Leygardagin varð skúlin og samkomuhúsið á Velbastað tikið alment í nýtslu. Á eini samkomu fyri bygdarfólki og almennum umboðum handaði bygdaráðsformaðurin Annfinn Brekkstein tí nýggja skúlastjóranum, Eyðbjørg Dalsgaard lykilin til nýggja skúlan. Undan tí hildu umboð fyri landsstýrið og skúlamyndugleikar røður, og kórið í sóknini setti sín serstaka dám á hátíðarløtuna við at syngja Fedranna talu og Nirði á støð undir leiðslu av Fróða Sandoy og við klaverfylgispæli hjá Stamen Stantchev. Eisini spældu Steinum Frýdal klaverstykki og Sigrið Dalsgarð stykki fyri violin. Undir hátíðarhaldinum handaði næstformaðurin í Føroya Lærarafelag, Petur Sigurd Rasmussen skúlanum gávu frá felagnum og ynskti hann bygdarfólkinum og teimum, sum skulu vera um skúlan, góðan byr.
Heri Joensen, sóknarprestur hugleiddi um síni fyrstu skúlaár í Svínoy og helt annars fyri, hvussu týdningarmikið tað er at vilja og taka við broytingum og metti hann nettupp nýggjan skúlan sum dømi um broyttar tíðir og umstøður. Hann ynskti øllum góða eydnu og vælsignaði nýggja skúlan.
Nýggjur skúlastjóri
Eyðbjørg Dalsgaard, skúlastjóri tók ímóti skúlanum. Frá bygdaráðsformaðurin fekk hon blómur og lykil. Sjálv kom hon til sóknina at undirvísa um somu tíð, sum útgrevsturin fór í gongd.
-Nú er skúlin so liðugur, og vit kunnu ikki annað enn staðfesta, at her er høgt til loftið og vítt til veggja segði skúlastjórin, sum eisini hevði roknað út, at tað er fýra ferðir so nógv pláss á nýggja skúlanum sum á tí gamla, sum eisini varð vorðin ótíðarhóskandi. Tó duldi hon ikki fyri, at tað vóru tey, sum høvdu ringt við at sleppa gamla skúlanum, haðani so mong góð minni eru frá gjøgnum mong mong ár.
-Vit hava fingið ein nýggjan og góðan skúla og skulu nú til at brúka hann til fulnar segði Eyðbjørg Dalsgaard og takkaði fyri skúlan. Á skúlanum koma at ganga 28 børn. Har eru tvær vanligar skúlastovur og ein stórur salur. Eisini kjallarin er innrættaður.
Umframt at brúka stóra og rúmliga bygningin til skúla skal hann eisini brúkast til ymisk mentanarlig tiltøk, samkomur so sum brúdleyp, føðingardagshald ol. Nú fólkatakið í sóknini er vaksandi, nýggj sethús verða bygd á hvørjum ári, og fleiri børn verða fødd, so kemur tað eisini sera væl við hjá bygdafólkunum at fáa slíkt stórt høli sigur Annfinn Brekkstein, bygdaráðsformaður, sum heldur møguleikarnar verða óavmarkaðar við nýggju húsunum.
Um arbeiðið
Um byggingina er annars at siga: Fyrsti fundurin um nýggja skúlan var í 1997. Arbeiðið byrjaði árið eftir, og skúlin stóð liðugur til skúlaárið 2000. Skúlin hevur kostað 6,5 mill. kr. Hann er 450 fermetrar til støddar. Arkitektur er Teknistovan hjá Albert Isfeld. Arbeiðstakarar hava annars verið: Hans Wilhelm Lützen, jørðarbeiði, Búsetur, betong-, kloakk-, timbur-, snikkara-, málara- og múrararbeiði, Hans Dam, VVS og ventilatión, John Egholm, elarbeiði, Litaval, gólválegging og gardinur, Farodane, innbúgv. Undirarbeiðstakarar hava verið: BSV, snikkaraarbeiði, Uni Zachariasen, málaraarbeiði og Leif Jensen múraraarbeiði. Uni Patursson hevur verið verkfrøðingur. Mikkjal Jacobsen hevur havt byggileiðsluna um hendi.









