Nú er arbeiðsfriður aftur í Kollafirði.
Tað gjørdust veruleiki klokkan 8.15 í gjáramorgunin. Tá skrivaðu Føroya Arbeiðarafelag og Kollafjarðar Kommuna undir nýggjan sáttmála fyri dagrøktarmammurnar í Kollafirði og samstundis fóru tær aftur til arbeiðis, eftir at hava verið í verkfalli í gott tríggjar vikur.
Samstundis vóru eisini samhugaverkføllini hjá Føroya Arbeiðarafelag ímóti Kollafjarðar Kommunu avblást. Sostatt fara øll arbeiðsfólk, sum arbeiða hjá Kollafjarðar kommunu, aftur til arbeiðis.
Millum annað ber tað í sær, at nú verður skúlin aftur vaskaður, so nú kann undirvísingin takast upp aftur, eftir at steðgur hevur verið í eina góða viku.
Løn ístaðin fyri eftirløn
Verkfallið í Kollafirði hevur nú vart í gott tríggjar vikur og samhugaverkfallið hevur vart í góðar 14 dagar.
Annars var ein sáttmáli komin undir land seinasta vikuskiftið, men heilt óvæntað førdi ein ósemja um eitt smáttarí við sær, at samráðingarnar slitnaðu.
Partarnir vóru annars samdir um lønina. Tað, sum skilti partarnar var spurningurin um eftirløn fyri at hava gestabørn í dagrøkt.
Gestabørn eru børn, sum ein dagrøktarmamma tekur í dagrøkt í avmarkaða tíð fyri eina dagrøktarmammu, sum plagdi hava barnið, men sum hevur forfall.
Í slíkum førum vildi Kollafjarðar Kommuna ikki lata eftirlønina fylgja við barninum.
Dagrøktarmamman, sum plagdi hava barnið, skuldi missa eftirlønina, men mamman, sum hevði barnið í gestarøkt, skuldi ikki fáa hana afturfyri.
Hetta vildi Føroya Arbeiðarafelag undir ongum umstøðum góðtaka.
Ikki tí, í pengum hevði hetta lítið upp á seg, tí talan er um eina fimm krónu um dagin.
Men fyri Føroya Arbeiðarafelag var talan um eitt prinsipp um, at vunnin rættindi verða ikki latin av hondum aftur. Tað varð heldur ikki góðtikið, at tær skuldu fáa minni í løn fyri at hava gestabørn í dagrøkt
Tískil helt verkfallið á eina heila viku afturat.
Men hóskvøldið fekk Føroya Arbeiðarafelag eitt nýtt uppskot til semju frá Kollafjarðar Kommunu.
Tað uppskotið brúkti Føroya Arbeiðarafelag so náttina til at kanna, og tað endaði við, at felagið tók av.
Úrslitið av tí var, at sáttmáli varð undirskrivaður kl. 8.15 í gjáramorgunin og samstundis var verkfallið avblást, eins og blokadan annars ímóti Kollafjarðar Kommunu.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at semjan ber í sær, at dagrøktarmammurnar framvegis ikki fáa eftirløn fyri at hava gestabørn í dagrøkt.
Men tað, tær skuldu fáa í eftirløn, verður ístaðin lagt oman á lønina.
Sostatt fáa dagrøktarmammurnar umleið 5,5% eyka í løn fyri at hava gestabørn í dagrøkt.
Annars er sáttmálin galdandi við afturvirkandi kraft frá 1. august til 31.desember, tá ið Kollafjørður fer undir Havnina og tá skal nýggjur sáttmáli gerast.
Í nýggja sáttmálanum verður lønarlagið hjá dagrøktarmammum í Kollafirði á sama støði sum í Havn, men tað verður ikki so stórur munur á lønini á at hava størri børn og at hava smæri børn.
Í Havn fáa dagrøktarmammurnar 700 krónur meiri fyri at hava smabørn í dagrøkt enn tær fáa fyri at hava tey størru børnini.
Í Kollafirði verður munurin 350 krónur.
Tær fáa nú góðar 3.000 kr. um mánaðin fyri tey minnu børnini og knapt 3.000 fyri tey størru.