Oddagrein· Skúlin fyri øll

Skúlin er meira enn nakrantíð áður á dagsskrá. Pisakanningin hevur sett ljóskastaran á fólkaskúlan og sama er um visjónsarbeiðið at siga. MBF hevur havt aðalfund, og nýtir felagið høvið til at venda sær til allar avvarandi myndugleikar um at taka fyrilit fyri børnum við breki. Tað verður nógv tosað um skúlan fyri øll. Í yvirlýsing frá MBF verður talað um at gera skúlan til ein skúla fyri øll og ikki bara um eins skúla fyri øll. Her er sum vera man munur á.

MBF ger vart við, at skal skúlin vera fyri øll, so eru fleiri viðurskifti, ið mugu rættast. Her er talan um heilt grundleggjandi fortreytir og ikki serstakliga fløkt teoretisk ella yvirskipað viðurskifti. Sum dømi kunnu vit nevna, at skal skúlin vera fyri øll, er neyðugt, at øll sleppa inn í skúlan og frítt kunnu flyta seg runt í skúlanum, eisini tey í koyristóli. Neyðturvilig tímajáttan má eisni vera tøk, soleiðis at einstaki næmingurin fær tað tilboð honum ella henni tørvar. Her er enn langt á mál halda vit okkum skilja.

Tað er eisini neyðugt við kunning til skúlan, tá næmingur við breki kemur í skúla, so at skúlin fær høvi at fyrireika seg. Her hevur samstarvið millum skúla og heim stóran týdning. Hetta mál snýr seg eisini um eftirútbúgving av lærarum og er tørvurin stórur i hesum høpi. Ein tann størsti spurningurin er tó læraraútbúgvingin. MBF vísir á, at skal skúlin vera fyri øll, so mugu teir komandi lærararnir fáa dyggan kunnleika til ymisk brek og til serundirvísing. Tað er ikki minni átroðkandi, at lærarar í starvi fáa holla eftirútbúgving. MBF hevur júst valt Leilu Solmunde aftur til forkvinnu. Leila var av blaðnum tilnevnd ársins kvinna fyri síni avrik sum formaður í MBF. Vit ynskja henni tillukku við afturvalinum og ynskja felagnum góða eydnu í stríðnum fyri skúlanum fyri øll.
Sosialurin