Semingsroyndirnar, sum skuldi fáa ein enda á tí skjótt tríggjar viku langa verkfallinum hjá dagrøktarmammunum í Kollafirði, kortsluttaðu heldur óvæntað um vikuskiftið. Men bæði Miriann Dam, talskvinna [...] og skomm at halda fram við verkfallinum. Annars høvdu samráðingarnar um vikuskiftið ført til semju á næstan øllum økjum og sáttmálin var komin undir land. Semja var bæði gjørd um lønir, eftirlønir, ar [...] Kommuna málið. Bygdaráðið hevur eisini tvíhildið um at lønarlagið hjá dagrøktarmammunum skal vera á sama støði sum í Havn. Tað vil siga, at dagrøktarmammurnar skulu fáa einar 700 krónur meiri fyri at
vórðu orsøkin til, at fólkið í Kirkjubø og á Velbastað tóku stig til at fáa sóknarbørnunum ein nýggjan, rúmligan og tíðarhóskandi skúla. Barnatalið veksur Á samkomu á skúlanum leygardagin segði bygdaráðsformaðurin [...] Henda dagin varð nevniliga nýggi skúlin í sóknini tikin alment í nýtslu. Tað er so avgjørt ikki nøkur gerandishending, at ein nýggjur skúli verður tikin í brúk her á landi. Í syndarligu kreppuárunum fyri [...] eisini varaløgmaður til steðar. Sosialurin, sum var á staðnum, fer í mikudagsblaðnum at hava eina reportasju frá hesi frálíku og stak livandi løtu á Velbastað.
Leygardagin varð skúlin og samkomuhúsið á Velbastað tikið alment í nýtslu. Á eini samkomu fyri bygdarfólki og almennum umboðum handaði bygdaráðsformaðurin Annfinn Brekkstein tí nýggja skúlastjóranum, Eyðbjørg [...] landsstýrið og skúlamyndugleikar røður, og kórið í sóknini setti sín serstaka dám á hátíðarløtuna við at syngja Fedranna talu og Nirði á støð undir leiðslu av Fróða Sandoy og við klaverfylgispæli hjá Stamen Stantchev [...] -Nú er skúlin so liðugur, og vit kunnu ikki annað enn staðfesta, at her er høgt til loftið og vítt til veggja segði skúlastjórin, sum eisini hevði roknað út, at tað er fýra ferðir so nógv pláss á nýggja
Hann vísti á, at nú kommunan leggur stóran dent á at reka ein varnan fíggjarpolitikk, kom tað sera dátt við hjá kommununi, at landið legði barnaansingina út til kommunurnar við so stuttum skotbrái, at [...] menningin, sum hevur verið á barnaansingarøkinum, fer at minka, og kann hava við sær, at kommunan fær minni inntøkur, av tí at foreldrini ikki sleppa til arbeiðis. Bygdaráðsformaðurin vísti á skeivu gongdina, har [...] dag, har lagt verður upp til broyttar arbeiðshættir hjá næmingum og lærarum. Annfinn Brekkstein minti á, at vit føroyingar liva ikki longur eina avbyrgda tilveru. -Vit vilja taka aktivan lut í framburðinum
Torbjørn Jacobsen vísti á, hvussu gingið varð undan í sóknini, tá fyrsti veruligi skúlin í Føroyum - prestaskúlin í Kirkjubø - varð settur á stovn í 12. øld og nevndi, at Sverri kongur gekk í hesum skúla [...] Hetta er tann fyrsti nýbygdi skúlin í hesi øldini segði landsstýrismaðurin, sum fegnaðist um nýggja bygningin, ið hann helt vera glæsiligan á at líta men vísti samtíðis á, at eingin bygningur er sterkari [...] blíðan byr á leiðini. Bygdaskúlin hvørvisteinur í menningini Tað er ikki hvønndagshending, at nýggjur skúli verður tikin í brúk. Helst tí varð eisini sjálvt løgmansembæti umboðað á samkomuni á Velbastað
lítla samfelagið, at skúlin hevur góðar karmar at virka í. At tað er ikki nóg mikið við eini ferhyrntari stovu, har ið tað ber til at læra børnini. Natte Nattestad vísti á, at skúlin í dag er so nógv annað [...] Hann metti børnini á Velbastað at vera heppin, at stutt er út í náttúruna, bæði niðan í hagan og oman til sjóvarmálan. Tað ger alt uppaftur meira spennandi. Í so máta hevur hesin skúlin óavmarkaða vídd, [...] og tí nógvar møguleikar vísti stjórin á høvuðsstaðarskúlanum á. Hann helt tað vera hugaligt at uppliva, at eitt bygdaráð tekur mentanarstovnin "skúlan" í so stórum álvara, at tað dugir at síggja, hvønn
metti eisini, at hesin skúlin fór at verða øðrum til fyrimyndar. Men ætlanin um skúlan sum mentanardepil í sóknini fer at krevja skipað samstarv, har skúlaleiðari er uppií. -Skúlin skal sjálvsagt altíð verða [...] sum hevur givið teimum gott í beinini. Deildarstjórin helt tað ræður um góða bygdarmentan og vísti á, at mentan er eisini at virða ymiska áskoðan. -Girðið ikki børnini og tey ungu inni. Latið tey sleppa [...] hollum førnini og víðum sjónarringi. Hensar Ellingsgaard segði eisini, at dagsins skúli skal leggja dent á, at allir næmingar kunnu fáa avbjóðingar. Tú røkkur ongum uttan slíkar. Hann nam eisini við leiklutin
Tá tað føroyska flaggið verður borið inn á leikvøllin við setanina, verða 100.000 fólk, sum sita á áskoðaraplássunum og hyggja. 4000 ítróttarfólk verða við á leikunum, meðan eini 3000 hjálparar, venjarar [...] síðan skúlin byrjaði. Tær eru tí í góðari venjing undan kappingini, men tær vilja einki siga, um talan verður um at koma heimaftur við heiðursmerkjum. - Fyri ikki at leggja nakað óneyðugt trýst á genturnar [...] stóra uppliving, og á tíðindafundinum fingu tær tey ráð frá Jóhan Samuelsen úr ÍSB, at tær skulu hugsa sær, at tær enn eru í Gundadali og gloyma alt stásið og teir túsund áskoðararnar á sitiplássunum. Tær
nýggja sáttmálanum verður lønarlagið hjá dagrøktarmammum í Kollafirði á sama støði sum í Havn, men tað verður ikki so stórur munur á lønini á at hava størri børn og at hava smæri børn. Í Havn fáa dagrøktarmammurnar [...] sum arbeiða hjá Kollafjarðar kommunu, aftur til arbeiðis. Millum annað ber tað í sær, at nú verður skúlin aftur vaskaður, so nú kann undirvísingin takast upp aftur, eftir at steðgur hevur verið í eina góða [...] Hetta vildi Føroya Arbeiðarafelag undir ongum umstøðum góðtaka. Ikki tí, í pengum hevði hetta lítið upp á seg, tí talan er um eina fimm krónu um dagin. Men fyri Føroya Arbeiðarafelag var talan um eitt prinsipp
undirvísing bæði á Tvøroyri og í Vági. Seinni var hann fluttur til Vágs burturav, men har hevur hann hildið til í trimum ymsum húsum og tað eru ikki tær bestu umstøðurnar. Ein orsøk til, at skúlin ikki langt [...] langt síðani hevur fingið hóskandi høli, er, at suðuroyingar samdust ongantíð um, antin skúlin skuldi vera, á Tvøroyri ella í Vági. Í áttatiárunum var neyðsemja gjørd um at byggja skúlan í Hovi. Skúli varð [...] Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í skúlamálum, sigur, at landsstýrið hevur sett eina millión av á fíggjarlógini komandi ár til at projektera nýggjan miðnámsskúla í Vági. Ætlanin er so at seta tilsamans