føroyameistaraheitið framman fyri NSÍ, sum tó í steypafinaluni vann júst á KÍ, og er hetta fjórða árið á rað, at hesi bæði liðini møtast í stórsteypadystinum. Sum tað er í londunum rundan um okkum, eru stórste [...] endamálið ikki bara er fótbóltur, men eisini at savna inn pengar til eitt vælgerðarendamál. Hetta er eisini natúrliga orsøkin til, at stórsteypadystirnir í fótbólti eru eitt samstarv millum Lions Club og Fót [...] Sum gjørt hevur verið síðstu árini, er upphæddirnar frá dystunum um Lionsbikørini í hondbólti og stórsteypadystunum í fótbólti slignar saman, so talan verður um eina munabetri upphædd.
Higartil í ár hava fleiri innbot verið í miðstaðarøkinum. Rúsdrekka, eletronikkur, pengar og ymiskt annað er stolið. Aftur í gjárkvøldið var eitt innbrot í høvuðsstaðnum. Hesaferð var tað eitt skeinkistað [...] skeinkistað, sum stóð fyri skotum. Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at innbrotið varð framt stutt eftir klokkan 22. – Í økinum eru vakmyndatól, og tað eydnaðist at handtaka tveir persónar [...] vera heppið eisini at hava løgregluhundin við sær, sum dugir væl at leita. ##med3## – Í hesum føri fingu vit bæði fatur í teimum, sum vit halda framdu innbrotið og tjóvagóðsinum, sum var rúsdrekka, leggur
bundesliga-liðnum, Union Berlin, Frederik Rønnow skal verja málið hjá Danmark í venjingardystinum móti Føroyum á leikvøllinum í Brøndby. Kasper Schmeichel sleppur tó at verja danska málið í venjingardystinum [...] ímóti Danmark á einum leikvølli á Keypmannahavnar-leiðini. Tað gjørdi Klæmint A. Olsen í 2021, og Allan Mørkøre afturi í 1990. Talan er um tvær av teimum bestu landsliðsløtunum nakrantíð hjá okkum trúgvu [...] hjá Danmark móti Sveis í Parkini, leygarkvøldið 23. apríl klokkan 19. 31 ára gamli, Frederik Rønnow hevur bert spælt átta A-landsdystir síðani debutina í 2016, og tí heldur Kasper Hjulmand, at tað er
triðja valdegi. Putin kom til valdið í Russlandi í 1999 og fær á valinum í dag seks ár afturat, harvið hann fer at gerast tann longst sitandi leiðarin í Russlandi í 200 ár. Valið er bara tvey ár eftir at [...] russisku sendistovuni í Berlin, har ein partur av russarum bíðaðu eftir at atkvøða, fagnaðu nøkur teirra henni. Viðhaldsfólk hjá Navalnyj í útlegd hava lagt upptøkur av mótmælum í Russlandi og uttan fyri [...] størstu deyðiliga stríð í Evropa síðani Seinna Heimsbardagar, tá hann gav boð um innrás í Ukraina. Hann kallaði tað »eitt serligt hernaðarligt átak«. Meira enn nakað annað hevur valið í tríggjar dagar verið
landinum í 2020 at royna seg sum yrkileikara í hondbólti. Fyrst flutti hann til Danmarkar at spæla við SUS Nyborg, har hann spældi í eitt ár. Síðan flutti hann til Stavanger í Noregi, har hann var í tvey ár [...] við til EM-endaspælið í Berlin, og tað er eitt stórt mál fyri meg sum hondbóltsleikara at koma til altjóða endaspøl regluliga. Innan klubbhondbólt er málið at spæla í Bundesliguni í Týsklandi, sum er tann [...] hondbóltsdeildin í Evropa. Nú skulu vit spæla móti Norður-Makedonia um at koma í HM-endaspælið, og tað eru vit øgiliga spentir uppá. Tað merkist, at ein hondbóltsfepur er í Føroyum í løtuni, so málið hjá
eftirspurningin í 2024. Ferðavinnan sigur frá, at fleiri ferðafólk hava verið í Føroyum í 2023 enn í 2022, tó er vøksturin ikki stórur. Summarið 2023 var heldur óvist, tí ferðafólk bíløgdu í seinastu løtu [...] príshækkingar. Vegna fallandi kvotu av sild, og toski í Barentshavinum, hækka prísirnir á hesum fiskasløgum væntandi í ár. Harumframt væntast ein stígur í altjóða útboðnum av laksi, ið helst merkir, at la [...] byggivinnan hevur í miðal ordrabøkur fullar 1 ár fram, ið er eitt vet lægri enn í seinastu kanning juni 2023. Onnur hvør byggifyritøka boðar frá, at trot á arbeiðsmegi er størsta forðingin í framleiðsluni
ættað úr Manchester og er í dag búsitandi í Berlin. Hon er upprunaliga fagottspælari, og í 10 ár spældi hon 1. fagott í Komische Oper Berlin og hevur eisini javnan spælt við Berlin Philharmonic. Síðan 2012 [...] Anton Bruckner (1824-1896) Í 2024 hevði Bruckner fylt 200 ár, og í hesum sambandi spælir Føroya Symfoniorkestur hansara symfoni nr. 4. Symfoniin varð skrivað í 1874 og varð í fleiri førum umskrivað fram [...] fram til 1888. Verkið varð frumframført í Wien í 1881 og er eitt av hansara best umtóktu verkum. Í samband við konsertina fer Hans Pauli Tórgarð fer at hugleiða um lívið hjá Bruckner og arbeiðið hansara.
spennandi marknaðirnar í heiminum. India er fólkaríkasta landið í heiminum og hevur heimsins fimt størsta búskap. Landið hevur eina vaksandi miðalstætt, sum ikki aftrar seg við at brúka pengar. Av somu orsøk hava [...] enn Føroyar hava. Fiskaútflutningsfyritøkurnar í Føroyum hava í fleiri umførum staðiliga heitt á politisku skipanina um at vinna okkum betri marknaðaratgongd í Asia, tí marknaðurin stórur, eitt nú fyri laks [...] Tað skrivar Vinnuhúsið í tíðindaskrivi í morgun: Ein nýggjur handilssáttmáli millum India og EFTA, har Noreg og Ísland eru limir, hevur við sær, at tollurin á flest øllum útflutningsvørum úr EFTA-londunum
nógvar pengar, at meðan nettosølan í føroysku vinnuni seinastu 20 árini er fimm faldað, eru ársúrslitini átta faldað og vinningsbýtið 73 faldað. Tí er meginparturin av vøkstrinum seinastu árini farin í lumman [...] haldførinum. Vit liva longri. Talið av arbeiðstakarum í mun til samlaða fólkatalið minkar. Hetta er veruleiki, og nakað, vit verða noydd at taka í álvara. Norðurlond hava við vælferðarssamfelagnum, ið [...] t haldføri í meira enn 100 ár. Týdningarmesta grundarlagið undir hesum skipanum er ivaleyst, at breiðastu herðarnir skulu bera tyngstu byrðarnar. Seinastu árini hevur verið ein kolvelting í føroysku vinnuni
Eldur er í eini flóttafólkamiðstøð í Berlin, og nógv sløkkiliðsfólk eru til staðar. Eingin hevur tó fingið skaða í eldinum, upplýsir sløkkiliðið. Eitt tjald upp á umleið 1000 fermetrar er oyðilagt í miðstøðini [...] miðstøðini, sum liggur í økinum, har fyrrverandi flogvøllurin Tegel var. Ein talsmaður fyri sløkkiliðið sigur, at har búðu umleið 380 fólk í tjaldinum. Men øll fólkini sluppu út undan eldinum. Eldurin spreiddi [...] spreiddi seg ikki til onnur gjøld í flóttafólkaleguni, og tamarhald er nú á støðuni. Tjúkkur roykur sæst yvir flóttafólkamiðstøðini, meðan tey yri 100 sløkkiliðsfólkini stríddust við at sløkkja eldin. /ritzau/dpa