liva við varandi tarni aftan á ymiskar sjúkur, so mugu vit ásanna, at støðan enn ikki er nøktandi. Verri enn so! Seinasta dømi er dokumentarurin, sum lýsti so væl familjuna aftaná, at heilaskaði rakti. Akutta [...] undan valinum, men kostnaðarmetingin helt ikki í mun til tað, sum var avsett. Har ber so til at taka ta ætlanina fram aftur og eftirmeta hana. Á SS blivu eisini nýggj endurvenjingartilboð ment umframt vanliga [...] avbjóðing í hesum, m.a. tí at tænasturnar eru so ymiskar kring landið, og fólk undir 67 eru komin í álvarsama klemmu. Tað má broytast. Eg hugsi eisini nógv um, hvussu vit betur fáa tryggjað okkum, at peningurin
sambandi kom tað fram, at ein av orsøkunum til, at dómurin var so linur, at viðmerkingarnar til revsilógina um, hvussu revsingin skal tulkast og setast, ikki eru nóg greiðar Nú hevur so Annika Olsen reist [...] løgmaður greiða frá um hann heldur, at viðmerkingarnar til lógina eru nóg greiðar, ella um hann ætlar at broyta tær, so at eingin ivi verður. Tað er sera álvarsligt, at tað kan sáast ivi um, sjálva revsingina [...] greiðar, ella er ætlanin at broyta tær, so at eingin ivi verður. Tað vil Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, nú hava at vita frá løgmanni. Í einum máli um pedofili, sum hevur verið nógv umrødd seinastu
viðmerkingum, so at politikarar, sakførarar og myndugleikar, sum eftir sendingina hava úttalað seg um transfer pricing, útlendskan ognarskap og annað í føroysku fiskivinnuni, ikki nýtast at halda fram við at [...] eri sannførdur um, at tað var við vilja, at Jan Lamhauge ikki vísti mær hetta skjal áðrenn samrøðuna. Hevði hann gjørt tað, so hevði eg havt møguleika fyri at kanna hesi viðurskifti, og so hevði eg sjálvsagt [...] Steffansson. Tað kann undra, at KVF í sendingini ikki upplýsir um viðurskiftini hjá Jóannes Steffansson, so hyggjarnir sjálvir kundu meta um hansara viðurskifti. Tað hevur verið tyngjandi fyri meg, mína
laborant, og eg skuldi søkja starvsvenjingarpláss, kom eg tilvildarliga fram á heimasíðuna hjá Havstovuni. Eg hevði ongantíð givið mær far um Havstovuna áðrenn hetta, men eg sendi eina óbindandi umsókn tá í 2015 [...] í eitt ár, og eg treivst so mikið væl, at eg var verandi. Eg havi á ongan hátt hug til at steðga har, sigur 31 ára gamla Durita Sørensen av Viðareiði, og greiðir víðari frá um grandisdag sín á Havstovuni [...] sigur hon frá. Nakrar vikur um árið er Durita við rannsóknarskipinum sum assistentur, har tað verður kannað, hvussu stovnurin er fyri. Skipið er burtur á leið tíggju túrar um árið við CTD, og Durita hevur
verður skilt sundur frá kloakkini, og so verður grátt spillivatn leitt í ein pumpubrunn. Hetta fer at minka um útrenningarnar út í fjørðin. ##med4## 16. Gongubrýr tvørtur um Sandá í Havnardali Tríggjar brýr [...] strongu krøvini um frástøðu framvið vegunum. Millum vegirnar, sum kommunan nú yvirtekur, er Velbastaðvegurin frá vegamótinum frá Marknagilsvegnum til rørportrið við Norðasta Horn. Og so fer kommunan eisini [...] frá at hava onga til at hava tríggjar brýr, so tað er skjótt og trygt at koma sær yvirum. 17. Fleiri orkusparandi gøtuljós Arbeitt verður miðvíst við at leggja um frá gomlum armaturum til nýggja LED-tøkni
Sleptu« í Sosialinum við frásagnum úr gamla kirkjugarði í Havn telur um 235 greinar, sum hava umrøtt stórt sæð allar teir 300 gravsteinarnar í kirkjugarðinum við teirra um 500 nøvnum. Hetta [...] Hetta er um leið fjórða hvørt fólk, sum er jarðað har, síðan byrjað var at skriva protokoll í 1869. Hetta merkir, at gamli kirkjugarður man vera mest søguríka pláss í Havn, sum so ella so hevur tilknýti [...] tilknýti til ein stóran part føroyingum. – Hvør einasta av hesum grøvum umboðar eina serstaka søgu, og hesar spenna sera langt út heim, heilt til New Zealand. Her eru røtur til fittligan stóran part
apríl, og byrjað verður í morgin klokkan 9. Startlistarnir til svimjistevnuna kunnu allir síggjast um heimasíðuna hjá Svimjisambandi Føroya - www.ssf.fo . Kappingin hetta vikuskiftið er seinasti møguleikin [...] OL-úttøku. - Startlistarnir síggjast eisini á www.livetiming.se , har úrslitini verða at síggja beinleiðis so hvørt, sum svomið verður, siga tey í Svimjisambandi Føroya, har tey eisini fara at stroyma frá stevnuni [...] tað er Vágs kommuna, sum hevur keypt stórskíggjan til Páls Høll. Í dag vóru umboð fyri Vágs býráð fram við í Páls Høll og royndu skíggjan saman við formanninum í SuSvim, Marlon Kjærbo.
við tey, sum bóru hendan slatur, so var eingin, sum vildi stíga fram og greiða frá. Hóast gerðirnar, sum maðurin er dømdur fyri, eru framdar eftir samrøðuna í Sosialinum, so kenna vit okkum misbrúkt av, at [...] ein pedofil, og tí biðja vit treytaleyst orsaka. Vit hugsa um offrini fyri hesum ræðuligum gerðum, sum maðurin hevur misnýtt, og vit hugsa um tey, sum hava havt hendan varhugan, sum nú varð prógvaður í [...] í sambandi við málið. Hann hevur eisini logið fyri øllum teimum, sum vardu hann. Vit eru sera hørm um, at hetta hevur staðið ósvarað í fimm ár, og at okkara blað soleiðis hevur verið við til at reinsa
halda fram at kanna tey, sum koma til Føroya, men tá ið vit eru komin longri á leið við koppseting, kundi vit latið markið meiri og meiri upp so líðandi, og samstundis kundi tilmæli verðið linkað, so at tey [...] verða koppsett, so tað gongur stútt tann vegin, at vit hava koppsett tey, sum eru yvir 60, og tey, sum eru í vandabólki. Men hvussu skjótt tað gongur, er ilt at siga, tí tað veldst um, hvussu nógv kop [...] taka tær stóru avmarkingarnar av, men hann sigur, at sum gongdin er nú, er hann rættiliga vónríkur um, at vit fara at fáa eitt rættiliga vanligt summar, har vit bæði kunnu halda ólavsøku og festivalar
og nú verður skipanin latin upp fyri øllum, sum eru 70 ár ella eldri. Koppsetingin heldur fram í næstu viku og so leingi koppingarevni er í landinum. [...] Um 1.100 fólk eldri enn 74 ár hava bókað sær tíð til koppseting, síðani bókingarskipanin lat upp aftur eftir páskir. Nú verður aldursmarkið aftur sett niður, sigur sjúkrahúsverkið í tíðindaskrivi. Í g