Størru kommunurnar vinna

Fólkavøkstur er aftur í Suðuroynni, men tað eru stóru kommunurnar, sum fáa ágóðan

Eftir at fólkatalið er lækkað hvørt ár síðani 2002, undantikið í 2012, tá tað vaks við einum persóni, hevur Suðuroyggin aftur fólkavøkstur, sambært hagtølunum hjá Hagstovuni.

 

1. desembur 2002 var fólkatalið í Suðuroynni 5.123 fólk, men 1. desembur 2015 var tað 4.576. 1. desembur í fjør var tað tó komið upp á 4.603 fólk aftur. Hóast vøkstur, so er vøksturin frá 2015 til 2016 minni enn minkingin frá 2014 til 2015. 1. desembur 2014 búðu 4.642 fólk í Suðuroynni.

 

Eingin ivi er tó um, hvagar nýggju suðuroyingarnir leita. Meðan fólkatalið minkar í Hvalba, Fámjin, Hovi og Porkeri, veksur tað á Tvøroyri, í Vági og í Sumba. 

 

Størsti vøksturin er á Tvøroyri, har fólkatalið er voksið við 33 fólkum síðani 1. desembur 2015. Innlendis nettoflytingin, tað vil siga talið á teimum, sum eru flutt til Tvøroyrar aðrastaðnis úr landinum minus teirra, sum eru flutt av Tvøroyri til aðrastaðni í landinum, er 16 fólk. 40 tvørafólk fluttu av landinum, men 50 fólk fluttu út útlandinum og heim til Tvøroyrar. Sostatt er nettotilflytingin 26 fólk. Harumframt er burðaravlopið 7 fólk og sostatt er fólkavøksturin 33 fólk.

 

Tvørafólk fara uttan iva at erpa sær av, at vøksturin har er størri enn vøksturin í Vági og Sumba tilsamans. Vøksturin í Vági er 18 fólk og í Sumba 12 fólk. Innlendis nettoflytingin er -8 fyri Vág, tað er at átta fleiri eru flutt úr bygdini enn til hana, meðan hon er 11 í Sumba. 18 vágbingar fluttu úr Føroyum, men 34 komu heim úr útlondum, meðan tríggir sumbingar fóru og fýra komu aftur. Burðaravlopið í Vági var 8 fólk, meðan í Sumba var einki burðaravlop. 5 børn vórðu fødd og 5 fólk doyðu.

 

Í Hvalba, Hovi og Porkeri fluttu eisini fleiri fólk til bygdina úr útlandinum enn úr henni og uttanlands. Einasta bygdin, sum misti fólk í uttanlandsflytin er Fámjin, har ein flutti uttanlands og eingin kom heim. Allar bygdirnar mistu tó fólk í innlendis nettoflytingini, meðan bara Hvalba hevði eitt burðaravlop. 

 

Fólkatalið í hesum bygdunum er tí fallið við 15 fólkum í Hvalba (-2,1%), trimum í Fámjin (-3,4%), sjey fólkum í Hovi (-6,4%) og 11 fólkum í Porkeri (-3,6%).