Týskvøldið 26. mars klokkan 19.15 spæla Danmark og Føroyar venjingardyst á leikvøllinum í Brøndby.
Danski landsliðsvenjarin, Kasper Hjulmand hevur longu avdúkað fyri donskum miðlum hvør málverji kemur at verja málið móti Føroyum.
Ein freistast at skriva, at tíverri verður tað ikki Kasper Schmeichel sum skal verja danska málð, tí Føroyar skora altíð ímóti einum Schmeichel-málverja, tá Føroyar spæla ímóti Danmark á einum leikvølli á Keypmannahavnar-leiðini. Tað gjørdi Klæmint A. Olsen í 2021, og Allan Mørkøre afturi í 1990. Talan er um tvær av teimum bestu landsliðsløtunum nakrantíð hjá okkum trúgvu landsliðsfjepparum.
Kasper Hjulmand ætlar, at fyrrverandi málverjin hjá Brøndby, árini 2018-2021, og núverandi málverjin hjá týska bundesliga-liðnum, Union Berlin, Frederik Rønnow skal verja málið hjá Danmark í venjingardystinum móti Føroyum á leikvøllinum í Brøndby.
Kasper Schmeichel sleppur tó at verja danska málið í venjingardystinum hjá Danmark móti Sveis í Parkini, leygarkvøldið 23. apríl klokkan 19.
31 ára gamli, Frederik Rønnow hevur bert spælt átta A-landsdystir síðani debutina í 2016, og tí heldur Kasper Hjulmand, at tað er hóskandi, at Frederik Rønnow verjir málið í dystinum móti Føroyum.
Kasper Schmeichel fyllir 38 ár í november, men Kasper Hjulmand heldur, at veteranurin hevur enn dygdirnar sum krevjast fyri at verja danska málið, hóast onkrir danskir fótbóltsmiðlamenn eru byrjaðir at seta spurnartekin við Kasper Schmeichel.