Sum støðan er nú, eri eg rættiliga vónríkur. Tað sigur Pál Weihe, ráðgevari í Koronu. Nú er næstan ein mánaði síðani, korona varð staðfest í Føroyum og í skrivandi stund er eingin smittaður og eingin er í sóttarhaldi.
Samstundis eru myndugleikarnir í holt við at koppaseta og nú hava 7.345 fólk fingið ta fyrru sproytuna og tað eru 13,9 prosent av fólkatalinum. Øll skulu hava tvær sproytur og 4.149 fólk hava eisini fingið ta seinnu sproytuna, tað eru 7,8 prosent av fólkatalinum.
Pál Weihe heldur, at beint nú er ov tíðliga at taka tær stóru avmarkingarnar av, men hann sigur, at sum gongdin er nú, er hann rættiliga vónríkur um, at vit fara at fáa eitt rættiliga vanligt summar, har vit bæði kunnu halda ólavsøku og festivalar.
Tá ið tey, sum eru yvir 60, eru koppsett, og tey, sum annars eru í vandabólkunum, eisini eru koppsett, fari eg at slappa eitt sindur av, tí vandin fyri teimum, sum eru undir 60, og annars eru væl fyri, er rættiliga lítil.
Men tað merkir ikki, at tey ikki eiga at vera koppsett, tí hóast tey sjálvi ikki eru í nøkrum serligum vanda, eiga tey at verða koppsett fyri at forða fyri at smittan breiðir seg.
Nú er latið upp fyri, at tey, sum eru yvir 70, kunnu bíleggja tíð til at verða koppsett, so tað gongur stútt tann vegin, at vit hava koppsett tey, sum eru yvir 60, og tey, sum eru í vandabólki. Men hvussu skjótt tað gongur, er ilt at siga, tí tað veldst um, hvussu nógv koppingarevni, vit fáa. Men tá ið summarið tekur við av álvara, eiga vit at verða komin rættiliga langt.
Hann tekur undir við, at tey, sum eru koppsett, kunnu sleppa til Føroyar, uttan at fara í eitt slag av sóttarhaldi. Men hann heldur, at undir øllum umstøðum eiga vit at halda fram at kanna tey, sum koma til Føroya, men tá ið vit eru komin longri á leið við koppseting, kundi vit latið markið meiri og meiri upp so líðandi, og samstundis kundi tilmæli verðið linkað, so at tey, sum koma til Føroya, ikki skulu vera í einum slagi av sóttarhaldi í seks dagar, men kanska í fýra dagar.
Men hann sigur, at alt hetta kann broytast, alt eftir, hvussu støðan tekur seg upp uttanlands. Telur ein serliga variantur seg upp uttanlands, sum smittar illa, broytir tað eisini støðuna hjá okkum, heldur hann.
Tað er eisini ein treyt, at fólk, sum heild, vilja verða koppsett, tí tað skulu helst eini 90 prosent av fólki verða koppsett. Men Pál Weihe hevur ikki varhugan av, at tað er nakar trupulleiki.