Putin stendur til at vera longst sitandi leiðari í Russlandi

Russiska valið í tríggjar dagar hevur verið merkt av krígnum í Ukraina og partvíst av mótmælum.

Spor eftir eitt ukrainskt álop í Belgorod í Russlandi á síðsta valdegi í dag. Valið er bara tvey ár eftir, at Putin legði á Ukraina. - Foto: Governor Of Belgorod Region/Reuters

Mett verður, at Vladimir Putin fer at stramma takið um valdið við russiska forsetavalinum, har hann hevur tryggjað sær ein greiðan sigur, sjálvt um fleiri túsund veljarar hava havt symbolsk mótmæli á atkvøðuseðlinum um middagsleiti nú á triðja valdegi.

Putin kom til valdið í Russlandi í 1999 og fær á valinum í dag seks ár afturat, harvið hann fer at gerast tann longst sitandi leiðarin í Russlandi í 200 ár.

Valið er bara tvey ár eftir at Putin framdi størstu deyðiliga stríð í Evropa síðani Seinna Heimsbardagar, tá hann gav boð um innrás í Ukraina. Hann kallaði tað »eitt serligt hernaðarligt átak«.

Meira enn nakað annað hevur valið í tríggjar dagar verið merkt av krígnum. á síðsta valdegi í dag upplýsti Ukraina, at tey hava rakt 12 russisk oljureinsiverk við langtrøkkandi dronum undir krígnum higartil.

Meðam eingin ivi hevur verið umm, hvørt tann fyrrverandi KGB-njósnarin Putin fer at verað afturvaldur, tá veruligir avbjóðarar hava verið fráverandi, so hevur fokus verið á, hvussu stóran stuðul hann fær í fólkinum.

Fáar tíma fyri, at valhølini lata aftur í kvøld klokkan 18 okkara tíð, so vóru  sambært almennum upplýsingum valluttøkan upp á meira enn 67,5 prosent, ið var valluttøkan seinast í 2018.

Viðhaldsfólk hjá Putin-atfinnaranum Aleksej Navalnyj, sum doyði í fangalegu í síðsta mánaði, høvdu heitt á russarar um at taka lut í einum »middagsmótmæli ímóti Putin« umleið klokkan 12 á síðsta valdegi.

Sambært Navalnyj er Putin ein »korruptur autokratur« og øll stjórn hansara gjøgnumsúrgað av mutri.

Tað eru ongar óheftar uppgerðir, sum vísa, hvussu nógv av teimum 114 milliónum veljarum í Russlandi hava luttikið í slíkum mótmælum í dag, har tað alla staðni vóru strong trygdartiltøk. Nógv løgreglufólk og trygdarfólk vóru til staðar.

Journalistar frá Reuters hava sagt frá um langar røðir við fleiri hundrað ella túsund fólkum um middagsleitið í Moskva, Sankta Pætursborg og í Jekaterinenburg. Ein partur av teimum søgdu, at tey luttóku í mótmælum, men tað vóru fá og ógreið tekin um, at tað vóru beinlieiðis mótmæli.

Tá einkjan hjá Navalnyj, Julia, vísti seg á russisku sendistovuni í Berlin, har ein partur av russarum bíðaðu eftir at atkvøða, fagnaðu nøkur teirra henni.

Viðhaldsfólk hjá Navalnyj í útlegd hava lagt upptøkur av mótmælum í Russlandi og uttan fyri Russland á YouTube.

– Vit hava víst øllum Russlandi og heiminum, at Putin ikki er Russland, og at Putin hevur tikið valdið í Russlandi, sigur Ruslan Shaveddinov úr Anti-Mutur grunninum hjá Navalnyj.

/ritzau/Reuters

 

 

Spor eftir eitt ukrainskt álop í Belgorod í Russlandi á síðsta valdegi í dag. Valið er bara tvey ár eftir, at Putin legði á Ukraina. - Foto: Governor Of Belgorod Region/Reuters