Dagatalið má skerjast fyri at verja ungfiskin

Soleiðis lesur Føroya Ráfiskakeyparafelag boðskapin, nú ICES, Havstovan og Fiskidaganevndin eru komin við sínum tilmælum til komandi fiskidagaár. Havstovan mælir til at skerja dagatalið við 25 prosentum í mun til tillutaða dagatalið í fjør. ICES mælir eisini til líknandi niðurskurð, meðan Fiskidaganevndin ikki mælir til niðurskurð, men bert at hava eitt vakið eyga við uppíblandinum av ungfiski, og um neyðugt, at seta tiltøk í verk.

Føroya Ráfiskarafelag sigur í dag, at sum so er ikki nógv nýtt í tilmælinum frá Havstovuni, tí hon hevur leingi víst á, at neyðugt er at verja ungfiskin, ið er á veg inn í stovnin.

Ráfiskakeyparafelagið sigur, at hinvegin er tað áhugavert, at Føroya Reiðarafelag eisini hevur givið til kennar, at neyðugt er at minka um veiðutrýstið. Í ársfrágreiðing sínari vísir Reiðarafelagið á, at fiskidagaskipanin varð skeiklað longu frá byrjan, og at neyðugt er at fáa hesa aftur í rættlag.

? Í stuttum er søgan, at áðrenn fiskidagaskipanin varð tikin í brúk, hevði ein skipanarnevnd funnið fram til, hvussu nógvar fiskidagar einstøku skipabólkarnir áttu at fáa tillutaðar, fyri at ein ávísur veiðisetningur kundi haldast. Hesin leistur, sum semja var um, vísti at parturin hjá útróðarbátum undir 15 tons, sum er bólkur 5, í útgangsstøðuni skuldi verða 14.700 dagar. Um hetta mundi var stórt arbeiðsloysi í Føroyum, arbeiðsloysskipanin var nýggj og munaði lítið, og tí fluttu nógv fólk av landinum.

Samstundis vísti tað seg, at toskurin var

við at koma aftur og tí vóru fleiri, ið høvdu hug at rógva út. Fyri at skapa møguleikar fyri arbeiðsplássum vórðu tí nógvir eyka dagar tilluttaðir útróðrarbátunum. M.a. av hesari orsøk kom dagatalið í bólki 5 uppá 27.000 dagar, ið var 12.300 dagar fleiri, ella nærum tvífalt so nógvir, sum semja hevði verið um í útgangsstøðuni, vísir Ráfiskakeyparafelagið á.

Ráfiskakeyparafelagið sigur, at sum tíðirnar vóru miðskeiðis í 90-unum, vóru hetta kanska neyðug stig at taka, men stóri trupulleikin er, at hesir eykadagarnir ongantíð eru tiknir inn aftur. Sjálvt í dag, nú eini 14-15 ár eru fráliðin, og nógvar effektiviseringar í veiðu­orkuni eru farnar fram, eru meira enn 17.000 fiskidagar eftir í hesum bólki. Hetta er sostatt framvegis nærum 20 prosent fleiri dagar, enn upprunaliga ætlað.

Føroya Ráfiskakeyparafelag tekur tó undir við, at fiskidagaskipanin má fáast aftur í rættlag ? ongantíð ov skjótt. Roknast kann við, at fleiri bátar vilja sleppa uppí part, nú toskurin er við at koma fyri seg á landgrunninum. Um tillutaðu dagarnir ikki verða skornir niður nú, fer hetta at merkja at brúkta dagatalið, og harvið veiðiorkan, økist munandi. Úrslitið verður, at ungfiskurin verður veiddur, áðrenn hann rættuliga er komin inn í gýtingarstovnin og so enda vit aftur í somu støðu, ið vit hava havt tey seinnu árini, sigur Ráfiskakeyparafelagið.

Ráfiskakeyparafelagið sigur, at fleiri undrast kanska á, at veiðan hjá útróðrarbátum undir 15 tons, skal vera nakar stórur trupulleiki. At hetta kortini er so, kann grundgevast við at seinastu 10 árini hava smærru útróðrarbátarnir fiskað slakar 27 mió. toskar, meðan talið av toskum, ið størru útróðrarbátarnir og línuskipini hava fiskað í sama tíðarskeiði, bert er ávikavist 21 mió. og 17 mió. Í tonsum hava línuskipini og smáu útróðrar­bátarnir fiskað á leið somu nøgd, og tað merkir sjálvandi, at tað eru útróðarbátarnir, ið fiska tann minna toskin, ið flestu partar eru samdir um er neyðugt at verja, so at hann kann koma fyri seg.

Sjálvsagt kann tað níva onkrastaðni, at ein munandi skerjing verður framd í tillutaðu útróðar­døgunum. Tí metir Føroya Ráfiskakeyparafelag tað vera umráðandi, at hetta verður gjørt á ein slíkan hátt, at tað í minst møguligan mun rakar teir bátar og persónar, ið hava útróður sum høvuðsvinnu. At persónar, ið hava teirra høvuðsinntøka aðrastaðni, fáa skerdar møguleikar at reka vinnuligan fiskiskap, kann hinvegin vera eitt stig, ið er rætt og neyðugt at taka, staðfestir Ráfiskakeyparafelagið, og leggur upp til, at onnur verja av ungfiskinum eisini er neyðug, og at tíðin kanska er komin til at línuskip, sum í nógv ár hava fiskað inn á 6 fjórðingar, aftur verða flutt longur út, har fiskurin er størri.