76 ár. Hanna Thomsen úr Havn, 69 ár.
arbeiddi á flakavirkinum í Hvalba, men tá ið tað fór á heysin í januar í 2005, hevði hon onki arbeiði. Men longu vikuna eftir fekk hon arbeiðsboð á fiskavirking á Tvøroyri og har var hon so í nakrar vikur. – So [...] vilja illa til og virkið í Hvalba heldur uppat. - Virkið í Hvalba hevur verið á trimum, fýra arbeiðsgevarum hesi síðstu 10 árini, og heldur tað uppat einaferð afturat, standi eg aftur í akkurát somu støðu. [...] endurnýggjaði hon arbeiðsloyvi tá ið tað kravdust. Men í 2004 kom stígur í og síðani er hon ikki komin ur stað. Hon søkti um arbeiðsloyvið í apríl í 2004 og síðani tá hevur hon ikki sæð sítt egna pass aftur
hjá Mentamálaráðnum á Hoyvíksvegi í Havn og fara út at hitta tann partin av skúlanum, sum eita lærarar. Tó er ein næmingur í framhaldsdeildini sloppin upp í part í ritinum Sús. Saman við fýra lærarum [...] næstan drukna okkum í". Sum nevnt er eitt av hesum tólv fólkunum, sum hava skrivað í Sús, sjálvt næmingur í dag, og er tað Mariann Mortensen. Hon skrivar: "Til seinast vil eg siga, at skúlin ger alt ov lítið [...] landsstýriskvinna í fororðinum í tí nýggja ritinum: "Úr ymiskum sjónarhornum verður ljós varpað á framtíðar fólkaskúla okkara. Tað er eyðsæð, at tær umfatandi broytingarnar, vit uppliva í okkara parti av
foreldur skulu veljast í skúlastýrini. Umframt tey trý foreldrini eru skúlastjórin, eitt umboð fyri lærararnar og eitt umboð fyri kommuna í skúlastýrinum. Hesi vórðu vald í skúlastýrini í Tórshavnar kommunu [...] Petersen Dánjal av Rana Skúlin á Argjahamri: Vivian D. Johansen Allan Mortensen Bjørg Danielsen Skúlin á Fløtum: Barbara Vang Maria Nattestad Garðsá Derhard Jógvansson, Skúlin við Løgmannabreyt: Jákup
grava eftir koli. Í Hvalba var virksemið í 1950 unum so stórt, at umleið 150 man arbeiddu í kolavinnuni. Námini í Prestfjalli vóru sostatt millum størstu arbeiðsplássini í landinum. Í Hvalba hava teir høgt [...] stóru ídnaðarverkætlanina í námunum í Rangabotni í Trongisvági. Kolasøgan í Føroyum er bæði aldargomul og spennandi. Fyrstu ferð vit hoyra um kol í skrivligum keldum er tíðliga í seytjandu øld. Tá tekur [...] kolasøguna í Føroyum, verður lagdur fram á Tvøroyri í morgin. Í filminum frætta vit um tá ein løgmaður royndi seg sum ídnaðarnjósnara í Skotlandi, um ætlanirnar at fáa fangar til Hvalbiar at arbeiða í námunum
hesum bygdunum er tí fallið við 15 fólkum í Hvalba (-2,1%), trimum í Fámjin (-3,4%), sjey fólkum í Hovi (-6,4%) og 11 fólkum í Porkeri (-3,6%). [...] um, hvagar nýggju suðuroyingarnir leita. Meðan fólkatalið minkar í Hvalba, Fámjin, Hovi og Porkeri, veksur tað á Tvøroyri, í Vági og í Sumba. Størsti vøksturin er á Tvøroyri, har fólkatalið er voksið við [...] vøksturin í Vági og Sumba tilsamans. Vøksturin í Vági er 18 fólk og í Sumba 12 fólk. Innlendis nettoflytingin er -8 fyri Vág, tað er at átta fleiri eru flutt úr bygdini enn til hana, meðan hon er 11 í Sumba
part av lívi sínum í Havn. Sum ungur var hann sjómaður og arbeiddi eisini í kolanámunum í Hvalba. Hann arbeiddi hjá byggifelagnum E. Pihl & Søn, tá teir gjørdu tunnilin millum Hvalba og Trongisvág. Jens [...] nir eru kendir fyri sínar dygdir sum grótlaðarar í Havn, og nógvir minnisvarðar standa eftir teir í býnum. Simonika andaðist í 1987, 69 ára gomul, og í 1989 giftist Jens við Lenu Mortensen á Argjum, einkjuni [...] um. Jens giftist við Simoniku, f. Zachariassen, ættað av Kirkju í Fugloy. Tey fingu børnini Sigrid og Zacharias. Familjan búði í Hvalba, til tey fluttu til Havnar at búgva umleið 1960. Simonika fekk starv
Ólavur Bjarkhamar. Í løtuni eru umleið 70 fólk til arbeiðis hjá TG Seafood í Hvalba. Higartil í ár hevur virkið keypt umleið 2000 tons av ráfiski, og tað er umleið tað sama sum somu tíð í fjør. Ymiskar upsavørur [...] reka fiskavirkið í bygdini. Keypa aðrastaðni Hesa vikuna hevur eingin landing verið í Hvalba, men TG Seafood hevur keypt fisk frá skipum, sum hava landað aðrastaðni. Virkið hevur soleiðis í dag keypt fisk [...] Skipini hava landað í Vági, og fiskurin er komin norður til Hvalbiar í bili. Ólavur Bjarkhamar, stjóri á TG Seafood, sigur, at tey hava keypt umleið 70.000 pund av upsa frá Beinissvørði. - Í endanum av seinastu