Høgna Hoydal, Varaløgmanni og Helenu Dam á Neystabø, fyri at fáa svar frá einum politikara úr hvørjum flokki í samgonguni. Og tað er ikki av ongum, at Leivur Lindenskov og Petur Johannesen, sum eru oddamenn [...] fiskinum, sum teir salta, noyðast teir at keypa norðanfyri og flyta hann suður,tí ongir bátar eru eftir á fjørðinum. Og síðani skulu kassar og kør flytast norður um fjørð aftur. Teir siga, at tað kostar [...] í útjaðaranum í Føroyum og noyða øll virkini at flyta til Havnar? Hetta er spurningurin, sum leiðslan á saltfiskavirkinum, Palm Seafood, í Vági nú seta almennu myndugleikunum. Og teir siga, at teir vilja
vunnið øll talvini, og liggur framvegis einans eitt hálvt stig aftan fyri Høgna. Við tí hava vit fingið dreymafinaluna í ársins FM kapping á seinasta kappingardegnum millum Luitjen og Høgna. Tað vil siga [...] framman fyri nøsina á Rógva og Høgna í fjør. Endar talvið javnt, kann Høgni verða krýndur føroyameistari. Luitjen kom sær í hesa spennandi finalustøðu við effektivt at útnytta tað í og so optimistiska finnuálopið [...] fingið eitt beinleiðis mótálop ímóti sær, ella álíkavæl mist frúnna. Men frúgvin reyk og harvið eisini talvið, og Luitjen kundi skunda sær til hús at hvíla til toppbrakið í dag. Hinvegin kom Høgni at sita
gráta, syrgja og minnast, skuldi vera hátíðardagur. Tí valdagur er hátíðardagur. Vit hátíðarhalda fólkaræðið. Tá læa vit og gleðast um, at vit liva í einum fríum og frælsum landi. Men eins og vit skulu h [...] millum 9. og 10. apríl í 1932 var ein feigdarnátt í søgu Føroya. Hesa náttina gingu sluppirnar Laura og Immanuel burtur í ógvusligum ódnarveðri á veg heim av Suðurlandinum. Vanlukkan var óskiljandi og sorgin [...] sorgin svár og óbøtandi. 38 mans sjólótust hesa náttina. Tann yngsti var 16 ár og tann elsti var 39 ár. Dreingir og menn í bestu árum. Pápar, synir og brøður. Meir enn helmingurin av manningini á Immanuel
i 2020 og 30% av samlaðu føroysku tøkuni í 2020. Sølusáttmálarnir eru til fastan prís og eru millum 6 og 12 mánaðir til longdar. Mjøl, lýsi og fóður Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru [...] Føroyum og 10,7 milliónir smolt í Skotlandi. Til samanbering var útsetingin í Føroyum 12,7 milliónir smolt í 2019 og 12,6 milliónir í 2018. Í Skotlandi var útsetingin 12,4 milliónir smolt í 2019 og 8,6 milliónir [...] Streymoy, Sandoy og í Skotlandi. Harumframt er farið undir at byggja eitt biogassverk í Streymoy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og sølu- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og í New Jersey
okkara einast trygga og egna fiskatilfeingi, og sum eisini skal gjalda fyri flestu av okkara fiskirættindum á fjarleiðum. Tosað verður harafturímóti mest um fremmandan kapital og ræðisrættindi, tað sum [...] avmarking enn mest loyvda veiðu og bann fyri at fiska ungfisk. Avhøvdið tí hasa fiskidagaskipanina, sum hevur læst flotan í eina samanseting og stødd, sum hoyrir eini farnari tíð til, og sum ei heldur hevur víst [...] fiska, men nú fyri tað mesta á egnum grunnum, og eftir sum at tað ikki gav nokk av sær, bleiv eisini dúgliga fiskað úr ráfiskagrunninum. Tó gingu fleiri enn 10 ár, eftir at vit høvdu mist størsta partin av
byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð, sum broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 6. mai 2011 gevur lógin landsstýrismanninum heimild til at bjóða einkarættin út, og gera sáttmála [...] gjørdar lidnar 27. juni 2013, og í tí sambandinum var semja um tekstin í lógaruppskotinum, ið skuldi leggjast fyri Løgtingið. Løgdeildin, Kommunudeildin og Deildin fyri náttúruvernd og umhvørvi fingu áheitan [...] einkarættin út, og Løgtingið játtaði 6,0 mió. kr. til arbeiðið. Á hesum støði bleiv einkarætturin boðin út. Uppskot til sáttmála, sum var gjørdur samsvarandi heimildini, varð liðugur, og sum kunnugt var
Adebayor og ikki minst Shay Given. Írski Shay Given er í løtuni fyrsta val sum málverji, og tað eru fá, sum seta spurnartekin við tað valið. Hann hevur bjargað Man City fleiri ferðir í ár, og í honum hevur [...] Týskvøldið stóð eyka liðið hjá Man Utd á skránni, og í málinum hjá vertinum stóð Gunnar Nielsen. Hann sá ógvuliga konsentreraður út í uppitingini, og bóltadreingirnir høvdu úr at gera, við at renna eftir [...] endar bólturin við at fara beint upp í loft inni í brotssteiginum. Gunnar kemur út millum vinir og fíggindar og loftar bóltinum. Hann ferð umkoll, men heldur fast um bóltin. Um miðjan fyrrahálvleik skorar
kommununi, frá landinum og frá grunnum innanlands og uttanlands. Tað heldur hann, at góðir møguleikar skuldi verið fyri, tí her er talan um at útvega tveimum bygdum grøna og burðardygga orku og tað er í fullum [...] klokkan fýra, tá ið teir boða hvalbingum og sandvíkingum á almennan fund í skúlanum í Hvalba. Á fundinum næsta leygardag fara teir at greiða frá projektinum og samstundis er ætlanin at vita um undirtøka [...] so skal arbeiða víðari við tí. Fyrireikararnir vóna, at allar góðar kreftir í Hvalba og í Sandvík møta upp á fundi og melda seg inn í felagið. Vindmylla á fjalli Poul Laust Christiansen sigur, at ætlanin
í Føroyum, arbeiðsloysskipanin var nýggj og munaði lítið, og tí fluttu nógv fólk av landinum. Samstundis vísti tað seg, at toskurin var við at koma aftur og tí vóru fleiri, ið høvdu hug at rógva út. Fyri [...] seinastu 10 árini hava smærru útróðrarbátarnir fiskað slakar 27 mió. toskar, meðan talið av toskum, ið størru útróðrarbátarnir og línuskipini hava fiskað í sama tíðarskeiði, bert er ávikavist 21 mió. og 17 mió [...] kann hinvegin vera eitt stig, ið er rætt og neyðugt at taka, staðfestir Ráfiskakeyparafelagið, og leggur upp til, at onnur verja av ungfiskinum eisini er neyðug, og at tíðin kanska er komin til at línuskip
at verða bæði tíðaraktuellur og samstundis verða trúfastur móti bíbilska tekstinum, vísir samskiparin á. Slíkar útgávur eru ikki vanligar í Føroyum, og tí er hetta í roynd og veru ein søgulig hending í [...] vanir við eina Bíbliu við svartari permu og gullkanti, men henda verður hópin øðrvísi. Millum annað er ætlanin at geva bókini eitt ”fresh look”, sum tikið verður til og eisini at gera nógv burtur úr litunum [...] at tað í Føroyum eru einir 13.000 ungdómar í aldrinum 10 til 28 ár. Eitt eyðkenni fyri henda málbólkin er, at mong teirra eru áhugað í trúgv og andaligum spurningum, men at luttøka teirra í skipaðum andaligum